52-121/2023
Útvarpshoyrilíkindi á útróðri
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 15. mai 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
121.23 Svar frá S. Stenberg til B. á Lakjuni - um útvarpshoyrilíkindi á útróðri.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 15. mai 2024
Sjá útdrigin tekst
A L M A N N A – O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn (+298) 30 40 00 • ammr@ammr.fo • www.ammr.fo Løgtingið 15. mai 2024 Tinghúsvegur 1-3 J.nr: 24/11079-5 110 Tórshavn Tygara skriv: Viðgjørt: Nr. 52-121/2023 Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52/121/2023 eftir § 52a í Tingskipanini til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna og mentamálum, frá Bárði á Lakjuni, løgtingsmanni, um útvarpshoyrilíkindi á útróðri Spurningar: 1. Hvussu ber tað til, at tú á útróðri – við somu radioútgerð – hoyrir aðrar føroyskar útvarpsræsur so nógv betur, enn tú hoyrir Kringvarp Føroya á FM sendinetinum? 2. Eru sendararnir hjá Kringvarpi Føroya staðsettir øðrvísi enn sendararnir hjá privatu loftmiðlunum? Um ja, so hví? 3. Hava útróðrarmenn, ið hava bátar við vanligari radioútgerð, lógartryggjaðan rætt til at hoyra útvarpið hjá Kringvarpi Føroya? Svar: Til 1. Útvarpshoyrilíkindi á sjónum: Hetta kann skyldast ymiskar fysiskar og tekniskar umstøður sum t.d. sendistyrki og staðseting av sendarum. Tá ið trupulleikar eru við FM- dekningi hjá Kringvarpi Føroya (KvF), fær NET, sum umsitur raksturin av sendinetinum hjá KvF, vanliga kunning um hetta, antin beinleiðis frá lurtarum ella umvegis KvF. NET vil kanna nærri, hvørji økir talan er um og gera neyðugu tillagingarnar fyri at betra um hoyrilíkindini. Til 2. Staðseting av sendarum: Flestu FM-sendararnir hjá KvF vórðu uppsettir í sendistøðum við mastrum, sum vóru bygdar í 1970-árunum, tá byrjað varð at senda á FM. Privatu rásirnar hava valt at seta nakrar av sínum sendarum upp á somu sendistøðum, sum upprunaliga vóru bygdar til KvF. Í øðrum førum hava privatu rásirnar bygt egnar sendistøðir og uppsett sendarar har. Til 3. Lógartryggjaður rættur: Sambært § 1, stk. 3 í løgtingslóg um kringvarp, hevur landið skyldu til at tryggja, at allir borgarar hava møguleika at móttaka sendingar hjá Kringvarpi Føroya. Leypandi tillagingar verða gjørdar í FM-sendinetinum, so hvørt lurtaraviðurskiftini broytast. Umframt á FM-sendinetinum verða sendingar hjá KvF sendar á millumbylgju, sum eisini dekkar sjóøkið, og tær vera stroymdar á alnetinum. -- 1 of 2 -- A L M A N N A - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Síða 2 av 2 Tórshavn, 15. mai 2024 Sirið Stenberg landsstýriskvinna -- 2 of 2 --
121.23 spm til S. Stenberg frá B. á Lakjuni - um útvarpshoyrilíkindi á útróðri.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 2. mai 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum Evni: Útvarpshoyrilíkindi á útróðri Spurningar: 1. Hvussu ber tað til, at tú á útróðri – við somu radioútgerð – hoyrir aðrar føroyskar útvarpsræsur so nógv betur, enn tú hoyrir Kringvarp Føroya á FM sendinetinum? 2. Eru sendararnir hjá Kringvarpi Føroya staðsettir øðrvísi enn sendararnir hjá privatu loftmiðlunum? Um ja, so hví? 3. Hava útróðrarmenn, ið hava bátar við vanligari radioútgerð, lógartryggjaðan rætt til at hoyra útvarpið hjá Kringvarpi Føroya? Viðmerkingar: Útróðrarmenn hava gjørt spyrjaran varugan við, at tað ikki ber til at hoyra útvarpið hjá Kringvarpi Føroya nóg væl, tá tú kemur út um landoddarnar og út á opið hav. Sagt verður, at hóast radioútgerðin er júst tann sama, so hoyrast aðrar føroyskar ræsur – m.a. Lindin og Rás2, sum eru privatar og ókeypis ræsur – nógv betur enn KVF, sum kostar hesum útróðrarmonnum upp í fleiri túsund krónur um árið í kringvarpsgjaldi. Tað kann undra, um tað er so, at tann rásin, ið man rindar lógarfest kringvarpsgjald fyri, ikki megnar at senda við eins góðum signali sum tær ræsurnar, ið eru ókeypis at lurta eftir. Í løgtingslóg um kringvarp er í § 1, stk. 3 ásett, at landið hevur skyldu til at tryggja, at allir borgarar hava møguleika at móttaka sendingar hjá Kringvarpi Føroya. Fyri at fáa greiði á hesum máli, verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 2. mai 2024 Bárður á Lakjuni -- 1 of 1 --