← Løgtingsmál

52-114/2023

Trivnaðarkanningar í sjúkrahúsverkinum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 29. apr. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
114.23 Svar frá M. Stórá til Ei. í Jákupsstovu - trivnaðarkanningar í sjúkrahúsverkinum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 29. apr. 2024

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 29. apríl 2024
HMR j. nr. 24/09857-4
Margit Stórá
landsstýriskvinna
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-114/2023 eftir § 52 a í tingskipanini um trivnaðarkanningar í
Sjúkrahúsverkinum, frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvussu nógvir pengar eru settir av til komandi trivnaðarkanning í sjúkrahúsverkinum?
2. Um ikki ber til at svara neyvt, ber so til at koma við einum boði til nærmastu 100.000 kr.
ella nærmastu 500.000 kr.?
3. Hví verður tað mett neyðugt at gera trivnaðarkanning aftur nú, tá kanningar hava verið
gjørdar í bæði í november 2022 og í oktober 2023?
4. Hvørji ítøkilig átøk eru framd eftir kanningina í 2022?
5. Hvørji ítøkilig átøk eru framd eftir kanningina í 2023?
Svar:
Til spurning 1
Sambært Sjúkrahúsverkinum er peningur ikki settur ítøkiliga av til trivnaðarkanningina.
Útreiðslurnar verða ein partur av rakstrarútreiðslunum hjá Sjúkrahúsverkinum. Í løtuni er
trivnaðarkanningin í útboði, og tí er enn ikki greitt, hvat kostnaðurin kemur at vera.
Til spurning 2
Sjúkrahúsverkið hevur upplýst, at kostnaðurin í 2022 var 204.400 kr. og fevndi um øll trý
sjúkrahúsini. Ein minni uppfylgjandi kanning í 2023 kostaði 63.000 kr. og fevndi somuleiðis
um øll trý sjúkrahúsini.
Til spurning 3
Trivnaður og gott arbeiðsumhvørvi er av stórum týdningi hjá starvsfólkunum í
Sjúkrahúsverkinum. Tí leggur Sjúkrahúsverkið dent á, at gera hetta sjónligt fyri leiðsluna og
starvsfólkini á einstøku deildunum.

-- 1 of 2 --

Tað eru nógvar deildir í Sjúkrahúsverkinum, og torført er at síggja og meta um trivnaðin á
øllum deildum, um tað ikki verður nýtt nakað amboð til endamálið. Tað er umráðandi fyri
sjúkrahúsleiðsluna at vita, hvønn veg tað ber, og hvar tað er neyðugt at seta fleiri átøk í verk.
Sum partur av visjón 2025 hevur sjúkrahúsleiðslan gjørt av, at trivnaðarkanningar skulu gerast
árliga. Hetta fyri at stuðla arbeiðnum hjá sjúkrahúsunum, tá tað snýr seg um trivnað og
virðisgrundarlag.
Sambært Sjúkrahúsverkinum var trivnaðarkanningin í 2022 ein umfatandi kanning, sum
innihelt millum 30-40 spurningar. Kanningin í 2023 var ein minni, uppfylgjandi kanning við
10 spurningum, fyri at kunna meta um, um kanningin í 2022 og tey átøk, ið vóru sett í verk,
hava gjørt mun.
Kanningin í ár verður aftur ein umfatandi kanning, og ynskir sjúkrahúsleiðslan við hesum
áhaldandi at leggja dent á trivnaðin hjá starvsfólkunum í Sjúkrahúsverkinum. Hetta fyri m.a. at
tryggja fasthaldan og rekruttering av nýggjum starvsfólkum. Sambært Sjúkrahúsverkinum er
góður trivnaður eisini liður í, at tey flyta seg fram móti visjón 2025 við einum sameindum
Sjúkrahúsverki á altjóða støði, eyðkent fyri nýhugsan og harafturat stuðla undir missiónina at
veita eina dygdargóða heilsutænastu alt lívið.
Til spurning 4
Síðani kanningina í 2022 eru fleiri ítøkilig átøk framd. Sambært Sjúkrahúsverkinum eru hesi
átøk ymisk í mun til hvørja deild talan er um. Nøkur átøk, ið ganga aftur, eru samstarv,
samskifti, sjónlig leiðsla, fundarstrukturur, betri skipaðar mannagongdir og sosial tiltøk.
Til spurning 5
Kanningin í 2023 legði dent á trý útvald øki, sum vóru “motivatión”, “nærmasti leiðari” og
“okkara virðisgrundarlag”.
Úrslitini frá kanningini vístu, at tað er framgongd á næstan øllum økjum.
Deildirnar hava síðani arbeitt hvør sær við átøkunum, sum tey settu í verk í 2022, og summar
hava eisini sett nýggj átøk í verk.
At arbeiða við trivnaði hjá starvsfólki er ein støðug tilgongd og er tí nakað, sum áhaldandi
mennist og veksur. Sambært Sjúkrahúsverkinum eru tí fleiri av átøkunum, sum vórðu sett í
verk í 2022, eisini galdandi fyri 2023 og frameftir.
Heilsumálaráðið, 29. apríl 2024
Margit Stórá
landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
114.23 spm. til M. Stórá frá Ei. í Jákupsstovu - trivnaðarkanningar í sjúkrahúsverkinum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 15. apr. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Trivnaðarkanningar í sjúkrahúsverkinum
Spurningar:
1. Hvussu nógvir pengar eru settir av til komandi trivnaðarkanning í
sjúkrahúsverkinum?
2. Um ikki ber til at svara neyvt, ber so til at koma við einum boði til nærmastu
100.000 kr. ella nærmastu 500.000 kr?
3. Hví verður tað mett neyðugt at gera trivnaðarkanning aftur nú, tá kanningar
hava verið gjørdar í bæði í november 2022 og í oktober 2023?
4. Hvørji ítøkilig átøk eru framd eftir kanningina í 2022?
5. Hvørji ítøkilig átøk eru framd eftir kanningina í 2023?
Viðmerkingar:
Í miðlunum um dagarnar er upplýst, at sjúkrahúsverkið hevur í hyggju at gera stóra
trivnaðarkanning av økinum. Í miðlum er eisini staðfest, at trivnaðarkanningar í øllum
førum eru gjørdar av pørtum av sjúkrahúsverkinum bæði í 2022 og 2023.
Slíkar kanningar verða fíggjaðar av løgtingsfíggjarlógini, og tí verður spurt um hesa
raðfesting innan sjúkrahúsverkið.
Á Løgtingi, 15. apríl 2024
Eirikur í Jákupsstovu

-- 1 of 1 --