← Løgtingsmál

52-112/2023

Átøk í krabbameinsætlanini

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 23. apr. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
112.23 Svar frá M. Stórá til S. Bertholdsen - Átøk í krabbameinsætlanini.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 28. apr. 2024

Sjá útdrigin tekst
1
Dagf. 23. apríl 2024
HMR j. nr. 24/09678-10
Margit Stórá
landsstýriskvinna
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-112/2023 eftir § 52 a í tingskipanini um átøk í krabbameinsætlanini, frá
Súsonnu Bertholdsen, løgtingskvinnu.
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvørji átøk í nýggju krabbameinsætlanini eru sett í verk?
2. Hvørji átøk eru ávegis?
Svar:
Til spurning 1 og 2
Báðir spurningarnir verða svaraðir undir einum.
Í krabbameinsætlanini frá 2022 eru 69 tilmæli. Eitt av hesum er at seta eitt tvørfakligt
krabbameinsráð at ráðgeva landsstýrisfólkinum, m.a. um, hvussu tilmælini skulu raðfestast.
Krabbameinsráðið varð sett á heysti í 2022 og lat í fjør landsstýriskvinnuni síni fyrstu tilmæli, sum í
høvuðsheitum snúgva seg um:
• Seta serlækna við palliatión í Sjúkrahúsverkinum.
• Seta í verk nýggja ávísingar- og útgreiningar skipan (við útgreiningareind), har ávíst verður
til ein felags “postkassa”.
• Skipa eina screeningseind og seta í verk eina landsfevnandi screening fyri tarmkrabba í
Føroyum.
• Orða eina nýggja fólkaheilsuætlan, sum leggur dent á sjúkufyribyrgjandi og heilsufremjandi
tiltøk sum heild. Samstundis verður mælt til, at tað skal raðfestast, at fáa sett nøktandi tiltøk
í verk fyri at tálma royking, serliga millum ung.
Á fíggjarlógini í fjør og í ár eru oyramerktar játtanir settar av til at seta krabbameinsátøk í verk.
Niðanfyri verður greitt frá, hvat status er viðvíkjandi teimum tilmælum, sum Krabbameinsráðið
hevur latið landsstýriskvinnuni, umframt hvørji onnur tilmæli antin eru sett í verk ella eru ávegis at
verða sett í verk.

-- 1 of 6 --

2
Tilmæli frá krabbameinsráðnum - støðulýsing
Eftir at hava fingið tilmælið frá Krabbameinsráðnum setti eg arbeiði í gongd fyri at fáa sett
tilmælini í verk. Niðanfyri verður í stuttum komið inn á, hvat status er hesum viðvíkjandi.
Palliatión
Sjúkrahúsverkið hevur lýst eftir palliatiónslækna. Higartil er ein palliatiónslækni settur í
parttíðarstarv. Tveir aðrir serlæknar hava givið tilsøgn til at verða knýttir at palliativa toyminum, og
væntandi verða hesar setanir uppá pláss um heilt stutta tíð. Eisini fer Medisinski Depilin at raðfesta
nøktandi sjúkrarøktarfrøðiliga manning. Endamálið er at veita eina so góða palliativa viðgerð, at
sjúklingar ikki verða innlagdir óneyðugt og kunnu hava eina góða tilveru í heiminum sum longst.
Tá tað verður neyðugt at innleggja, verða karmarnir til tað, tí tá flutt verður í nýggja H-bygningin
seinni í ár, verða tvær góðar ein-songs stovur oyramerktar til palliatión, ið er eitt stórt framstig
samanborið við verandi karmar á B6.
Eftir at serlæknaøkið innan palliatiónina er mannað, er ætlanin at fara undir eina tilgongd, har
palliatiónin verður skipað sum ein landsumfatandi tænasta í samsvari við krabbameinsætlanina.
Nýggj ávísingar- og útgreiningar skipan
Eitt annað grundleggjandi tilmæli í krabbameinsætlanini var at seta í verk ein nýggja ávísingar- og
útgreiningarskipan í heilsuverkinum við tí endamáli at stytta um tíðarskeiðið frá tí at lækni hevur
illgruna um krabba, til sjúklingurin er útgreinaður, og staðfest verður, um talan er um krabbamein
ella ikki. Eftir at tilmælið frá krabbameinsráðnum varð latið landsstýriskvinnuni, varð ein bólkur
settur við umboðum frá Sjúkrahúsverkinum, Kommunulæknaskipanini og Krabbameinsfelagnum til
at orða eitt tilmæli um, hvussu ítøkiliga skipanin kann verða sett í verk.
Eftir at tilmælið um íverksetan frá bólkinum varð latið landsstýriskvinnuni í januar í ár, hava
Heilsumálaráðið og Sjúkrahúsverkið verið í tøttum samskifti í sambandi við at byggja upp hesa
skipan. Eftir ætlan verður sjúkrarøktarfrøðingur/samskipari settur í næstum, samstundis sum
Talgilda heilsuskipanin verður tillaga soleiðis, at hon rúmar eini móttøkueind “postkassa”, har allar
ávísingar við “illgruna um krabbamein” verða sendar til.
Screeningseind og landsfevnandi screening fyri tarmkrabba
Eftir at tilmælið frá krabbameinsráðnum varð latið, varð ein bólkur settur, við umboðum frá
Sjúkrahúsverkinum, fyri at lýsa, hvussu ávikavist ein sceeningseind skal skipast umframt, hvussu
ein landsfevnandi screening fyri tarmkrabba kann verða sett í verk í Føroyum. Í januar lat bólkurin
tilmæli um, hvussu ein screeningseind eigur at skipast, meðan bólkurin arbeiðir í løtuni við
tilmælinum um at seta í verk eina screening fyri tarmkrabba, sum eftir ætlan verður latið
landsstýriskvinnuni í næstum.

