← Løgtingsmál

52-132/2023

Sjálvbjargni við eplum og øðrum matvørum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Svar latin inn · Svarfreist 24. jun. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
Svar upp á § 52a-fyrispurning frá Steffan Klein Poulsen, løgtingsmanni, um sjálvbjargni við eplum og øðrum matvørum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 27. jun. 2024

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
TINGANES • FO-100 TÓRSHAVN •
TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: UVMR@UVMR.FO
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
100 Tórshavn
Tórshavn, 24. juni 2024
J.nr.: 24/15118
Svar frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-132/2023 frá
Steffani Klein Poulsen, løgtingsmanni, um sjálvbjargni við eplum og øðrum matvørum.
Spurningurin var soljóðandi:
1. Hvussu nógv setepli eru sett niður seinastu 10 árini í Føroyum?
2. Hvør er miðal úrtøkan hesi árini?
3. Hvussu stórur prosentpartur av teimum eplum, sum blíva etin í Føroyum, eru velt í
Føroyum?
4. Hvussu nógv setepli skulu setast niður, fyri at vit gerast sjálvbjargin við eplum í
Føroyum?
5. Hava landsmyndugleikarnir sett røttu karmarnar, fyri at vit blíva sjálvbjargin við
eplum?
6. Hvat ger landsstýrismaðurin, fyri at vit blíva sjálvbjargin við eplum?
7. Hvørjar aðrar matvørur metir landsstýrismaðurin, at vit kunnu framleiða 100% sjálvi,
so at vit gerast meiri sjálvbjargin sum land?
8. Metir landsstýrismaðurin, at matvøruveitingartrygdin í Føroyum er nøktandi?
Svarað verður undir einum:
Í fyrsta lagi er umráðandi at viðmerkja, at vit hava ikki dagførd tøl um m.a. eplaframleiðslu og
–brúk í Føroyum. Svarini skulu tí takast við tí fyrivarni, at tølini eru á leið 10 ára gomul. Svarið
fevnir harumframt einans um mateplir; tilvirkað vøra, t.d. kips og pommes frites, er ikki tikin
við. Leggjast skal kortini eisini afturat, at nýtslan av pasta, rísi og nudlum er hækkað, sammett
við fyri 10 árum síðani, so møguliga er talið av mateplum ikki stórvegis broytt hesi árini.
Samlaða eplanýtslan í Føroyum er umleið 3.000 tons um árið, og samlaða føroyska
framleiðslan er umleið 600 tons, t.e. umleið 20%. Skulu tað í Føroyum veltast so mikið nógv
epli, at tað dekkar allan tørvin, skulu tað hvørt ár setast niður umleið 430 tons av seteplum.
Farið er undir at gera nýggjan landbúnaðarpolitikk, sum serliga leggur dent á at økja
grønmetisframleiðsluna í Føroyum, undir hesum eisini eplaframleiðsla. Samstundis verður
arbeitt við øðrum landbúnaðarmálum, sum eisini hava til endamáls at økja
matvøruveitingartrygdina í Føroyum.
Verkfallið, sum júst er av, hevur víst okkum, at vit eru sera viðbrekin, tá ið veitingartrygd
umræður, og hetta eru tí eisini viðurskifti, sum arbeitt verður við.
Høgni Hoydal
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
132.23 spm til H. Hoydal frá S.K.Poulsen - eplir.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 12. jun. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður
Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
Evni: Sjálvbjargni við eplum og øðrum matvørum
Spurningar:
1. Hvussu nógv setepli eru sett niður seinastu 10 árini í Føroyum?
2. Hvør er miðal úrtøkan hesi árini?
3. Hvussu stórur prosentpartur av teimum eplum, sum blíva etin í Føroyum, eru
velt í Føroyum?
4. Hvussu nógv setepli skulu setast niður, fyri at vit gerast sjálvbjargin við eplum
í Føroyum?
5. Hava landsmyndugleikarnir sett røttu karmarnar, fyri at vit blíva sjálvbjargin
við eplum?
6. Hvat ger landsstýrismaðurin, fyri at vit blíva sjálvbjargin við eplum?
7. Hvørjar aðrar matvørur metir landsstýrismaðurin, at vit kunnu framleiða 100%
sjálvi, so at vit gerast meiri sjálvbjargin sum land?
8. Metir landsstýrismaðurin, at matvøruveitingartrygdin í Føroyum er nøktandi?
Viðmerkingar:
Í samband við kríggið í Ukraina og annan ófrið í heiminum hevur mangan verið tosað
um matvøruveitingartrygd. Eisini her í Føroyum.
Undir verkfallinum var sjón fyri søgn, hvussu skjótt handlarnir tømdust, tá ið
flutningurin steðgaði upp. Hetta gevur einum varhuga av, at vit eru sárbær, tá tað
kemur til matvøruveitingartrygd.
Hesin spurningur verður settur fyri at seta sjóneykuna á epli, sum skuldi verið ein
uppløgd matvøra at byrja við, tá ið vit tosa um sjálvbjargni av matvørum.
Á Løgtingi, 12. juni 2024
Steffan Klein Poulsen

-- 1 of 1 --