52-131/2023
Kunngerð um burturkast
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 22. jun. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
131.23 svar frá I.D.S til H.Abrahamsen - kunngerð um burturkast.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 27. jun. 2024
Sjá útdrigin tekst
UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ Gongin 7 • FO-100 Tórshavn Tel. (+298) 35 87 00 • umhvorvi@umhvorvi.fo • www.umhvorvi.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann 21. juni 2024 J. nr.: 24/15068-2 Viðgjørt: HI Tygara skriv: 52-131/2023 Svar upp á fyrispurning nr. 52-131/2023 eftir § 52a í tingskipanini til Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, um kunngerð um burturkast Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Nær verður nýggja kunngerðin um burturkast lýst? 2. Hví hevur arbeiðið tikið so langa tíð? Svar: Til. nr. 1 Væntandi verður kunngerðin lýst fyrst í oktobur 2024. Til nr. 2 Ein høvuðstáttur í nýggju kunngerðini er, at land og kommunur saman skulu gera eina landsætlan fyri burturkasti, og henni á baki eina kommunala ætlan fyri burturkasti. Ætlanirnar skulu galda í 10 ár. Sum upplýst í svarinum til tygara § 52a fyrispurning frá 29. novembur 2023, skuldi kunngerðaruppskotið gjøgnumgangast og tillagast saman við IRF og KB, tá ið landsætlanin fyri burturkast var gjørd liðug, og miðað varð eftir at fáa hetta arbeiðið gjørt liðugt í januar 2024. Tað tók væl longri tíð enn væntað at fáa arbeiðið við landsætlanini so langt ávegis, at farast kundi undir at dagføra kunngerðina soleiðis, at hon styðjar málunum um øktan ringbúskap í landsætlanini. Í arbeiðinum at dagføra kunngerðina varð m.a. avgjørt: at herða krøvini til móttøkustøðir við at krevja, at tær skulu hava umstøður til at taka ímóti, goyma og á annan hátt handfara væl fleiri -- 1 of 2 -- UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ 2/2 burturkastsbólkar enn ætlanin var upprunaliga, at áseta nýggj krøv um kunning um, hvussu kommunurnar fíggja burturkastsøkið, at herða krøvini til handfaring av byggiburturkasti og at herða krøvini til skráseting av burturkasti hjá bæði vinnu og kommunum. Orsakað av at talan var um týðandi broytingar í kunngerðini var mett, at rættast var at senda hana út í nýggja hoyring. Kunngerðaruppskotið verður væntandi sent í hoyring í næstu viku, og ummælisfreistin verður 30. august 2024. Orsøkin til ta longu ummælisfreistina er, at IRF hevur sent Umhvørvismálaráðnum umbøn um, um tey kunnu viðgera kunngerðaruppskotið eftir summarferiuna. Ingilín D. Strøm landsstýriskvinna -- 2 of 2 --
131.23 spm til I.D.S frá H.Abrahamsen - kunngerð um burturkast.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 11. jun. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður Svarari: Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum Evni: Kunngerðin um burturkast Spurningar: 1. Nær verður nýggja kunngerðin um burturkast lýst? 2. Hví hevur arbeiðið tikið so langa tíð? Viðmerkingar: Verandi kunngerð um burturkast er frá 1995, og ongar broytingar eru gjørdar í henni síðani 2007. Hugburðurin viðvíkjandi burturkasti er nógv broyttur, síðani galdandi kunngerð varð lýst. Í februar 2020 bað undirritaði, sum tá var landsstýrismaður á økinum, Umhvørvisstovuna um at gera eina nýggja kunngerð um burturkast. Tey fingu freist til 1. juni sama ár, tá arbeiðið skuldi vera liðugt. Arbeiðið dró út, men fyri skjótt trimum árum síðani skrivaði Dimmalætting, at arbeiðið var um at vera liðugt, og at og bara nakrir tekniskir smálutir vóru eftir at gera, áðrenn uppskotið kundi latast landsstýrismanninum. Í svari uppá fyrispurning frá undirritaða í desember 2023 segði landsstýriskvinnan, at hon miðaði eftir, at arbeiðið við kunngerðini bleiv liðugt í januar 2024, og hon væntaði, at kunngerðin bleiv lýst í februar 2024. Men framvegis er kunngerðin ikki lýst. Tí verður hesum fyrispurningurin settur. Á Løgtingi, 11. juni 2024 Helgi Abrahamsen løgtingsmaður -- 1 of 1 --