← Løgtingsmál

52-110/2023

Børn og inntøkukrav til útlendingar

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 17. apr. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
110.23 Svar frá B. K. Petersen til L. Weihe - Børn og inntøkukrav til útlendingar - 2.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 3. mai 2024

Sjá útdrigin tekst
-- 1 of 3 --



-- 2 of 3 --



-- 3 of 3 --
110.23 spm. til B. K. Petersen frá L. Weihe - Børn og inntøkukrav til útlendingar.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 5. apr. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingskvinna
Svarari: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum
Evni: Børn og inntøkukrav til útlendingar
Spurningar:
1. Hvørji rættindi hava børn hjá útlendingum við uppihaldsloyvi, sum eru fødd í
Føroyum áðrenn 2. september 2023?
2. Hvørji rættindi hava børn hjá útlendingum við uppihaldsloyvi, sum eru fødd í
Føroyum 2. september 2023 ella seinni?
3. Eru dømi um, at børn, sum eru fødd í Føroyum av útlendingum, ikki hava
fingið uppihaldsloyvi, eftir at nýggju reglurnar um inntøkumark vórðu settar í
gildi 2. september 2023, hóast foreldur teirra hava uppihaldsloyvi eftir gomlu
reglunum?
4. Ber til hjá útlendskum hjúnum sjálvi at gera av, hvør teirra er
“høvuðspersónur/sponsor” og hvør av teimum er “samfylgjandi familja”, tá
uppihaldsloyvi skulu leingjast?
Viðmerkingar:
2. september í 2023 vórðu nýggjar reglur settar í verk á útlendingaøkinum. Tá varð
krav sett til inntøkuna hjá útlendingum við vinnuligum uppihaldsloyvi, sum ynskja at
fáa familjuna við sær til Føroyar. Hetta fyri, at familjurnar skulu megna at forsyrgja
sær sjálvum í Føroyum. Reglurnar eru ikki galdandi fyri útlendingar, sum hava søkt
um uppihaldsloyvi áðrenn 2. september 2023 ella fyri útlendingar, sum leingja
verandi uppihaldsloyvi, sum er givið eftir gomlu reglunum.
Undirritaða er gjørd varug við, at trupulleikar stinga seg upp, um útlendsk hjún fáa
børn, meðan tey eru í Føroyum. Útlendingar, sum svara hvørjum sítt, og sum hava
fingið uppihaldsloyvi áðrenn reglurnar um inntøkumark vórðu settar í gildi, koma
undir nýggju reglurnar við inntøkumarki, fyri at nýføddu børn teirra skulu fáa
uppihaldsloyvi í Føroyum.
Tað kunnu vera nógvar orsakir til, at útlendsk hjún ikki liva upp til nýggju reglurnar
um inntøkumark. Fíggjarstøðan kann vera broytt soleiðis, at makin, sum upprunaliga
var “høvuðspersónur/sponsor” fyri samfylgjandi familjuna, ikki longur hevur berandi
inntøkuna í familjuni og tí ikki livir upp til inntøkumarkið eftir nýggju reglunum, men
at hjúnafelagin/makin hevur nóg stóra inntøku – og at tey samanlagt hava eina ríkiliga
stóra inntøku til at forsyrgja sær sjálvum og børnum sínum.
Á Løgtingi, 5. apríl 2024
Liljan Weihe

-- 1 of 1 --