← Løgtingsmál

52-130/2023

Eftirmeting av bygningskunngerðini – BK17

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 22. jun. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
_ 24_15069-12 Svar upp á fyrispurning nr. 52-130_2023 sambært § 52 a í tingskipanini til Ingilín 2041513_1_1.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 27. jun. 2024

Sjá útdrigin tekst
UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ
1/3
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 21.06.2023
J. nr.: 24/15096-12
Svar upp á fyrispurning nr. 52-130/2023 sambært § 52 a í tingskipanini til Ingilín D.
Strøm, landsstýriskvinnu, frá Beinir Johannesen, løgtingsmanni, um eftirmeting av
bygningskunngerðini - BK17
Spurningar:
1. 	Er nøkur ætlan at eftirmeta bygningskunngerðina (BK 17) frá 2017?
2. 	Er nøkur ábending um, at byggikostnaður dýrkar óneyðuga av krøvunum?
3. 	Um ja, er ætlanin at broyta nakað tí viðvíkjandi?
Svar
Til spurning 1
Bygningkunngerðin (BK17) og við henni Føroyska bygningsreglugerðin 2017 (FBR17) kom í
gildið 27. juni 2016 og fekk virknað frá 1. januar 2017.
Bygningskunngerðin hevur heimild í Byggilógini (løgtingslóg nr. 60 frá 15. mai 2012 um at
byggja bygningar o.a.). Endamálið við Byggilógini er fyrst og fremst, at áseta, og geva heimild
til at áseta í kunngerð, felags reglur um bygging, so at bygningar lúka nútímans góðskukrøv og
krøv til heilsu, trygd og umhvørvi.
Áðrenn verandi bygningkunngerð fekk gildi í 2017 vóru ongar líknandi reglur galdandi í
Føroyum. Avleiðingin av hesum var, at bygging sum heild ikki var fevnd av reglum og krøvum
til t.d. bjálving, innlegging, orkunýtslu o.a, annað enn tað, sum hissini fanst í serlóggávu og
kommunalum byggisamtyktum. Í viðmerkingunum til uppskotið til Byggilógina (løgtingsmál
nr. 157/2011) stendur m.a.:
“Eitt savnað og felags regluverk verður mett at vera ein kærkomin nýskipan
og stórt framstig, sum serliga byggivinnan, ráðgevandi verkfrøðingar,
arkitektar og kommunalir byggimyndugleikar hava eftirlýst í áratíggju.
Byggilógin 	er 	ein 	neyðugur 	grundarsteinur 	undir 	savnandi
bygningsregluverkinum, sum verður ásett í kunngerð.”
Bygningkunngerðin kom sostatt m.a. sum svar uppá eitt ynski frá ráðgevara- og byggivinnuni
og frá kommununum.
Tað er eingin ivi um, at Bygningskunngerðin hevur gjørt góðan mun fyri at betra um góðskuna
og dygdina í føroyskari bygging hesi árini, men tað er væl hugsandi, at reglurnar kunnu fáast
at virka enn betur enn tær gera í dag. Tí hevði verið skilagott við eini eftirmeting av hvørt nakað

