← Løgtingsmál

52-115/2023

Fíggjarligar avleiðingar av kongsvitjan

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 29. apr. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
115.23 Svar frá R. Vang til Ei. í Jákupsstovu - Fíggjarligar avleiðingar av kongsvitjan.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 29. apr. 2024

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 29. apríl 2024
J.nr.: 24/09869
Viðgjørt: TM
Svar til § 52a fyrispurning nr. 52-115/2023 frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni, settur
landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um fíggjarligar avleiðingar av
kongsvitjan.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvør er metta samlaða nýtslan hjá landskassanum í samband við kongsvitjanina í
summar, heruppií eisini innanhýsis umraðfestingar og arbeiðsorka, sum annars hevði
verið brúkt til annað?
Svar til nr. 1
Siðvenja er ikki at meta um samlaðu nýtsluna í sambandi við almennar vitjanir ella tá ið
stjórnarráðini eru vertir fyri vitjanum yvirhøvur. Ein partur av vanliga arbeiðsøkinum hjá
stjórnarráðunum og almennum stovnum er at taka sær av og vera vertir í sambandi við ymiskar
almennar vitjanir.
Biðið er um eykajáttan til beinleiðis eykakostnaðin hjá landskassanum, sum vanlig játtan ikki
røkkur til.
Tinganes, 29. apríl 2024
Ruth Vang
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

-- 1 of 1 --
115.23 spm. til R. Vang frá Ei. í Jákupsstovu - Fíggjarligar avleiðingar av kongsvitjan.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 15. apr. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Fíggjarligar avleiðingar av kongsvitjan
Spurningar:
1. Hvør er metta samlaða nýtslan hjá landskassanum í samband við
kongsvitjanina í summar, heruppií eisini innanhýsis umraðfestingar og
arbeiðsorka, sum annars hevði verið brúkt til annað?
Viðmerkingar:
Í uppskoti til eykajáttanarløgtingslóg á vári 2024 (lm. 115/2023) verður biðið um
700.000 krónur afturat til løgmansskrivstovuna í samband við kongsvitjanina.
Semja tykist vera um, at fíggjarliga ávirkanin av vitjanini er størri, men tað tykist ikki
greitt, hvussu nógvar pengar og arbeiðsorku vitjanin fer at kosta.
Á Løgtingi, 15. apríl 2024
Eirikur í Jákupsstovu

-- 1 of 1 --