← Løgtingsmál

52-111/2023

Ætlanir við føroyska rossinum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 17. apr. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
111.23 Svar frá H. Hoydal til H. Jensen - Føroyska rossið.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 11. apr. 2024

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
TINGANES • FO-100 TÓRSHAVN •
TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: UVMR@UVMR.FO
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
100 Tórshavn
Tórshavn, 11. apríl 2024
J.nr.: 24/09179
Svar upp á § 52a-fyrispuring nr. 52-111/2023 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá
Honnu Jensen, løgtingskvinnu, um ætlanir við føroyska rossinum
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1) Hvussu gongur við at útvega føroyska rossinum eitt pass, so at ross kunnu útflytast,
serliga í sambandi við aliætlan, hvat kostar arbeiðið, og nær kann væntast, at komið er
á mál?
2) Ætlar landsstýrismaðurin at arbeiða við nýggju ætlanini, sum Felagið Føroysk Ross
legði fram 27. mars í ár?
3) Um ja, hvussu ætlar landsstýrismaðurin at raðfesta ímillum tey mongu vantandi átøkini
fyri føroyska rossið, sum nýggja ætlanin lýsir?
4) Hvør er tíðarætlanin og fíggingartørvurin, um nýggja ætlanin fyri føroyska rossið skal
fylgjast?
Svarað verður undir einum:
Ein stór avbjóðingin við støðuni hjá føroyska rossinum er, at tað eru so fá, sum vilja hava
føroysk ross. Uppaftur onnur avbjóðing er, at rossini krevja hóskandi lendi, og at hetta er
avmarkað.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið arbeiðir saman við landsdjóralæknanum og Heilsufrøðiligu
starvsstovuni við at seta í verk reglur, sum gera tað møguligt at útflyta føroysk ross til onnur
lond. Tað eru móttakaralondini, sum áseta reglurnar, sum síðani skulu implementerast í
føroyska lóggávu. Miðað verður eftir, at reglurnar verða settar í gildi í heyst, og tá er partur av
trupulleikanum loystur.
Ætlanin er síðani, saman við Búnaðarstovuni, at fara undir at viðgera, hvussu tað á bestan hátt
ber til at seta í verk aliætlanina, sum Búnaðarstovan, NordGen og Felagið Føroysk Ross hava
gjørt, og leggja eina ætlan fyri, hvussu komið verður á mál. Arbeiðið fevnir m.a. um bráðhald,
alimiðstøð við greðingastalli, ílegugrunn (biobanki) og eina skrásetingarskipan.
Hetta arbeiðið er ikki byrjað enn, og tí ber ikki til at siga, hvussu ymsu átøkini verða raðfest.
Kostnaðurin er ikki greiður í løtuni, men talan er um týðandi uppgávu, og arbeitt verður tí fyri
at fáa til vegar fígging, so varðveitslan av føroyska rossinum verður tryggjað.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 11. apríl 2024
Høgni Hoydal
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
111.23 spm. til H. Hoydal frá H. Jensen - Føroyska rossið.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 5. apr. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Hanna Jensen, løgtingskvinna
Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
Evni: Ætlanir við føroyska rossinum
Spurningar:
1) Hvussu gongur við at útvega føroyska rossinum eitt pass, so at ross kunnu
útflytast, serliga í sambandi við aliætlan, hvat kostar arbeiðið, og nær kann
væntast, at komið er á mál?
2) Ætlar landsstýrismaðurin at arbeiða við nýggju ætlanini, sum Felagið Føroysk
Ross legði fram 27. mars í ár?
3) Um ja, hvussu ætlar landsstýrismaðurin at raðfesta ímillum tey mongu
vantandi átøkini fyri føroyska rossið, sum nýggja ætlanin lýsir?
4) Hvør er tíðarætlanin og fíggingartørvurin, um nýggja ætlanin fyri føroyska
rossið skal fylgjast?
Viðmerkingar:
Føroyska rossið hevur røtur aftur til, tá fyrstu norðurlensku niðursetufólkini komu til
Føroyar fyri fleiri enn 1000 árum síðani. Føroyska rossið er lítið, men harðbalið og
sterkt og hevur lagað seg til føroyska veðurlagið og livikorini. Hetta ross hevur í dag
ein avgerandi leiklut í okkara mentanararvi, men hóast tað, so er tað í sera stórum
vanda fyri at doyggja út, ikki minst tí nógv av hesum rossum vórðu útflutt, eins og
stórt felli hevur verið í stovninum. Elsta kelda um hetta er frá 1857, tá 844 ross vóru í
mun til tey 82 í dag.
Felagið Føroysk Ross varð sett á stovn í 1978 fyri at bjarga føroyska rossinum og
hevur gjørt og ger enn eitt megnar arbeiði. Men enn eru stór tøk at taka fyri at bjarga
føroyska rossinum, og tað hevði kanska verið natúrligt, um landið tók størri ábyrgd av
hesum arbeiði. Búnaðarstovan læt í fjør Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, sum
umsitur landbúnaðar- og húsdjóramál, upprit um skipanarreglur fyri virksemið á
Búnaðarstovuni viðvíkjandi varðveitingararbeiðinum fyri Føroyska rossið. Áhugavert
hevði verið at frætt nærri um tað.
Nógv arvaligt tilfeingi varð á sinni mist úr rossastovninum, og kemur hetta ongantíð
aftur. Vandin fyri innannøring er stórur, men við greiðum ætlanum og góðum
samstarvi ber til at arbeiða seg burtur úr hesum. Í 2018 varð skrásetingarskipanin,
Føroya Fongur, gjørd, har til ber at síggja upplýsingar um uppruna, avkom, aling, litir,
flísnummar, myndir og mangt annað. Og í løtuni ger felagið eitt heilt merkisvert
arbeiði við íslendskum klekingarryssum, tí aliumstøðurnar eru so truplar, og tí
føroyska rossið enn einki pass hevur at gera tað møguligt at flyta út. Felagið hevur
eisini júst latið úr hondum eina ætlan saman við øðrum týdningarmiklum pørtum, sum
er besta boð, hvussu rossastovnurin kann bjargast, og hvussu hann kann gerast væl
fyri og til gagns. Ætlanin er í sjey punktum um almenna aliætlan, um at økja talið á
rossum , um ílegubanka, um arbeiðshættir at forða fyri innannøring, um almenna
lýsing av føroyska rossinum, um at styrkja tilvit og kunning, eisini við betri
fíggingargrundarlagi og at enda um gransking og frálæru.

-- 1 of 2 --

Av áhuga fyri, hvussu gongur við ymsum átrokandi átøkum fyri føroyska rossið,
verða spurningarnir settir.
Á Løgtingi, 5. apríl 2024
Hanna Jensen

-- 2 of 2 --