-- 1 of 3 --

UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ
2/3
eigur at verða broytt ella tillagað í verandi byggireglum. Menningin av byggitilfari og -tøkni
síðani 2017 kann hava broytt fortreytirnar fyri galdandi byggireglum, og tí kann ein dagføring
vera hóskandi.
Til spurning 2
Hesin spurningurin verður greinaður í ritgerð1, sum Karsten Karbech Saxov skrivaði í
samstarvi við Landsverk í mai 2021 í sambandi við lestur á Danmarks Tekniske Universitet,
og sum Umhvørvismálaráðið hevur fingið loyvi til at endurgeva úr.
Niðurstøðan í ritgerðini hjá Saxov er, at hóast kostnaðurin til projektering og bygging er
hækkaður nakað orsaka av krøvunum í BK17, er kostnaðurin til víðlíkahald lægri fyri
bygningar, sum eru bygdir í samsvari við BK17 enn fyri bygningar bygdir áðrenn 2017, tí
góðskan á tí bygda í útgangsstøði er betri. Orkunýtslan til upphiting er eisini ¼ lægri fyri
bygningar, sum eru bygdir í samsvari við BK17.
Sambært Saxov, var fermetraprísurin í miðal fyri bygging av smærri bygningum (bústaðir o.tl.)
í 2015 og 2016 (áðrenn BK17) 13.550 krónur. Í 2017 og 2018 (eftir BK17) var miðal
fermetraprísurin fyri bygging av smærri bygningum 15.250 krónur, sum svarar til eina hækking
av fermetraprísinum í miðal uppá 11% í mun til bygningar bygdir 2015/16.
Um orkunýtsluna sigur Saxov, at fyri bygningar bygdir í tíðarskeiðnum 2010-2014 (áðrenn
BK17) var hon í miðal 85,9 kWt/m2/ár. Fyri bygningar bygdir í 2020 (eftir BK17) var
orkunýtslan 63,8 kWt/m 2/ár, svarandi til eina minking í orkunýtslu/m2/ár uppá góð 25% í mun
til bygningar bygdir 2010-14.
Um samlaðu fíggjarligu avleiðingarnar av hesum, stendur soleiðis í ritgerðini:
“Kanningin 	av 	broytingini 	í 	fíggjarligum 	kostnaði 	vísir 	ein 	øktan
fermetraprís uppá 1.700 kr./m2 (...). [Afturfyri fær kundin] ein betri bygdan
bústað ...., við lægri rakstrarkostnaði og viðlíkahaldi. Økti fermetraprísurin
er, alt eftir upphitingarskipan, vegna rakstrarsparing afturgoldin eftir
ímillum 5 og 9½ árum.”
Til spurning 3
Sum sæst í svarinum til spurning 2, so er livitíðarkostnaðurin fyri ein bygning, bygdur í
samsvari við BK17, munandi lægri enn livitíðarkostnaðurin fyri ein bygning, sum ikki livir upp
til krøvini í BK17. Og við 25% lægri orkunýtslu fyri ein bygning, sum lýkur krøvini í BK17
enn ein bygning, sum ikki lýkur krøvini, so fáa vit, uttan mun til orkukeldu, ein umhvørvisligan
fyrimun, ið eisini sparir brúkaranum pening.
At linka krøvini til bygging munandi, fyri at fáa útveganarkostnaðin her og nú niður, vildi ikki verið ein
fyrimunur í longdini. Við verandi krøvum fáa vit hús, sum halda longri og sum kosta minni í rakstri.
1 Karsten Karbech Saxov: ”Eftirmeting av verksetanini av føroysku bygningskunngerðini BK17”, DTU, mai
2021

-- 2 of 3 --

UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ
3/3
Afturfyri kosta tey nakað meira at byggja, men verður hesin meirkostnaður vunnin innaftur eftir bert
einum brøkparti av livitíðini hjá húsunum. Vit mugu eisini hugsa um, at tá vit byggja nýtt skal livitíðin
helst vera so long sum gjørligt. Bæði til fyrimuns fyri tann, ið byggir, og fyri náttúru og umhvørvið.
Seinastu tíðina eru prísirnir á byggitilfari í landinum hækkaðir nógv. Tí er tað tíverri dýrari at
byggja í dag, enn fyri nøkrum árum síðani. Sum sagt hevði m.a. av hesi orsøk, og eisini tí tilfar
og tøkni kann vera broytt seinastu árini, verið skilagott við eini eftirmeting av, hvørt nakað
eigur at verða broytt ella tillagað í verandi byggireglum.
Ingilín D. Strøm
landsstýriskvinna í umhvørvismálum

-- 3 of 3 --
130.23 spm til I.D.Strøm frá B.Johannesen - Bygningskunngerðin 2017.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 11. jun. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinir Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum
Evni: Eftirmeting av bygningskunngerðini – BK17
Spurningar:
1. Er nøkur ætlan at eftirmeta bygningskunngerðina (BK 17) frá 2017?
2. Er nøkur ábending um, at byggikostnaður dýrkar óneyðuga av krøvunum?
3. Um ja, er ætlanin at broyta nakað tí viðvíkjandi?
Viðmerkingar:
Bygningskunngerðin, kunngerð nr. 72 frá 27. juni 2016, eisini nevnd BK17, hevur nú
verið virkin í 7 ár, og enn er hon ikki eftirmett.
Síðani kunngerðin varð sett í gildi, hevur spurnartekn fleiri ferðir verið sett við, um
krøvini í kunngerðini eru rímilig, og um tey eru við til at dýrka óneyðuga nógv um
byggikostnaðin, tá bygt verður.
Eyðsæð skulu krøv setast til eina og hvørja bygging, men í eini eftirmeting kundi verið
hugt at, um krøvini eru óneyðug og hóska til føroysk viðurskifti, eru við til at dýrka
bygging meira enn neyðugt, ella gera tað verri hjá fólki at seta føtur undir egið borð.
Fyri at fáa svar á hesar spurningar, og um ætlanin er at eftirmeta bygningskunngerðina,
verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 11. juni 2024
Beinir Johannesen

-- 1 of 1 --