52-123/2023
Viðurkenning av Palestina
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 8. jun. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
123.23 svar fra A. V. Johannesen til H. Abrahamsen - Viðurkenning av Palestina.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 10. jun. 2024
Sjá útdrigin tekst
L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo Løgtingið Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 123/2023 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann, frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, um viðurkenning av Palestina Fyrispurningurin var soljóðandi: 1. Hvat bygdi løgmaður pástandin á, tá hann á tingfundi tann 15. mai í ár segði, at Danmark, vikuna undan, hevði viðurkent Palestina sum ríki? 2. Hevur landsstýrið nakrantíð á landsstýrisfundi viðgjørt spurningin, um Føroyar skulu viðurkenna Palestina sum sjálvstøðugt ríki? 3. Hvussu eru mannagongdirnar í sambandi við slíkar viðurkenningar? 4. Eru øll almenn úttalilsi frá landsstýrismanninum við uttanríkismálum at rokna sum ein fráboðan um almenna politikk Føroya? 5. Um ikki øll almenn úttalilsi frá landsstýrismanninum við uttanríkismálum eru at rokna sum ein fráboðan um almenna politikk Føroya, hvussu verður so skilt ímillum, nær talan er um almenna politikk Føroya, og nær talan ikki er um almenna politikk Føroya? Svar: Til spurning 1-3 Lat meg leggja fyri við at ásanna, at eg kundi havt verið greiðari í munnliga svari mínum tann 15. mai, og fegnist tí um høvi at koma við eini nágreining. Bara fullveldisríki kunnu viðurkenna onnur lond sum sjálvstøðug ríki. Tað kann gerast við einsíðis fráboðanum og sínámillum avtalum. Tað er rætt sum spyrjarin vísir á, at Danmark hevur ikki framt eina einsíðis fráboðan um viðurkenning av Palestina, sum sjálvstøðugt ríki. Men Danmark taldist millum tey 143 ST-limalondini, ið tóku undir við aðalfundarsamtykt A/ES-10/L.30/Rev.1 frá 10. mai 2024, og tað var hetta, sum var uppi at venda í munnliga spurninginum. Henda samtyktin víðkaði um heimildirnar hjá Palestina í Aðalfundi Sameindu tjóða. Tá eg tí svaraði, sum eg svaraði tann 15. mai í ár, so var tað tí, at eg legði til grund, at Danmark við at taka undir við hesi samtykt, sum útgangsstøði eisini tekur undir við, at Palestina sum frálíður, og undir ávísum treytum, kann verða viðurkent sum sjálvstøðugt ríki. Nærum 150 lond hava í dag viðurkent Palestina sum fullveldisríki. Tað vil siga, at um tríggir fjórðingar av øllum heimsins londum hava framt hesa viðurkenning. Tað er m.a. grundað á ta sannroynd, at Palestina er limur í UNESCO, fastur eygleiðari í Sameindu tjóðum, sum einans er loyvt sjálvstøðugum ríkjum, sum -- 1 of 2 -- L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo ikki eru limir í ST, umframt at Palestina eisini er sáttmálapartur í stovnandi sáttmálunum hjá altjóða revsirættardómstólinum í Haag, sum eisini einans er fyri sjálvstøðug ríki. Bæði lond, sum hava, og sum enn ikki hava, viðurkent Palestina sum ríki, hava alment boðað frá, at varandi friður er neyðturviliga tongdur at eini loysn við tveimum ríkjum. Teirra millum USA, Frakland, Bretland og Danmark. Ein fortreyt fyri eini tílíkari loysn er sínámillum viðurkenning millum Ísrael og Palestina. Ein loysn við tveimum ríkjum er sostatt eitt sjónarmið, sum breið millumtjóða undirtøka er fyri, eisini millum tey lond, sum enn ikki hava viðurkent Palestina at vera sjálvstøðugt ríki, og sum landsstýrið í útgangsstøði eisini tekur undir við. Til spurning 4 og 5 Yvirskipað er tað so, at tá ið eitt aðalráð leggur eina fráboðan út á sína heimasíðu, eins og til dømis Uttanríkis- og vinnumálaráðið gjørdi 18. desember í fjør, verður hetta at rokna sum ein almenn fráboðan. Í Tinganesi, 10. juni 2024 Aksel V. Johannesen løgmaður -- 2 of 2 --
123.23 spm. til A. V. Johannesen frá H. Abrahamsen - Viðurkenning av Palestina.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 27. mai 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður Evni: Viðurkenning av Palestina Spurningar: 1. Hvat bygdi løgmaður pástandin á, tá hann á tingfundi tann 15. mai í ár segði, at Danmark, vikuna undan, hevði viðurkent Palestina sum ríki? 2. Hevur landsstýrið nakrantíð á landsstýrisfundi viðgjørt spurningin, um Føroyar skulu viðurkenna Palestina sum sjálvstøðugt ríki? 3. Hvussu eru mannagongdirnar í sambandi við slíkar viðurkenningar? 4. Eru øll almenn úttalilsi frá landsstýrismanninum við uttanríkismálum at rokna sum ein fráboðan um almenna politikk Føroya? 5. Um ikki øll almenn úttalilsi frá landsstýrismanninum við uttanríkismálum eru at rokna sum ein fráboðan um almenna politikk Føroya, hvussu verður so skilt ímillum, nær talan er um almenna politikk Føroya, og nær talan ikki er um almenna politikk Føroya? Viðmerkingar: Tann 15. mai í ár svaraði løgmaður einum munnligum fyrispurningi í Løgtinginum frá undirritaða, MS-123/2023, har hann segði soleiðis: “Hóast Palestina ikki enn er limur í ST, hava 143 lond, herundir Danmark, so seint sum í seinastu viku, viðurkent Palestina sum ríki.” Men tann 22. mai stóð ein grein á heimasíðuni hjá Danmarks Radio, har yvirskriftin var: “Regeringen er ikke klar til at anerkende Palæstina som stat”. Í greinini verður Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, endurgivin fyri at siga: “Hvis Palæstina skal anerkendes som stat, kræver det, at staten findes.” Men løgmaður segði í Løgtinginum eina viku undan hesum, at Danmark hevði longu viðurkent Palestina sum ríki. Hetta segði hann í svari til ein fyrispurning, har spurt varð, hvør hevði tikið avgerðina um, at Føroyar stuðla eini tvíríkjaloysn, soleiðis at Ísrael og Palestina verða at rokna sum tvey sjálvstøðug ríki. Løgmaður svaraði tí spurninginum við at siga, at í fráboðan tann 18. desember 2023 segði landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, at fortreytin fyri friði er ein loysn við tveimum ríkjum, og at hetta síðani varð endurtikið í Løgtinginum og í almenna rúminum. Svarið kundi illa skiljast øðrvísi enn, at orðini hjá landsstýrismanninum vóru bæði støðutakanin og almenna fráboðanin vegna Føroyar. Løgmaður bleiv beinleiðis spurdur, hvør hevði tikið avgerðina, og nær hon varð tikin, og hann vísti í svarinum bara til hetta. Tí verður í hesum fyrispurninginum spurt, hvussu mannagongdirnar eru í sambandi við slík mál. -- 1 of 2 -- Á Løgtingi, 28. mai 2024 Helgi Abrahamsen -- 2 of 2 --