-- 2 of 6 --

3
Høvuðsuppgávurnar hjá eini screeningseind verða planlegging, praktisk viðurskiftir,
góðskutrygging, at gera strategi fyri og eftirmeting av allari screening í Føroyum. Heilsumálaráðið
og Sjúkrahúsverkið eru í løtuni í tøttum samskifti í sambandi við at skipa screeningseindina, sum
verður skipað sum ein stápur undir Diagnostiska deplinum á Landssjúkrahúsinum.
Heilsupolitikkur og fólkaheilsuætlan
Í samsvari við samgonguskjalið er ein tilgongd byrja við at orða ein heilsupolitikk fyri Føroyar.
Politikkurin skal hava sum ovasta mál, at allir borgarar sum longst varðveita sálarliga, kropsliga og
sosiala vælveru, og at røtt og dygdargóð viðgerð verður veitt, tá hon krevst. Í heilsupolitikkinum
verða eisini tey viðurskifti tikin við, sum vanliga eru partar í eini fólkaheilsuætlan. Hóast farið ikki
er undir arbeiði at orða eina ítøkiliga fólkaheilsuætlan, er landsstýriskvinnan farin undir at seta
tilmæli úr krabbameinsætlanini í verk, sum snúgva seg um at fyribyrgja krabbamein. Sum dømi
kann nevnast, at sjøtul er settur á arbeiðið at orða eina nýggja og munabetri roykilóg (sí niðanfyri).
Heilsupolitikkurin skal hava eina visjón og røkka eitt 10-ára skeið, t.v.s. frá 2025 - 2035. Umframt
langtíðarvisjónina, skal politikkurin hava ítøkilig mál fyri styttri tíðarskeið, og tað skal lýsast, hvørji
átøk eru neyðug at seta í verk fyri at náa málunum, hvat kostnaðurin av átakinum er og hvør
tíðarætlanin er.
Ætlanin er, at politikkurin skal leggjast fyri Løgtingið á vári 2025.
Tiltøk at tálma royking
Í krabbameinsætlanini eru seks tilmæli, sum skulu virka fyri at tálma royking og heilsuskaðiligu
avleiðingunum av henni. Eg eri farin undir arbeiði at seta tilmæli í verk, sum hoyra undir mítt
málsøkið. Hetta arbeiðið er skipað í trimum pørtum: 1) orða nýggja roykilóg; 2) fyribyrgjandi átøk
og 3) tilboð um roykiavvenjing.
Eitt av málunum við roykilógini og átøkunum er, at árgangirnir hjá teimum, sum eru fødd í 2015
ella seinni, verða roykfríir og ikki nýta aðrar nikotin ella tubbaksvørur.
Ætlanin við roykilógini er at veita øllum ein lógartryggjaðan rætt til at liva og virka í einum
umhvørvi, sum ikki er heilsuskaðiligt. Høvuðsdentur verður lagdur á, at:
• Fyribyrgja at børn og ung byrja at roykja ella nýta aðrar tubbaks- og nikotinvørur.
• Tryggja, at royking v.m. ikki er partur av gerandisdegnum hjá børnum og ungum.
• Tryggja støðugt fleiri roykfrí umhvørvi.
Fólkaheilsustýrið hevur ábyrgdina av teimum fyribyrgjandi tiltøkunum og viðgerðartilboðum, sum
skulu eggja fólki at leggja av at roykja og snúsa.
Eftir ætlan verður roykilógin løgd fram í Løgtinginum í heyst.

