52-107/2023
Arbeiðsfólkið í Dalstunlinum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 10. apr. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
107.23 Svar frá D. Holm til J. Vestergaard - Arbeiðsfólki í Dalstunnlinum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 11. apr. 2024
Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn 10. apríl 2024 Mál: 24/06650 Tygara skriv: 52-107/2023 Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-107/2023 frá Jacob Vestergaard, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, um arbeiðsfólkið í Dalstunlinum Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hví verður søkt eftir arbeiðsfólki til arbeiðið í Dalstunlinum? 2. Hvar er arbeiðsfólkið, sum arbeiddi í Dalstunlinum? 3. Er ósemja ímillum arbeiðsfólkið í Dalstunlinum og Landsverk, og um so er, hvar snýr ósemjan seg um? Svar: Tað starvast vanliga 6-7 arbeiðsfólk á tunnilsliðnum hjá Landsverki. Arbeiðið við Dalstunlinum hevur sum heild gingið væl. Fyrsta skotið fyri tunlinum varð latið 5. november 2020, og tunnilin varð skotin ígjøgnum 9. novembur 2023. Fyrr í ár søgdu trý arbeiðsfólk seg úr starvi. Orsøkin var, at tey vóru ónøgd við lønarviðurskifti og setanartreytir í sambandi við tunnilsarbeiðið. Lýst varð tí eftir starvsfólki, og eru fólk sett í starv. Arbeiðið inni í tunlinum varð nakað seinkað, meðan lýst varð eftir fólki, men nú gongur arbeiðið, eftir ætlan. Sum kunnugt verður Tjørnuvíkartunnilin fyrireikaður. Ætlanin er, at tunnilsliðið hjá Landsverki skal arbeiða við at gera Tjørnuvíkartunnilin. Dennis Holm landsstýrismaður -- 1 of 1 --
107.23 spm. til D. Holm frá J. Vestergaar - Arbeiðsfólki í Dalstunnlinum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 26. mar. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Jacob Vestergaard, løgtingsmaður Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum Evni: Arbeiðsfólkið í Dalstunlinum Spurningar: 1. Hví verður søkt eftir arbeiðsfólki til arbeiðið í Dalstunlinum? 2. Hvar er arbeiðsfólkið, sum arbeiddi í Dalstunlinum? 3. Er ósemja ímillum arbeiðsfólkið í Dalstunlinum og Landsverk, og um so er, hvar snýr ósemjan seg um? Viðmerkingar: Tað undraði ikki sørt, at Landsverk søkti eftir arbeiðsfólki til at arbeiða í Dalstunlinum. Arbeiðsfólkið – tunnilstoymið – hevur stórt sæð verið tað sama, síðan arbeiðið byrjaði, og fatanin hevur verið, at arbeiðið hevur verið gjørt til lítar. Hóast undirritaði heldur, at tunnilsverkætlanir skulu bjóðast úr, hevur ætlanin verið at savna vitan um tunnilsarbeiði í einum toymi hjá Landsverki, so hetta toymið kann standa fyri fleiri líknandi tunnilsverkætlanum í framtíðini. Um tey, sum hava arbeitt í Dalstunlinum, ikki eru í starvi hjá Landsverki longur, gevur tað als onga meining at tosa um at savna vitan um tunnilsarbeiði í einum toymi, tí vitanin hvørvur við starvsfólkunum, og byrjast má av nýggjum, um sami leistur verður valdur fyri næstu tunnilsverkætlan. Á Løgtingi, 26. mars 2024 Jacob Vestergaard -- 1 of 1 --