← Løgtingsmál

52-127/2023

Sjúklingar sendir til Aalborg at skannast heldur enn til Klaksvíkar

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 19. jun. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
127.23 svar fra M. Stórá til E. M. Gunnleygsdóttur - Sjúklingar sendir til Aalborg at skannast heldur enn til Klaksvíkar.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 19. jun. 2024

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 18. juni 2024
HMR j. nr. 24/14760-4
Margit Stórá
landsstýriskvinna
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-127/2023 eftir § 52 a í tingskipanini um sjúklingar sendir til Aalborg at
skannast heldur enn til Klaksvíkar, frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinnu
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Kundu teir 28 sjúklingarnir, sum Landssjúkjahúsið nýliga hevur ávíst til Aalborg at skannast,
ístaðin verið sendir til Klaksvíkar?
2. Hvat er meirkostnaðurin av at senda hesar 28 sjúklingarnar til Danmarkar í mun til, at teir
blivu sendir til Klaksvíkar sjúkrahús?
Svar:
Til spurning 1
Nei, sum nú er letur hetta seg ikki gera. Sambært Sjúkrahúsverkinum eru fylgjandi orsøkir til tess:
Ein 3T MR-skannari hevur framkomna tøkni, sum Sjúkrahúsverkið ikki áður hevur havt. Sostatt er
neyðugt at tryggja, at radiografarnir í MR-toyminum fáa upplæring og royndir, og tað verður m.a.
gjørt við at gera kanningar, av so sum heila, liðum og ryggi. Hetta eru kanningar, sum frammanundan
verða gjørdar í Sjúkrahúsverkinum í einum 1,5T MR-skannara.
Prostata kanning er kompleks á ymiskan hátt, sum umframt upplæring og royndir eisini krevur
førleikamenning av starvsfólki og avtalu við røntgendeild uttanlands, sum m.a. kann tulka tílíkar
myndir. Sambært tíðarætlanini hjá Sjúkrahúsverkinum fyri íverksetanina av MR-toyminum og 3T

-- 1 of 3 --

MR skannaranum, sum var klár í byrjanini av 2024, verða hesi viðurskifti komin uppá pláss og klárt
er at gera prostata kanningar í september ella oktober í ár.
Til spurning 2
Sum nevnt omanfyri er enn ikki møguligt at skanna teir 28 sjúklingarnar í Føroyum. Tí eru tølini
niðanfyri sett upp út frá tí fyritreyt, at tað var møguligt at skanna sjúklingarnar í Føroyum.
Tann metti meirkostnaðurin av at senda 28 sjúklingar uttanlands (um tað bar til at skanna fyri prostata
á Klaksvíkar sjúkrahúsi) er hesin:
Kostnaðurin fyri 28 sjúklingar til Danmarkar (Aalborg) er: Kr. 229.908
Kostnaðurin fyri 28 sjúklingar til Klaksvíkar er: Kr. 70.308
Munur: Kr. 159.600
Tølini byggja á útrokningarnar frá Kliniska Stápi – Uttanlandstænastuni í Sjúkrahúsverkinum:
Kostnaður Árligur
Tal av pr.
viðgerð
kostnaður
ÁR Viðgerð sjúkl. v/fylgjara v/ fylgjara
2024 MR
skanning
28 Viðgerð (DRG
prísur)*
2.511 70308
Flogferð sjúklingur 4.200 117600
Flutningur annars 1.000 28000
Uppihald sjúklingur 500 14000
8.211 229.908
* DRG stendur fyri “Diagnosis Related Group”. DRG-prísir verða vanliga nýttir til at seta prís á ymiskar veitingar
í sjúkrahúsverkinum.
Talvan omanfyri vísir kostnaðin av at senda sjúklingar til MR-skanning í Aalborg. Hvør skanning
kostar sambært hesum umleið 8.211 kr., íroknað ferðing og uppihald har gist verður eina nátt á
sjúklingahotelli í Aalborg.
Um 28 sjúklingar verða ávístir til MR-skanning í Aalborg verður kostnaðurin sostatt góðar 230 tús.
kr., við omanfyrinevndu fortreytum.
Undir vanligum umstøðum hevur sjúklingurin ikki fylgjara við, tá ið ávíst verður til MR-skanning í
Danmark. Fyrivarni skal takast fyri, at tað í einstøkum førum er neyðugt á ávísa fylgjara við. Tá skulu
ferða- og uppihaldsútreiðslur leggjast afturat omanfyrinevnda kostnað.

-- 2 of 3 --

Kostnaður í Føroyum, um kostnaðurin svarar til DRG-prís:
Viðgerð Tal av
sjúkl.
Kostnaður
pr.
viðgerð
(DKK)
Kostnaður fyri 28 sjúklingar (DKK)
MR
scanning
28 Viðgerð
(DRG-prísur)
2.511 70308
Prísurin á eini MR-skanning av prostata í Føroyum kann gerst dýrari enn ásetti DRG-prísurin,
eftirsum talið av skanningum er lágt, og tað vanliga gerst dýrari at tryggja førleikar v.m. í einum
lítlum sjúkrahúsverki.
Heilsumálaráðið, 18. juni 2024
Margit Stórá
landsstýriskvinna

-- 3 of 3 --
127.23 spm. til M. Stórá frá E. M. Gunnleygsdóttur - Sjúklingar sendir til Aalborg at skannast heldur enn til Klaksvíkar.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 7. jun. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Sjúklingar sendir til Aalborg at skannast heldur enn til Klaksvíkar
Spurningar:
1. Kundu teir 28 sjúklingarnir, sum Landssjúkjahúsið nýliga hevur ávíst til
Aalborg at skannast, ístaðin verið sendir til Klaksvíkar?
2. Hvat er meirkostnaðurin av at senda hesar 28 sjúklingarnar til Danmarkar í
mun til, at teir blivu sendir til Klaksvíkar sjúkrahús?
Viðmerkingar:
Jóhan Poulsen, urolog, sigur, at skannarin í Klaksvík kann skanna fyri prostata
beinanvegin – í dag um tað skal vera - og allar avtalur við Aalborg sjúkrahús eru
komnar uppá pláss.
Mótsatt hesum sigur Steinar Eirikstoft, stjóri á Landssjúkrahúsinum, at stórt
fyrireikingararbeiði enn er eftir at gera, áðrenn sjúklingar kunnu sendast til
Klaksvíkar. Møguliga einaferð eftir summarferiuna kunnu sjúklingar sendast til
Klaksvíkar at skannast innan urologi, sigur hann.
Serfrøðingur á økinum sigur eitt, meðan stjórin á LS sigur heilt nakað annað.
Haldi at allir partar í málinum og serliga hesir 28 sjúklingarnir og teirra avvarðandi
hava krav uppá at vita, hvør sannleikin er.
Føroyski skattaborgarin hevur eisini krav uppá at vita, hvussu hansara peningur
verður umsitin. Ein av okkara størstu uppgávum sum myndugleiki er at fáa
skattaborgarans pening at strekkja sum longst. Serliga nú í hesum døgum, har
arbeiðarin stríðist fyri at fáa nakrar krónur uppá tímalønina. Tað er beinleiðis
ábyrgdarleyst at velja dýrar loysnir, sum eins væl kundu verið gjørdar bíligari og
betri, sum í hesum førinum.
Á Løgtingi, 7. juni 2024
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

-- 1 of 1 --