-- 3 of 6 --

4
Onnur tilmæli – støðulýsing
Tað hevur eisini verið arbeitt við at seta onnur krabbameinsátøk enn tey, sum krabbameinsráðið
hevur mælt til. Niðanfyri verður í stuttum komið inn á, hvat status er hesum viðvíkjandi.
Betri hagtalsgrundarlag í Føroyum
Í samsvari við krabbameinsætlanina var játtan í 2023 sett av til at styrkja krabbameinsskrásetingina
í Føroyum. Samstundis varð ábyrgdin flutt frá Sjúkrahúsverkinum til Fólkaheilsustýrið til at umsita
skrásetingina.
Fólkaheilsustýrið leggur nógva orku í at hagtøl eru álítandi, og Føroyar eru á hædd við hini
norðurlondini í so máta. Fólkaheilsustýrið gjøgnumgongur tí allar patologiskar
krabbameinsdiagnosur, og á hvørjum árið verður eisini farið ígjøgnum allar deyðsváttanir. Síðani
verður hvør persónur eyðmerktur, og boð fara til ábyrgdarhavandi lækna í Sjúkrahúsverkinum fyri
at skráseta við rætta oyðublaðnum. Hetta verður síðani fráboðað til Nordcan, ið er ein felags
dátugrunnur fyri krabbameinshagtøl í Norðurlondum. Nordcan validerar og skrásetur tølini, soleiðis
at tey á hvørjum árið kunnu leggjast út á teirra heimasíðu. Fleiri fundir eru hvørt ár við Nordcan-
bólkin, sum váttar um mannagongdin og hagtølini eru í lagi.
Eftir at Fólkaheilsustýrið er farið at útgreina krabbameinstølini, hevur tað sambært
Fólkaheilsustýrinum víst seg, at tølini viðvíkjandi deyðiligheit innan ávísar sjúkubólkar ikki eru so
døpur sum upprunaliga mett. Til dømis vísa tølini, at gongdin innan ávísar sjúkubólkar hava verið
so mikið góð, at tað nú doyggja lutfalsliga færri føroyingar enn danir innan hesar bólkar.
Endurmenning av krabbameinssjúklingum
Í samsvari við tilmæli í Krabbameinsætlanina eru ávikavist sálarfrøðingur og kliniskur sexologur
settir í Sjúkrahúsverkinum, sum í dag eru partar av endurmenningartilgongdini av
krabbameinssjúklingum.
Eisini er, í samsvari við ætlanini í dag, skipað ein endurmenningareind/toymi, ið tekur sær av
krabbameinssjúklingum. Í toyminum eru fleiri fakbólkar, sum geva sítt íkast. Umframt
sálarfrøðingur og kliniskur sexologur eru eisini fysioterapeutar, ergoterapeutar, sjúkrarøktafrøðingar
og onkologur partur av toyminum. Toymið kann sostatt hjálpa fólki við krabbameinssjúku við
ymiskum endurmenningartørvum.
Diagnostisk útgerð
Í sambandi við at diagnostisera sjúklingar hevur tað týdning, at tann neyðuga útgerðin og tólini eru
nøktandi og dagførd. Í krabbameinsætlanini varð víst á tørvin at fáa útvega ein nýggjan CT-
skannara og ein nýggjan MR-skannara. Eisini varð mælt til, at ein nýggjur mammomatur (bróst
røntgentól) varð fingin til vega.

