← Løgtingsmál

52-117/2023

Liðugt viðgjørdir sjúklingar á sjúkrahúsunum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 11. mai 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
117.23 Svar frá M. Stórá til H. Abrahamsen - Liðugt viðgjørdir persónar á sjúkrahúsunum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 6. mai 2024

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 6. mai 2024
HMR j. nr. 24/10786-7
Margit Stórá
landsstýriskvinna
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-117/2023 eftir § 52 a í tingskipanini viðvíkjandi liðugt viðgjørdum
sjúklingum á sjúkrahúsunum, frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni.
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvussu nógvir persónar liggja á føroyskum sjúkrahúsum, sum eru liðugt viðgjørdir,
men sum kortini ikki verða útskrivaðir, tí teir hava ongastaðni at fara?
2. Er talið á liðugt viðgjørdum persónum í sjúkrahúsverkinum vaksandi?
3. Hvørja ávirkan hava hesir persónarnir á møguleikarnar hjá øðrum at sleppa framat
viðgerð?
4. Hvør hevur ábyrgdina av hesum persónunum?
5. Hvat verður gjørt fyri at loysa henda trupulleikan?
Svar:
Til spurning 1
Tann 30. apríl 2024 var talið av liðugt viðgjørdum sjúklingum, sum framvegis lógu á
sjúkrahúsunum 7 sjúklingar. Tíðarskeiðið, sum hesi hava verið innløgd eftir at viðgerð er
endað, fevnir alt frá 8 døgum til 8 mánaðir.
Talið broytist alla tíðina, og tað er sera ymiskt, hvussu leingi sjúklingarnir eru innlagdir, eftir
at viðgerðin er lokin. Tíðarskeiðið kann fevna alt frá dagar til vikur, mánaðir og í ringasta føri
ár.
Til spurning 2
Sjúkrahúsverkið hevur síðan 2020 gjørt reglulig hagtøl fyri liðugt viðgjørdar sjúklingar, og
síðan tá hevur talið verið vaksandi á hvørjum ári.
Talið á liðugt viðgjørdum sjúklingum kann bæði gerast upp eftir, hvussu nógvir persónar hava
verið innlagdir, eftir at viðgerðin er endað, og eftir seingjardøgum, sum er hvussu nógvar
dagar sengurnar hava verið upptiknar av sjúklingum, sum ikki longur eru í viðgerð.

-- 1 of 4 --

Tølini fyri tíðarskeiðið 2020 til og við apríl 2024 eru:
Tal av
sjúklingum
Seingjadagar
2020 44 1101
2021 65 2243
2022 68 2360
2023 103 2981
apr.24 47 876
Talið fyri tíðarskeiðið januar til apríl 2024 er á sama støði sum sama tíðarskeið síðsta ár, og
nærum á sama støði, sum tað var fyri alt árið í 2020.
Til spurning 3
Sjúkrahúsverkið hevur eitt ávíst tal av plássum, og tá eitt pláss er upptikið av einum liðugt
viðgjørdum borgara, kann sama pláss ikki brúkast til ein sjúkling, sum skal hava viðgerð. Tað

