← Løgtingsmál

52-129/2023

Vantandi nýtsla av nýggja MR-skannaranum á Klaksvíkar sjúkrahúsi

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 19. jun. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
129.23 svar frál M. Stórá til J. Dahl - Vantandi nýtsla av nýggja MR-skannaranum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 19. jun. 2024

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 18. juni 2024
HMR j. nr. 24/14775-4
Margit Stórá
landsstýriskvinna
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-129/2023 eftir § 52 a í tingskipanini um vantandi nýtslu av nýggja MR-
skannaranum á Klaksvíkar sjúkrahúsi, frá Johan Dahl, løgtingsmanni
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Fyriliggur ein ítøkilig verksetingarætlan fyri at taka í nýtslu nýggja MR-skannaran í
Klaksvík?
2. Hvat er status við at fáa útbúgvið fólk til at brúka MR-skannaran í Klaksvík til tað, hann
skal og kann nýtast til?
3. Hví eru tær mannagongdir, sum nú verða eftirlýstar í sambandi við prostataútgreining, ikki
klárar - vitandi um í longri tíð, at skannarin var á veg?
4. Nær kunnu prostataskanningar gerast í Klaksvík?
Svar:
Til spurning 1 og 2
Sjúkrahúsverkið hevur gjørt eina ætlan fyri íverksetanina og í hesum sambandi eisini eina
tíðarætlanin. Ætlanin var klár í byrjanini av 2024, og tað er hendan ætlanin sum verður fylgd.
Eftir at skannarin var klárur 21. mai í ár, varð fyrsta vikan merkt av fyrireiking og uppseting av
kanningum. Harumframt eru tað fram til tann 7. juni í ár framdar 45 skanningar við nýggja
skannaranum. T.d. er talan um skanningar av heila, nakka, rygggeiðslum, lendageiðslum, akslum,
mjadnum, knøum og fótliðum.

-- 1 of 2 --

Í ætlanini er eisini hædd tikin fyri førleikamenning av heilsustarvsfólki, soleiðis at klárt verður at gera
prostatakanningar í september ella oktober í ár.
Til spurning 3 og 4
Ein 3T MR-skannari hevur framkomna tøkni, sum Sjúkrahúsverkið ikki hevur havt áður. Sostatt er
neyðugt at tryggja, at radiografarnir í MR-toyminum fáa upplæring og royndir, og tað verður m.a.
gjørt við at gera kanningar, av so sum heila, liðum og ryggi. Hetta eru kanningar, sum frammanundan
verða gjørdar í Sjúkrahúsverkinum á 1,5T MR-skannara.
Prostatakanning er kompleks á ymiskan hátt, sum umframt upplæring og royndir, eisini krevur
førleikamenning av starvsfólki og avtalu við røntgendeild uttanlands, sum m.a. kann tulka tílíkar
myndir. Sambært tíðarætlanin hjá Sjúkrahúsverkinum fyri íverksetanina av MR-toyminum og 3T MR
skannaranum, sum var klár í byrjanini av 2024, verða hesi viðurskifti komin uppá pláss og klárt er at
gera prostata kanningar í september ella oktober í ár.
Heilsumálaráðið, 18. juni 2024
Margit Stórá
landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
129.23 spm. til M. Stórá frá J. Dahl - Vantandi nýtsla av nýggja MR-skannaranum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 7. jun. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Vantandi nýtsla av nýggja MR-skannaranum á Klaksvíkar sjúkrahúsi
Spurningar:
1. Fyriliggur ein ítøkilig verksetingarætlan fyri at taka í nýtslu nýggja MR-
skannaran í Klaksvík?
2. Hvat er status við at fáa útbúgvið fólk til at brúka MR-skannaran í Klaksvík til
tað, hann skal og kann nýtast til?
3. Hví eru tær mannagongdir, sum nú verða eftirlýstar í sambandi við
prostataútgreining, ikki klárar - vitandi um í longri tíð, at skannarin var á veg?
4. Nær kunnu prostataskanningar gerast í Klaksvík?
Viðmerkingar:
MR-skannarin, eisini nevndur Tesla-skannarin, bleiv 21. mai í ár klárur at taka í
nýtslu á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Løgtingið hevur játtað pening til uppseting av
skannaranum og til upplæring av starvsfólkunum fyri at hava neyðugu útbúgvingina
og vitanina, sum skal til fyri at brúka nýggja skannaran, t.d. gera radiografar til
sonevndar superbrúkarar av skannaranum.
Knappliga hoyrist alment, at einir 28 persónar skulu til Danmarkar í næstum til
prostataútgreining - talan er er útgreining, sum nú kann gerast í Føroyum við nýggja
MR-skannaranum.
Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Margit Stórá, leggur seg ikki út í málið og sigur, at
avtalan er, at leiðslan í Sjúkrahúsverkinum úttalar seg um málið í fyrstu syftu. Og
sjúkrahússtjórin sigur, at tey enn ikki eru klár til prostataútgreiningar o.a.
Læknaserfrøðingurin Jóhan Poulsen, urologur, undrast og vísir á, at Tesla-skannarin
kundi verið tikin í nýtslu beinanvegin til prostataútgreiningar, og at longu í dag verða
skannaramyndir sendar til Danmarkar at kannast.
Viðkomandi er at fáa at vita, hví skannarin ikki kann brúkast soleiðis sum ætlað, tí tað
er kostnaðarmikið at senda sjúklingar til útlandið til kanningar. Tí verður hesin
fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 7. juni 2024
Johan Dahl

-- 1 of 1 --