← Løgtingsmál

52-109/2023

Bandasavnið hjá Kringvarpinum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 16. apr. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
109.23 Svar frá S. Stenberg til H. Abrahamsen - Bandasavnið hjá Kringvarpinum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 16. apr. 2024

Sjá útdrigin tekst
A L M A N N A - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
 (+298) 30 40 00 •  ammr@ammr.fo • www.ammr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
100 Tórshavn
Dagf.: 16. apríl 2024
Mál: 24/ 09093-2
Viðgjørt: Alda Joensen
Nr. 52-109/2023
Fyrispurningur eftir tingskipanini § 52 a
Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-109/2023 eftir tingskipanini §52a til Sirið
Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, frá Helga Abrahamsen,
løgtingsmanni, um Bandasavnið hjá Kringvarpinum
Spurningar:
1. Hvar verður talgilda tilfarið í “Savnsgulli” hjá Kringvarpinum goymt?
2. Hvar verða upprunaligu bondini goymd?
3. Hvussu verður tryggjað, at ikki alt verður burtur, um eitthvørt skuldi hent – til dømis
eldsbruni?
4. Metir landsstýriskvinnan, at tilfarið er forsvarliga goymt?
5. Um ikki, hvørjar ætlanir eru so fyri at goyma tilfarið forsvarliga?
Svar:
1. Talgilda savnið í Kringvarpi Føroya verður goymt í servararúminum í KVF. Talgilt
avrit av hesum savni verður goymt í læstum og brandtryggjaðum rúmi í KVF. Hetta
rúmið er – í mun til servararúmið - staðsett í aðrari brandsonu í KVF.
2. Øll tey upprunaligu sjónvarpsbondini verða goymd á aðrari adressu í Havn.
Meginparturin av upprunaligu útvarpsbondunum verður goymdur í upprunaliga
útvarpssavninum í KVF. Hini útvarpsbondini eru goymd á aðrari adressu í Havn.
3. Talan er um eina talgilda útgávu av savninum og eina upprunaliga
bandaútgávu av savninum. Tað eru tvey eintøk av talgildu útgávuni. Hesi eintøkini
liggja í hvør sínari brandsonu í KVF. Eintakið, sum liggur í servararúminum, er
tryggjað sambært “industry standard”, sum er galdandi fyriskipan viðvíkjandi
skipanum av slíkum slag. Hesar snúgva seg um trygd, útgerð og umstøður annars.
Fyriskipanirnar taka hædd fyri eitt nú eldi, yvirvaking, køling, no-break, innbroti o.ø.
Hitt eintakið av talgilda savninum liggur í læstum rúmi aðrastaðni á stovninum. Hetta
rúmið er brandtryggjað. Rúmið er í aðrari brandsonu enn servararúmið.
Upprunaligu bondini liggja ikki saman við talgilda savninum. Sjónvarpsbondini og ein
minni mongd av útvarpsbondum eru á aðrari adressu í Havn. Tey flestu
útvarpsbondini liggja í upprunaliga útvarpssavninum, sum er brandtryggjað. Gamla
útvarpssavnið er í aðrari brandsonu í KVF enn servararúmið, har talgilda savnið er.

-- 1 of 2 --

A L M A N N A - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E
Síða 2 av 2
4. Ja, eg haldi, at svarið til spurning 3 omanfyri ber boð um, at tilfarið verður goymt á
ráðiligan hátt. Sjálvsagt er tað týdningarmikið, at varðveitslan verður tikin í størsta
álvara, tí talan er um ein stóran part av okkara mentanararvi, okkara “savnsgull”, og tí
má kringvarpsstovnurin eyðvitað dagføra og optimera varðveitsluna, so hon altíð er
trygg og ikki í vanda fyri at forfarast.
5.
6. Sí svarið til spurning 4.
Tórshavn, 16. apríl 2024
Sirið Stenberg
landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
109.23 spm. til S. Stenberg frá H. Abrahamsen - Bandasavnið hjá Kringvarpinum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 4. apr. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum
Evni: Bandasavnið hjá Kringvarpinum
Spurningar:
1. Hvar verður talgilda tilfarið í “Savnsgulli” hjá Kringvarpinum goymt?
2. Hvar verða upprunaligu bondini goymd?
3. Hvussu verður tryggjað, at ikki alt verður burtur, um eitthvørt skuldi hent – til
dømis eldsbruni?
4. Metir landsstýriskvinnan, at tilfarið er forsvarliga goymt?
5. Um ikki, hvørjar ætlanir eru so fyri at goyma tilfarið forsvarliga?
Viðmerkingar:
Seinnu árini er eitt stórt arbeiði gjørt fyri at varðveita bandasavnið hjá
Kringvarpinum. Tilfarið er alt talgilt, fyri at tað ikki skal farast av tíðarinnar tonn.
Tá slíkt stórarbeiði er gjørt, er umráðandi at goyma tilfarið soleiðis, at ikki alt forferst,
um til dømis eldur skuldi komið í húsið, har tað liggur. Ein máti er at hava talgilda
tilfarið á fleiri servarum, sum ikki standa í sama bygningi. Hetta verður gjørt, fyri at
tryggja, at um ein servari verður raktur av eini ella aðrari hending, so er tilfarið
framvegis varðveitt á einum øðrum servara.
Tí verður spurt, hvussu tilfarið hjá Kringvarpinum verður goymt.
Á Løgtingi, 4. apríl 2024
Helgi Abrahamsen

-- 1 of 1 --