52-113/2023
Kongsvitjan og umraðfestingar
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 29. apr. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
113.23 Svar frá D. Holm til Ei í Jákupsstovu - kongsvitjan og umraðfestingar.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 30. apr. 2024
Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn 29. apríl 2024 Mál: 24/09803-2 Tygara skriv: 52-113/2023 Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-113/2023 frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, um kongsvitjan og umraðfestingar Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvørjar umraðfestingar í viðlíkahaldi og íløgum verða gjørdar hjá Landsverki, orsakað av kongsvitjanini í summar? Svar: Í sambandi við fyrireikingar til kongaligar vitjanir í Føroyum kunnar Løgmansskrivstovan Landsverk um skránna, og hvørjar farleiðir ætlanin er at koyra. Landsverk metir um farleiðirnar, og um møguligar ábøtur skulu gerast, har ferðast verður á landsvegum, til dømis at mála strípur á vegir og at asfaltera. Um arbeiði verða gjørd áðrenn vitjanina, er talan um smærri verkætlanir og ábøtur, sum sambært Landsverki vanliga ikki hava meirkostnað við sær samanlagt, tí tillagingar verða gjørdar innan verandi játtanir, har arbeiði, sum longu eru á skrá, kunnu verða framskundað til at verða gjørd áðrenn vitjanina. Dennis Holm landsstýrismaður -- 1 of 1 --
113-23 spm. til D. Holm frá Ei í Jákupsstovu - kongsvitjan og umraðfestingar.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 15. apr. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum Evni: Kongsvitjan og umraðfestingar Spurningar: 1. Hvørjar umraðfestingar í viðlíkahaldi og íløgum verða gjørdar hjá Landsverki, orsakað av kongsvitjanini í summar? Viðmerkingar: Í eykajáttanarlógini á vári 2024 er biðið um 700.000 krónur afturat til løgmansskrivstovuna í samband við kongsvitjanina. Tó er rættiliga vanligt, at ábøtur verða gjørdar á vegir og lendingar, tá kongsvitjan er. Tí hesin spurningur til landsstýrismannin. Á Løgtingi, 15. apríl 2024 Eirikur í Jákupsstovu -- 1 of 1 --