52-116/2023
Um bótina til alifyritøku
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 2. mai 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
116.23 Svar frá H. Hoydal til B. Hammer - Um bótina til alifyritøku.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 2. mai 2024
Sjá útdrigin tekst
1 / 1 Uttanríkis- og vinnumálaráðið Løgtingið Tórshavn, 2. mai 2024 Journal nr.: 24/10232 Svar upp á fyrispurning frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni, um bót til alifyritøku, settur landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum, Høgna Hoydal (at svara skrivliga eftir TS § 52 a), nr. 52-116/2023 Fyrispurningur 1. Nær kann væntast at frætta um bótina til alifyritøkuna Bakkafrost? 2. Hví er málið ikki avgreitt? 3. Tá bótin verður goldin, fer hon so í landskassan ella í danska statskassan? Svar Spurningur nr. 1 og nr. 2 Spurningur nr. 1 og nr. 2 verða svaraðir undir einum. Heilsufrøðiliga starvsstovan, ið er stovnur undir Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, hevur viðgjørt og tikið støðu í málinum. Málið varð sent fútanum til støðutakan á vári í 2022. Sum áður er upplýst Løgtinginum, so er tað fútin, ið hevur málsræði á málinum, tá málið er fráboðað fútanum. Eftir tað er Heilsufrøðiliga starvsstovan einans við til at upplýsa málið. Sum skilst verður arbeitt við málinum. Spurningur nr. 3 Um ikki serstøk avtala er gjørd, fara inntøkur frá sektum í danska statskassan, sí § 52a fyrispurning og svar í løgtingsmáli 52-108/2023. Sum løgmaður upplýsir í svarinum, so verður arbeitt við einum øðrvísi býti av sektum millum ríkiskassan og landskassan. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, tann 2. mai 2024 Høgni Hoydal landsstýrismaður -- 1 of 1 --
116.23 spm. til H. Hoydal frá B. Hammer - Um bótina til alifyritøku.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 18. apr. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Bjarni Hammer, løgtingsmaður Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum Evni: Um bótina til alifyritøku Spurningar: 1. Nær kann væntast at frætta um bótina til alifyritøkuna Bakkafrost? 2. Hví er málið ikki avgreitt? 3. Tá bótin verður goldin, fer hon so í landskassan ella danska statskassan? Viðmerkingar: Hvar endaði rokningin til Bakkafrost? Tað var í desember í 2021, at Kringvarpið visti at siga, at Heilsufrøðiliga starvsstovan hevði latið fútanum mál um at áseta revsing og bót á 67 mió. kr. móti alifyritøkuni Bakkafrost. Síðani tykist einki vera hent í hesum álvarsliga máli. Í sjónvarpsinnslagnum var stjórin á Heilsufrøðiligu starvsstovuni annars ivaleysur. Bakkafrost hevði afturvendandi brotið flutnings- og rakstrarkunngerðina og átti at fáa hóskandi revsing. Eisini fútin helt málið verða so álvarsligt og av so stórum samfelagsligum áhuga, at hann ringdi til løgmansstjóran og “kunnaði” um málið. Nú løgmaður í farnu viku kundi boða frá, at arbeitt verður við at fáa bøtur, sum í dag enda í danska statskassanum, í landskassan, so reisur spurningurin seg aftur um bótina, sum Bakkafrost skuldi gjalda. Hvar liggur málið? Hví er ikki meira hent í málinum? Hvar endar bótin - í landskassanum ella í danska statskassanum? Á Løgtingi, 18. apríl 2024 Bjarni Hammer -- 1 of 1 --