-- 4 of 6 --

5
Ein nýggjur CT-skannari er júst tikin í nýtslu á Landssjúkrahúsinum. Ein nýggjur 3T MR-skannari
verður í næstum tikin í nýtslu á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Hesin skannari hevur, í samsvar við tilmælið
í krabbameinsætlanini, ta neyðugu tøknina, sum verður nýtt til útgreinan av m.a. arvaligum
bróstkrabba og til at diagnostisera prostatakrabba. Verandi MR-skannari á Landssjúkrahúsinum
hevur ikki hesar møguleikar.
Eisini er tað í ár fíggjarliga raðfest at fáa til vega ein nýggjan mammomat í sjúkrahúsverkinum.
Sjúklingasamskiparar/leiðbeinarar
Í krabbameinsætlanini varð mælt til, at sjúklingasamskipanin bleiv styrkt við
sjúklingasamskiparum, sum fingu ábyrgd av at skipa samanhang upp á tvørs av geirum og
sergreinum – eisini viðgerðarstovnar uttanlands. Eisini skuldi sjúklingurin hava ein navnfestan
persón, sum hann ella hon kann seta seg í samband við, tá ið spurningar um sjúklingagongdina
stungu seg upp.
Í dag eru sjúklingaleiðbeinarar settir í Sjúkrahúsverkinum, sum í stóran mun hava omanfyrinevndu
uppgávur. Á heimasíðuni hjá Sjúkrahúsverkinum1 er nærri kunning um hesar uppgávur hjá
leiðbeinarunum, umframt telefonnummar og teldupostadressa har sjúklingar kunnu venda sær til,
um teir hava tørv á vegleiðing ella hjálp í sambandi við teirra sjúklingagongd ella øðrum
viðurskiftum.
Broytingar í almannalóggávu
Til seinast skal nevnast, at í krabbameinsætlanini varð eisini mælt til at gera broytingar í okkara
almannalóggávu fyri at betra um fíggjarligu umstøðurnar hjá teimum sjúklingum og avvarðandi,
sum verða rakt av krabbameinssjúku. Síðstu árini eru umstøðurnar bøttar hesum viðvíkjandi.
Niðanfyri verða nevndar nakrar av hesum broytingum.
Almannaveitingar vóru nærum ikki javnaðar í 10 ár frá 2011 til 2022, men við løgtingslóg um
javningarprosent til almannaveitingar, er javningin nú komin í eina fasta legu.
Í 2022 varð dagpeningalógin broytt, soleiðis at dagpengatíðarskeiðið hjá persónum við álvarsligum
sjúkum varð longt úr 40 vikum í einum 12 mánaða skeiði til 52 vikur í einum 18 mánaða skeiði. Tá
talan er um álvarsliga ella lívshættisliga sjúku, kann dagpeningur veitast í longri enn 52 vikur. Hetta
fyri at fyribyrgja, at til dømis krabbameinssjúklingar skuldu enda á fyribils uppihaldsveiting, har
treytirnar ikki eru eins góðar.
Fyri at geva foreldrum møguleika at syrgja, er løgtingslóg um almannatrygd og tænastur broytt
soleiðis, at foreldur, sum missa eitt barn, kunnu fáa endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í 26 vikur í
part eftir andlátið.
1 https://sv.ls.fo/deildir/fyrisitingardeildir/sj%C3%BAklingalei%C3%B0beinarar/

-- 5 of 6 --

6
Í 2021 kom skipanin við endurgjaldi fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av doyggjandi.
Upprunaliga var skipanin í høvuðsheitum til tey, sum doyggja heima. Landsstýriskvinnan í
almanna- og mentamálum broytti í 2023 kunngerðina um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku
soleiðis, at skipanin verður smidligari hjá teimum, sum eru løgd inn á sjúkrahús.
Heilsumálaráðið, 23. apríl 2024
Margit Stórá
landsstýriskvinna

-- 6 of 6 --
112.23 spm. til M. Stórá frá S. Bertholdsen - Átøk í krabbameinsætlanini.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 11. apr. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Átøk í krabbameinsætlanini
Spurningar:
1. Hvørji átøk í nýggju krabbameinsætlanini eru sett í verk?
2. Hvørji átøk eru ávegis?
Viðmerkingar:
Í Føroyum er krabbamein tann sjúkan, sum krevur flest mannalív. Tíbetur eru fleiri og fleiri, sum
fáa heilsubót. Tað vísa hagtølini fyri, hvussu nógv liva fimm ár eftir, at tey fingu staðfest
krabbamein. Somu hagtøl vísa tíanverri, at av Norðurlondunum liggja vit aftast.
Í samgonguskjalinum frá 2023 stendur, at átøk í krabbameinsætlanini skulu fremjast.
Krabbameinsætlanin er frá 2022 og varð handað táverandi landsstýrismanni í heilsumálum, Kaj Leo
Holm Johannesen, 8. apríl 2022. Í krabbameinsætlanini eru 69 tilmæli. Nøkur av hesum tilmælum
eru at screena fyri tarmkrabba, herd átøk móti royking, endurmenna krabbameinssjúklingar, einføld
og gjøgnumskygd ávísingarskipan fyri at nevna nøkur.
Á Løgtingi, 11. apríl 2024
Súsanna Bertholdsen

-- 1 of 1 --