52-126/2023
Vitjan á WHO aðalfundi
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 18. jun. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
126.23 svar frá M. Stórá til J. av Rana - Vitjan á WHO aðalfundi.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 19. jun. 2024
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 19. juni 2024 HMR j. nr. 24/14684-2 Margit Stórá landsstýriskvinna Svar upp á Fyrispurning nr. 52-126/2023 eftir § 52 a í tingskipanini, um vitjan á WHO aðalfundi, frá Jenisi av Rana, løgtingsmanni. Spurningar vóru soljóðandi: 1. Hvørjar av ætlaðu broytingunum í viðtøkunum og ískoytum hjá WHO vórðu samtyktar? 2. Hvørji sjónarmið bar landsstýriskvinnan, Føroya og føroyinga vegna, fram á aðalfundinum hjá WHO? 3. Hvussu fara møguligar samtyktar broytingar at ávirka Føroyar og føroyingar? Svar: Til spurning 1, 2 og 3 Av tí, at spurningarnir eru nær tengdir hvør at øðrum, havi eg valt at svara teimum undir einum. Í spurninginum verður víst til mál á skránni fyri ársfundin hjá WHO. Tað verður ikki víst til navngivin mál, men soleiðis sum eg skilji spurningin vísir spyrjarin til arbeiðið við pandemisáttmálanum. Ætlanin var, at arbeiðið við pandemisáttmálanum skuldi verða liðugt, so londini kundu viðgera og avgreiða málið á ársfundinum hjá WHO í 2024. Arbeiðið at orða ein pandemisáttmála hevur drigið út, og tí var málið ikki búgvi at verða viðgjørt á ársfundinum í 2024. Við støði í hesum samráddust londini um, hvørja lagnu málið við pandemisáttmálanum skuldi fáa. Niðurstøðan frá hesum samráðingum varð, at arbeiðið við at orða eitt uppskot til ein pandemisáttmála heldur fram. Londini samdust um at seta eina nýggja tíðarfreist. Sambært nýggju tíðarfreistini skal arbeiðið at orða eitt uppskot til pandemisáttmála verða liðugt innan eitt ár frá ársfundinum hjá WHO í 2024 at rokna. -- 1 of 2 -- Við støði í avgerðini um at útseta málið um pandemisáttmálan, kom málið ikki til atkvøðugreiðslu. Av tí, at málið ikki er avgreitt, ber ikki til at siga hvørja lagnu tað fær frameftir og somuleiðis er ov tíðliga at siga, hvørja ávirkan møguligi pandemisáttmálin kann fara at fáa fyri Føroyar. Heilsumálaráðið fylgir málinum, og samskiftir regluliga við Indenrigs- og Sundhedsministeriet um gongdina í málinum. Heilsumálaráðið, 19. juni 2024 Margit Stórá landsstýriskvinna -- 2 of 2 --
126.23 spm. til M. Stórá frá J. av Rana - Vitjan á WHO aðalfundi.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 6. jun. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Jenis av Rana, løgtingsmaður Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum Evni: Vitjan á WHO aðalfundi Spurningar: 1. Hvørjar av ætlaðu broytingunum í viðtøkunum og ískoytum hjá WHO vórðu samtyktar? 2. Hvørji sjónarmið bar landsstýriskvinnan, Føroya og føroyinga vegna, fram á aðalfundinum hjá WHO? 3. Hvussu fara møguligar samtyktar broytingar at ávirka Føroyar og føroyingar? Viðmerkingar: Í døgunum 27.- 31. mai var landsstýriskvinnan í heilsumálum á aðalfundi hjá heimsheilsustovninum WHO. Áðrenn fundin vóru gevandi orðaskifti í Løgtinginum um ætlaðu føroysku luttøkuna, har fleiri av røddunum vóru ivasamur um tilknýti Føroya til stovnin. Har fekk landsstýriskvinnan ráð frá løgtingsfólkum um at vera varin, og ikki á nakran hátt knýta Føroyar tætt at hesum fólkaræðisliga veikt kjølfesta, men máttmikla privatfíggjaða felagsskapi. Ógvusligar ætlanir vóru um broytingar í viðtøkum felagsskapsins; broytingar sum, við ymiskum ivasomum grundgevingum, høvdu sum endamál at flyta vald frá limalondum til WHO - og til sjálvan aðalskrivaran. Nevnast kann úr uppskotunum, at har limalondini í dag sjálvi kunnu gera av, um WHO tilmæli skuldu setast í verk, so verða limalondini frameftir noydd at seta slík í verk, at aðalskrivarin frameftir sjálvur kann avgera, nær talan er um heimshóttandi farsótt, og at WHO fær einkarætt at evna til og stýra heilsukunning. Mong onnur dømi eru um, hvussu ætlaðu broytingarnar gera seg inn á fólka- og sjálvræði limalandanna. Nú aðalfundurin hevur verið, eru óivað fleiri løgtingsfólk við mær, sum eru forvitin eftir at vita, hvussu gekst. Hvat landsstýriskvinnan bar fram Føroya vegna, um ætlaðu broytingarnar vunnu frama, og um so er, hvussu hesar kunnu hugsast at ávirka Føroyar, sum jú ikki eru limir í WHO, men hava atlimaskap í felagsskapinum. Á Løgtingi, 6. juni 2024 Jenis av Rana -- 1 of 1 --