-- 2 of 4 --

kann merkja, at tað verður longri bíðitíð til planlagdar og aðrar viðgerðir, ið ikki eru
bráðfeingis viðgerðir.
Fyri deildirnar merkir hetta, at minni starvsfólkaorka er til at vera um aðrar sjúklingar, sum
hava tørv á at vera innlagdir. Starvsfólkið má renna skjótari, sum gevur eitt verri
arbeiðsumhvørvi.
Tað kann merkja, ov nógvir sjúklingar eru innlagdir á deildunum, ella at aðrir sjúklingar mugu
útskrivast skjótari. Í onkrum førum er tað soleiðis, at tann liðugt viðgjørdi sjúklingurin ikki
kann liggja á stovu saman við øðrum, og tá verður ein heil fleir-seingjastova upptikin, soleiðis
at deildin hevur niðursettan seingjarkapasitet. Tað hevur við sær eitt størri trýst á hinar
deildirnar, og at fleiri sjúklingar koma út á gongina at liggja, sum er ein óvirðilig loysn.
Tá ein seingjardeild er full, kann tað eisini hava við sær longri bíðitíð til sjúklingar, sum skulu
innleggjast til eitt nú endurmenning. Eisini er neyðugt at gera færri planlagdar skurðviðgerðir
vegna manglandi seingjarpláss, sum eisini gevur longri bíðitíð.
Til spurning 4
Um borgarin hevur tørv á eini tænastu ella búplássi eftir útskriving frá sjúkrahúsi, er tað
vanliga býtt upp soleiðis, at tað er Almannaverkið, ið bjóðar tænastur til borgarar undir 67 ár,
meðan tað eru eldraøkini undir kommununum, ið bjóða tænastur til borgarar, sum eru 67 ár
ella eldri.
Vanliga er tað púra greitt, hvar ábyrgdin liggur, og tað er sera sjáldsamt, at Sjúkrahúsverkið
hevur brúk fyri eini meting frá markamótsnevndini.
Tølini býtt upp eftir aldri síggja soleiðis út:
Yngri enn 67 ár
Tal av sjúklingum Seingjardagar
2020 8 574
2021 14 1151
2022 16 1360
2023 19 1583
apr.24 8 150
67 ár ella eldri
Tal av sjúklingum Seingjardagar
2020 36 527
2021 51 1092
2022 52 1000
2023 84 1398
apr.24 39 726
Til spurning 5
Farið er undir eina tilgongd at tilevna lógaruppskot um broyting í sjúkrahúslógini, soleiðis at
heimild fæst til at áseta gjald fyri liðugt viðgjørdar sjúklingar. Talan er um eina skipan, sum
longu verður nýtt í okkara grannalondum, og sum hevur virkað væl. Skipanirnar í okkara

-- 3 of 4 --

grannalondum eru soleiðis, at tað verður ásett eitt gjald fyri hvønn seingjardag, sum
kommunurnar og almannaverkið gjalda, tá ið tey ikki taka ímóti liðugt viðgjørdum sjúklingum
eftir lokna viðgerð – vegna vantandi heimarøkt, bústovn, sambýli, eldrasambýli ella
røktarheimspláss.
Heilsumálaráðið, 6. mai 2024
Margit Stórá
landsstýriskvinna

-- 4 of 4 --
117.23 spm. til M. Stórá frá H. Abrahamsen - Liðugt viðgjørdir persónar á sjúkrahúsunum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 29. apr. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Liðugt viðgjørdir sjúklingar á sjúkrahúsunum
Spurningar:
1. Hvussu nógvir persónar liggja á føroyskum sjúkrahúsum, sum eru liðugt
viðgjørdir, men sum kortini ikki verða útskrivaðir, tí teir hava ongastaðni at
fara?
2. Er talið á liðugt viðgjørdum persónum í sjúkrahúsverkinum vaksandi?
3. Hvørja ávirkan hava hesir persónarnir á møguleikarnar hjá øðrum at sleppa
framat viðgerð?
4. Hvør hevur ábyrgdina av hesum persónunum?
5. Hvat verður gjørt fyri at loysa henda trupulleikan?
Viðmerkingar:
Seinastu tíðina hevur ljóðað í fjølmiðlunum, at sjúklingar, sum eru liðugt viðgjørdir,
verða liggjandi á sjúkrahúsunum, tí teir hava ongastaðni at fara. Sum skilst er talan
um nógvar persónar, sum av eini ella aðrari orsøk koma í klemmu í skipanini.
Fyri at fáa málið lýst – og vónandi loyst, verður hesin spurningurin settur.
Á Løgtingi, 29. apríl 2024
Helgi Abrahamsen

-- 1 of 1 --