52-119/2023
Javnbjóðis tilboð til børn og ung við autismu
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 11. mai 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
119.23 Svar frá S. Stenberg til S. Bertholdsen - um javnbjóðis tilboð.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 13. mai 2024
Sjá útdrigin tekst
A L M A N N A – O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn (+298) 30 40 00 • ammr@ammr.fo • www.ammr.fo Løgtingið 10. mai 2024 Tinghúsvegur 1-3 J.nr: 24/10799-3 110 Tórshavn Tygara skriv: Viðgjørt: Nr. 52-119/2023 Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-119/2023 eftir tingskipanini § 52 a til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, frá Súsonnu Bertholdsen, um javnbjóðis tilboð til børn og ung við autismu Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvørji tilboð eru til børn og ung við autismu í Suðuroynni? 2. Hvør er orsøkin, at Almannaverkið ikki bjóðar stuðulstænastu til børn og ung við autismu undir 18 ár í Suðuroynni eins og aðrastaðni í landinum? 3. Er ætlanin at veita tilboð um stuðulstænastur til børn og ung við autismu í Suðuroynni? Svar: Til nr. 1 Almannaverkið hevur frá 2012 til á sumri 2023 havt eitt frítíðartilboð til børn og ung í Suðuroy. Talan var um blandaðan málbólk, herundir eisini børn við autismu. Tilboðið varð niðurlagt á sumri 2023, tí grundarlag var ikki at halda fram, tí eingin børn vóru í frítíðartilboðnum. Um tað vísir seg, at grundarlag aftur er at stovna eitt frítíðartilboð í Suðuroy til børn og ung, fer Almannaverkið í holt við at kanna møguleikarnar fyri at skipa eitt tilboð. Sum er, eru eingin børn á bíðilista til frítíðartilboð í Suðuroy. Til nr. 2 Almannaverkið hevur higartil valt at skipa tænastu til børn og ung, (allir málbólkar), í toymum, tað er í frítíðartilboðum og café- og klubbtilboðum, ístaðin fyri sum ein-til-ein stuðul. Hesi toymistilboð hava verið um alt landið, eisini í Suðuroy. Tilboðið í Suðuroy var tó niðurlagt fyri einum ári síðani, tá tørvur ikki longur var á tilboðnum, sí svarið til spurning 1. Toymisloysnir hava verið mett skynsamar bæði fakliga og fíggjarliga. Av tí sama hevur Almannaverkið avmarkaða ein-til-ein stuðulstænastu til børn og ung í øllum landinum, ikki bara í Suðuroy. Higartil hava flestu børn og ung, sum søkja Almannaverkið um tænastur, havt (lættari) kognitivar skerjingar, og eisini aðrar diagnosur, sum autismu og ADHD, og toymistilboðini hava í stóran mun nøktað tann tørv, ið hevur verið. -- 1 of 2 -- A L M A N N A - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Síða 2 av 2 Til nr. 3 Sí eisini svarið til spurning 1. Almannaverkið hevur seinnu árini sæð ein øktan tørv á stuðli innan autismu, ADHD, angist og tunglyndi til børn og ung, sum eru kognitivt væl fyri. Hendan tørvin sær Almannaverkið í øllum landinum, eisini í Suðuroy. Fleiri av hesum børnum og ungu megna illa ein vanligan gerandisdag við vanligari skúlagongd og frítíðarvirksemi. Hesi ungu, sum eru kognitivt væl fyri, men sum hava t.d. autismu, ADHD, angist og tunglyndi, eru ein annar málbólkur enn tann, sum Almannaverkið higartil hevur bjóðað ymisk toymistilboð, sí svarið til spurning 2. Tað eru skúlar og barnagarðar, sum fyrst verða varug við avbjóðingarnar. Almannaverkið fær vanliga kunnleika til hesi mál, tá børnini eru nakað eldri. Almannaverkið hevur tíverri ikki nøktandi tænastu til henda málbólk enn, men hevur í strategiska arbeiðinum fyri 2024 – 2029 lagt eina ætlan fyri at ganga hesum tørvinum á møti. Almannaverkið ásannar tí, at stuðulin til henda málbólk má samskipast við aðrar geirar, har børnini hava sín gerandisdag og dagligu gongd. Nevndu avbjóðingar eru eisini partur av bakgrundin fyri arbeiðinum við Barnaverkætlanini. Tað er í samstarvinum við aðrar myndugleikar, land og kommunur at tað veruliga eydnast at veita nøktandi og samanhangandi tænastu til henda málbólk. Tórshavn, 10. mai 2024 Sirið Stenberg, landsstýriskvinna -- 2 of 2 --
119.23 spm. til S. Stenberg frá S. Bertholdsen - um javnbjóðis tilboð.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 29. apr. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum Evni: Javnbjóðis tilboð til børn og ung við autismu Spurningar: 1. Hvørji tilboð eru til børn og ung við autismu í Suðuroynni? 2. Hvør er orsøkin, at Almannaverkið ikki bjóðar stuðulstænastu til børn og ung við autismu undir 18 ár í Suðuroynni eins og aðrastaðni í landinum? 3. Er ætlanin at veita tilboð um stuðulstænastur til børn og ung við autismu í Suðuroynni? Øll børn og ung í Føroyum eiga at hava sama rætt til almennu tænasturnar – heilsutænastur, pláss á dagstovni, í fólkaskúla, frítíðartilboð o.tíl. uttan mun til, hvar tey búgva, og um tey hava serligan tørv. Fyri at tryggja javnar atkomumøguleikar til almennar tænastur, mugu børn við serligum tørvi - eitt nú autismu - ofta hava stuðlandi fyriskipanir, umframt vanligu tænasturnar. Hóast henda rætt og galdandi meginreglu, so er tilgongdin hjá foreldrum at tryggja barni sínum henda rætt ofta tyngjandi og møtimikil og tí fingu vit «Ta góðu tilgongdina», sum varð sett í verk í 2015 og er ein vegleiðing til foreldur at børnum við autismu. Vegleiðingin er eftirmett í ár og varð handað landsstýriskvinnuni 5. mars 2024. Á s. 27 í eftirmetingini stendur: «Harumframt framgongur, at tað á summum økjum, er ymiskt um og í hvønn mun, mannagongdin verður fylgd. Hetta hevur við sær, at tænastan til børn við autismu gerst ymisk.» Fyri at fáa greiðu á, um børn og ung við autismu í Suðuroynni fáa javnbjóðis tilboð sum børn og ung í restini av landinum, verða hesir spurningar settir landsstýriskvinnuni. Á Løgtingi, 29. apríl 2024 Súsanna Bertholdsen -- 1 of 1 --