← Løgtingsmál

52-124/2023

Sjúkraflutningstænastan í Sandoynni

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Svar latin inn · Svarfreist 12. jun. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
124.23 svar frá M. Stórá til J. Vestergaard - Sjúkraflutningstænastan í Sandoynni.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 13. jun. 2024

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 12. juni 2024
HMR j. nr. 24/14119-10
Margit Stórá
landsstýriskvinna
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-124/2023 eftir § 52 a í tingskipanini viðvíkjandi sjúkraflutningstænastuni
í Sandoynni, frá Jacob Vestergaard, løgtingsmanni.
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hví verður tænastan hjá sandoyggjafólki viðvíkjandi sjúkraflutningi gjørd verri, nú
sjúkraflutningstænastan í oynni verður niðurløgd?
2. Hvussu verður við tilbúgving og trygd hjá sandoyggjafólki, um óhapp henda í tunlinum?
3. Hví er sjúkraflutningstænastan í Sandoynni ikki partur av tilbúgvingini í Sandoyartunlinum?
Svar:
Til spurning 1
Tann 31. mai 2024 gekk sáttmálin út um sjúkraflutning millum Sjúkrahúsverkið og ein privatan
veitara í Sandoynni. Hetta merkir, at tá ringt verður til 112 í dag, verða boð send á Landssjúkrahúsið,
sum beinanvegin sendir sjúkrabil við bæði royndum og vælútbúnum ambulansuviðgerðum á staðið.
Fólkini, sum arbeiða í Sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum, hava drúgvar royndir við at
veita viðkomandi hjálp til bráðfeingis støður, sum til dømis at geva rættan heilivág, í samráði við
liðlæknan í Sjúkrahúsverkinum.
Eftir at stórar broytingar eru hendar í undirstøðukervinum í Føroyum, við at vit m.a. hava fingið ein
Eysturoyartunnil og ein Sandoyartunnil, er eitt arbeiði sett í verk, har arbeiðsbólkur, við umboðum
frá sjúkraflutningstænastunum á øllum trimum sjúkrahúsunum, arbeiðir við at endurskoða
sjúkraflutningstænastuna í Føroyum. Í samsvari við strategiina hjá sjúkrahúsverkinum, hevur
Sjúkrahúsverkið, í hesum sambandi, arbeitt við at útrokna responstíðina (tað er tíðin sum vanliga
verður máld, frá tí at ringt verður 112, til hjálpin er á staðnum). Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at
responstíðirnar eru heilsufakliga nøktandi um alt landið – eisini í Sandoynni.

-- 1 of 2 --

Enn er ov tíðliga at meta um responstíðina í Sandoynni út frá veruligum royndum. Tí hevur
Sjúkrahúsverkið fyribils mett um responstíðina, har tað einans verður tikið hædd fyri fjarstøðu og
ferð. Arbeiðsbólkurin, sum situr við hesum arbeiðinum, er ikki liðugur enn, men mett verður, at
respontíðirnar í Sandoynni koma at liggja á leið sama støði, sum tær gera nógv onnur støð í landinum.
Arbeiðið hjá arbeiðsbólkinum verður liðugt í næstum.
Til spurning 2 og 3
Í tilbúgvingarætlanini fyri Sandoyartunnilin frá mars 2024 er millum annað ásett:
“Um vanlukkan er av slíkum slag, at ikki er møguligt at flyta sjúklingar út við tunnilsmunnan á
Streymoynni, men ístaðin Sandoyarmegin, verða hesir møguleikar nýttir:
• Tyrlur verða nýttar til at flyta tey skaddu.
• Fyrimunur kann eisini vera at nýta tyrlur, um vanlukkan er við munnan á Streymoynni. Hetta
má støða takast til í hvørjum einstøkum føri, alt eftir um tyrlurnar eru tøkar, og hvussu skjótt
kann berast at.
• Um tað verður mett neyðugt, verður skip brúkt til at flyta tey skaddu frá Sandoynni til
Streymoynna.”
Tað skal í hesum sambandi nevnast, at sløkkiliðið á Sandi og Tórshavnar sløkkilið, sum partur av
tunnilstilbúgvingini, hava avtalu um, at ein sløkkiliðsbilur stendur klárur at brúka í einum bilhúsi á
Sandi. Sambært Sjúkrahúsverkinum arbeiðir Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum við eini líknandi
loysn við sjúkrabili í sama bilhúsi. Samskifti er millum partarnar um hesa avtalu, men enn er ikki
komið endaliga á mál hesum viðvíkjandi.
Tað er Sjúkraflutningstænastan á Landssjúkrahúsinum, sum skal hava ábyrgd av sjúkrabilinum,
meðan sløkkiliðið á Sandi eigur bilhúsið. Ætlanin er, at bilurin eftir tørvi skal mannast við starvsfólki
frá sjúkraflutningstænasuni á Landssjúkrahúsinum, sum í bráðstøðum, og tá ið tað ikki er møguligt at
nýta tunnilin, verða flutt til Sands við tyrlu.
Heilsumálaráðið, 12. juni 2024
Margit Stórá
landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
124.23 spm. til M. Stórá frá J. Vestergaard - Sjúkraflutningstænastan í Sandoynni.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 30. mai 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jacob Vestergaard, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Sjúkraflutningstænastan í Sandoynni
Spurningur:
1. Hví verður tænastan hjá sandoyggjafólki viðvíkjandi sjúkraflutningi gjørd verri, nú
sjúkraflutningstænastan í oynni verður niðurløgd?
2. Hvussu verður við tilbúgving og trygd hjá sandoyggjafólki, um óhapp henda í tunlinum?
3. Hví er sjúkraflutningstænastan í Sandoynni ikki partur av tilbúgvingini í Sandoyartunlinum?
Viðmerkingar:
Sjúkrahússtjórin hevur boðað frá, at sjúkraflutningstænastan í Sandoynni, sum hevur verið skipað við
sjúkrabili í Sandoynni, verður niðurløgd, og sjúkraflutningstænastan, sum er staðsett á
Landssjúkrahúsinum, skal røkja sjúkraflutningin í Sandoynni.
Sjúkraflutningstænastan er skipað við sjúkrabilum staðsettum í Vágoynni og í Eysturoynni. Tað var
uppá tal at niðurleggja tænastuna í Vágum, tá Vágatunnilin varð tikin í nýtslu, men tann ætlanin varð
slept. Tað er skjótt at koyra í Eysturoynna, bæði úr Tórshavn og Klaksvík, men tað hevur ongantíð
verið uppá tal at niðurleggja tænastuna. Tí kann tað undra, at sandoyggjafólk verða viðgjørd øðrvísi
og harvið fáa eina verri tænastu.
Tá tað snýr seg um tilbúgving í Sandoyartunlinum, er avtala gjørd við Tórshavnar kommunu um at
hava sløkkiliðsbil staðsettan í Sandoynni. Støðan er meinlík, tá tað snýr seg um sjúkraflutning og
præhospitalska viðgerð, skuldi okkurt hent í Sandoyartunlinum. Spurningurin er tí, um ein
sjúkrabilur, staðsettur í Sandoynni, ikki kundi verið partur av samlaðu sjúkraflutningstænastuni í
miðstaðarøkinum og samstundis styrkt samlaðu tilbúgvingina.
Á Løgtingi, 30. mai 2024
Jacob Vestergaard

-- 1 of 1 --