← Løgtingsmál

52-120/2023

Tvískattaavtalur, sum eru viðkomandi fyri Føroyar

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 15. mai 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
120.23 Svar frá R. Vang til Ey. H. Niclasen - Tvískattaavtalur, sum eru viðkomandi fyri Føroyar.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 15. mai 2024

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 15. mai 2024
J. nr.: 24/12043-2
Viðgjørt: JEK
Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-120/2023, frá Eyðdis Hartmann Niclasen,
løgtingskvinnu, settur landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um
tvískattaavtalum, sum eru viðkomandi fyri Føroyar.
Spurningarnir eru soljóðandi:
1. Ætlar landsstýriskvinnan í fíggjarmálum at arbeiða fyri at knýta Føroyar uppí tær donsku
tvískattaavtalurnar?
2. Um ja, hvørji lond verður hugsað um eru viðkomandi, og nær kann væntast, at málið
kann loysast, og eitt úrslit spyrjast burturúr? Um nei, hvørjar eru orsakirnar til, at tað ikki
verður gjørt?
Svar til spurning nr. 1
Føroyar kunnu gera tvískattaavtalur upp á tveir ymiskar mátar. Antin við at samráða seg til sína
egnu avtalu ella við at seta seg í samband við donsku stórnina við atliti til at víðka eina danska
avtalu til eisini at fevna um Føroyar. Fyrstnevndi háttur er serliga viðkomandi,
• um Danmark ikki hevur eina tvískattaavtalu við viðkomandi land,
• um okkara ynskir ikki kunnu rúmast innanfyri karmarnar í einari danskari avtalu ella
• um danska avtalan als ikki kann víðkast til eisini at fevna um Føroyar.
Sum er eru tað tvær danskar tvískattaavtalur, sum eisini fevna um Føroyar. Talan er um
avtalurnar við ávikavist India og Sveis. Áður hava eisini aðrar danskar tvískattaavtalur verið
galdandi fyri Føroyar, m.a. avtalan við Eysturríki.
Fyrr í vár var ein fundur millum miðfyrisitingina og umboð fyri vinnuna í Føroyum. Eitt úrslit,
sum spurdist burturúr fundinum, var, at ein arbeiðsbólkur varð settur til tess at lýsa tørvin á fleiri
tvískattaavtalum, so at ein raðfestur listi yvir tey mest viðkomandi londini kundi gerast.
Arbeiðsbólkurin er mannaður við umboðum fyri Vinnuhúsið, TAKS og Fíggjarmálaráðið.
Vinnuhúsið hevur samskipandi leiklutin í arbeiðsbólkinum
Tað hevur higartil bert verið ein fundur í nevnda arbeiðsbólki, so enn er ov tíðliga at siga, hvørji
lond Føroyar mest sannlíkt fara at raðfesta.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Svar til spurning nr. 2
Mikudagin í hesi vikuni verður fundur millum umboð fyri føroysku miðfyrisitingina og umboð
fyri landsfyrisitingina í USA. Eitt evni á dagskránni til fundin er júst ein møguligur
tvískattasáttmáli. millum Føroyar og USA.
Víst verður annars til svarið upp á spurning nr. 1.
Tinganes, tann 15. mai 2024
Ruth Vang
landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
120.23 spm til R. Vang frá Ey. H. Niclasen - Tvískattaavtalur, sum eru viðkomandi fyri Føroyar.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 2. mai 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eyðdis Hartmann Niclasen, løgtingskvinna
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Tvískattaavtalur, sum eru viðkomandi fyri Føroyar
Spurningar:
1. Ætlar landsstýriskvinnan í fíggjarmálum at arbeiða fyri at knýta Føroyar uppí
tær donsku tvískattaavtalurnar?
2. Um ja, hvørji lond verður hugsað um eru viðkomandi, og nær kann væntast, at
málið kann loysast, og eitt úrslit spyrjast burturúr? Um nei, hvørjar eru
orsakirnar til, at tað ikki verður gjørt?
Viðmerkingar:
Staðfest er, at búskaparliga haldførið hjá Føroyum er alt annað enn gott.
Fyri at skapa betri inntøkumøguleikar, heruppií menna seg á vinnuøkinum - bæði her
heima og úti um landoddarnar, er ein av møguleikunum at knýta Føroyar uppí donsku
tvískattaavtalurnar. Hetta hevur verið frammi nakrar ferðir hesa tingsetuna.
Vantandi tvískattaavtalur eru við til at avmarka og forða vinnuni og føroyingum í
teirra virkisfrælsi, umframt at skapa ójavnaðari og verri kappingarstøðu. Tí verður
hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 2. mai 2024
Eyðdis Hartmann Niclasen

-- 1 of 1 --