52-108/2023
Pengar úr landskassanum í statskassan
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 10. apr. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
108.23 Svar frá A. V. Johannesen til J. Niclasen - Pengar úr landskassanum í statskassan.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 4. apr. 2024
Sjá útdrigin tekst
L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo Løgtingið Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 108/2023 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann, frá Jørgen Niclasen, løgtingsmanni, um pengar úr landskassanum í statskassan Fyrispurningurin var soljóðandi: 1. Ætlar landsstýrið at taka upp samráðingar við donsku stjórnina um, at bøtur í Føroyum skulu í landskassan, heldur enn statskassan? 2. Um so er, hvørjar bøtur vil landsstýrið royna at tryggja landskassanum? Svar: Til spurning 1 Eg eri samdur við spyrjaranum í, at tá talan er um bøtur á yvirtiknum málsøkjum, so eiga hesar sjálvsagt at fella til landskassan. Tí tók eg longu málið upp við danska forsætisráðharran, á fundi í Keypmannahavn, tann 2. oktober í fjør, har eg kom við eini áheitan um, at samráðingar verða tiknar upp um eitt øðrvísi býti av sektum millum ríkiskassan og landskassan. Á fundinum varð avtalað, at Løgmálaráðið og danska Justitsministeriet skuldu umrøða hesi viðurskifti nærri. Málið hevur drigið nakað út, tí at man frá danskari síðu ikki var greiður um, hvørt tað var Justitsministeriet ella Finansministeriet, ið varaði av málinum. Hesi ivamál eru nú avgreidd, og Løgmálaráðið hevur upplýst, at samráðingarnar verða væntandi tiknar upp við Justitsministeriet í næstum. Til spurning 2 Sum spyrjarin ger vart við í viðmerkingunum til fyrispurningin, verða útreiðslurnar fyri eftirlit á yvirtiknum málsøkjum hildnar av landskassanum. Tað eru sostatt føroyskir myndugleikar, sum kanna og fyrireika hesi málini. Tí haldi eg at tað er sjálvsagt, at vit finna eitt framtíðar býti, har sektir fyri brot á lóggávu á yvirtiknum málsøkjum fella til landskassan, meðan sektir fyri brot á lóggávu á felags málsøkjum fella til ríkiskassan. Í Tinganesi, 4. apríl 2024 Aksel V. Johannesen løgmaður -- 1 of 1 --
108.23 spm. til A. V. Johannesen frá J. Niclasen - Pengar úr landskassanum í statskassan.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 26. mar. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Jørgen Niclasen, løgtingsmaður Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður Evni: Pengar úr landskassanum í statskassan Spurningar: 1. Ætlar landsstýrið at taka upp samráðingar við donsku stjórnina um, at bøtur í Føroyum skulu í landskassan, heldur enn statskassan? 2. Um so er, hvørjar bøtur vil landsstýrið royna at tryggja landskassanum? Viðmerkingar: Herfyri gjørdu Kappingareftirlitið og Føroya Tele semju um eina bót til Føroya Tele. Peningurin frá slíkari bót fer í danska statskassan. Føroya Tele er alment partafelag, og bótin minkar tí um vinningsbýtið til landsskassan. Sostatt ber til at siga, at ein almennur myndugleiki og eitt alment partafelag gera avtalu um at taka pening úr føroyska landskassanum at koyra í danska statskassan. Í síni tíð gjørdi landsstýrið avtalu við donsku stjórnina um, at bøtur fyri brot á fiskivinnulóggávuna skuldu rindast í landskassan. Tað varð mett rímiligt, tí eftirlitið var rindað av landskassanum. Peningur fyri allar aðrar bøtur enda í danska statskassanum. Spurningurin er, um bótin ikki eigur at fara í landskassan, tá landskassin rindar fyri eftirlitið, sum landskassin til dømis ger, tá Heilsufrøðiliga starvsstovan og Kappingareftirlitið geva bøtur, og um tað ikki hevði verið rætt og rímiligt, at allar bøtur í Føroyum verða rindaðar í landskassan. Tí verður hesum spurningur settur landsstýrinum. Á Løgtingi, 26. mars 2024 Jørgen Niclasen -- 1 of 1 --