52-118/2023
Endin á fosturtøkuni
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 11. mai 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
118.23 svar frá M. Stórá til J. av Rana - endin á fosturtøkuni.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 8. mai 2024
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 8. mai 2024 HMR j. nr. 24/10787-4 Margit Stórá landsstýriskvinna Svar upp á Fyrispurning nr. 52-118/2023 eftir § 52 a í tingskipanini viðvíkjandi enda á fosturtøku, frá Jenisi av Rana, løgtingsmanni Spurningurin var soljóðandi: 1. Hvørjar mannagongdir eru á føroysku sjúkrahúsunum fyri fostrinum, frá tí løtu, lívstráðurin er kvettur, og til aktuella fosturtøkan er endað? Svar: Til spurning 1 Sambært Sjúkrahúsverkinum er mannagongdin soleiðis, at tá ið talan er um fosturtøkur áðrenn viku 12 í viðgongutíðini, verða tær vanliga framdar sum medisinskar fosturtøkur. Verður fosturtøkan framd kirurgiskt, verður vevnaðurin burturbeindur sum ein lívfrøðilig burturbeining. Vanliga verða fosturtøkur ikki framdar eftir 12. viku í Føroyum, men í teimum førum, har talan er um seinar fosturtøkur (eftir viku 12 og áðrenn viku 22) hevur kvinnan/parið møguleika sjálvi at avgera, hvat skal gerast við fostrið. Í tílíkum førum verður vegleiðing givin um hvørjir møguleikar eru. Sambært Sjúkrahúsverkinum ynskja tey flestu at jarða fostrið í eini grøv hjá einum avvarðandi. Ynskja tey ikki at hava fostrið við heim, verður fostrið burturbeint sum ein lívfrøðilig burturbeining. Heilsumálaráðið, 8. mai 2024 Margit Stórá landsstýriskvinna -- 1 of 1 --
118.23 spm. til M. Stórá frá J. av Rana - endin á fosturtøkuni.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 29. apr. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Jenis av Rana, løgtingsmaður Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum Evni: Endin á fosturtøkuni Spurningar: 1. Hvørjar mannagongdir eru á føroysku sjúkrahúsunum fyri fostrinum, frá tí løtu, lívstráðurin er kvettur, og til aktuella fosturtøkan er endað? Viðmerkingar: Flestu sjúkrahús í grannalondum okkara hava skipaðar mannagongdir fyri, hvat verður gjørt við tey fostur, sum verða tikin við fosturtøku. Hesar mannagongdir eru ymiskar eftir aldrinum fostrið hevði, tá fosturtøkan varð framd, men tær eru eisini ymiskar frá sjúkrahúsi til sjúkrahús. Dentur tykist verður lagdur á virðiliga viðferð av og virðing og tign fyri deyða barninum - og fyri ynski foreldranna. Landsstýriskvinnan verður biðin um at greiða frá, um slíkar mannagongdir eru á føroysku sjúkrahúsunum, og hvussu hesar eru, um hesar mannagongdir t.d. eru ymiskar eftir aldrinum hjá fostrinum, og um føroysk foreldur fáa fostur útflýggjaði til sjálvi at fáa hesi jarðaði, um biðið verður um tað. Tvey dømi um skipaðar mannagongdir hjá donskum sjúkrahúsum ljóða soleiðis: 1: ”forældrene kan vælge at få det døde foster udleveret og selv sørge for begravelse. Men det kan være svært for mange forældre, og derfor bliver langt de fleste aborterede fostre sendt ud af Universitetshospitalet som biologisk affald”. 2: ”Forældrene kan selv vælge, om det aborterede foster skal nedgraves af hospitalet på en kirkegård, om de selv vil forestå en begravelse eller bisættelse, eller om de ønsker, at fostret skal bortskaffes som medicinsk affald. Á Løgtingi, 29. apríl 2024 Jenis av Rana -- 1 of 1 --