← Løgtingsmál

52-106/2023

Tryggja fólki við menningartarni javnstøðu

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 5. apr. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
106.23 Svar frá M. Stórá til L. Weihe - Tryggja fólki við menningartarni javnstøðu.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 5. apr. 2024

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 5. apríl 2024
HMR j. nr. 24/08447-8
Margit Stórá
landsstýriskvinna
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-106/2023 eftir § 52 a í tingskipanini um at tryggja fólki við
menningartarni javnstøðu, frá Liljan Weihe, løgtingskvinnu
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvør er miðal livialdurin hjá føroyingum við menningartarni samanborið við miðal
livialdurin hjá føroyingum annars?
2. Hava heilsu- og almannaverkið sett ítøkilig tiltøk í verk fyri at fyribyrgja ójavnstøðu í
miðal livialdrinum hjá føroyingum við menningartarni og føroyingum annars?
3. Hvussu kunnu vit tryggja, at fólk við menningartarni fáa neyðuga hjálp og stuðul frá
heilsu- og almannaverki og minka um munin í livialdri og harvið tryggja javnstøðu á
økinum?
Svar:
Til spurning 1
Heilsumálaráðið er ikki vitandi um kanningar, har miðal livialdurin hjá føroyingum við
menningartarni er samanborðin við miðal livialdurin hjá føroyingum annars. Tí vita vit ikki, hvør
støðan í Føroyum er hesum viðvíkjandi.
Til spurning 2
Orsøkirnar til menningartarn eru ymiskar, t.d. viðføddar sjúkur, ymisk syndrom, skaði undir føðing
ella skaði seinni í lívinum. Alt eftir hvat barnið/persónurin feilar, verður sambært
Sjúkrahúsverkinum ein neyv útgreiningarætlan og ein kanningarætlan gjørd.
Barnið verður vanliga fylgt neyvt á tí deild í Sjúkrahúsverkinum, sum barnið er knýtt at. Til dømis
verður eitt barn við Downs syndrom knýtt at barnadeildini. Fráboðan verður send til Sernám og

-- 1 of 3 --

Almannaverkið, at har er ein sjúklingur við serligum tørvi. Fyri at fyribyrgja ymiskar sjúkur, gongur
barnið javnan til kontroll á tí deild, sum barnið er knýtt at, og tvørfakligt samstarv verður skipað
eftir tí tørvi, sum talan er um.
Er menningartarnið álvarsamt, og er barnið knýtt at barnadeildini, er vanligt at hava opna
innleggjan. Tað merkir, at foreldrini kunnu seta seg í samband við barnadeildina alt samdøgrið, um
tørvur er á tí.
Ávísir sjúklingabólkar fáa eisini tilboð um eyka koppsetingar.
Annars fylgir heilsuverkið teimum mannagongdum og leiðreglum, sum eru galdandi á økinum, og
sum eisini eru vanligar í okkara grannalondum.
Til spurning 3
Arbeitt verður í løtuni við eini ætlan um at kunna veita borgarum enn fleiri tilboð um heilsutænastur
í nærumhvørvinum. Í hesum sambandi verður eitt lógaruppskot orðað, sum eftir ætlan verður lagt
fram í Løgtinginum í heyst. Málbólkurin er serliga eldri borgarar, borgarar við varandi sjúkum,
borgarar við menningartarni og serligum tørvi. Fyri hesar bólkar er tað av størsta týdningi, at teir
hava skjóta og lætta atgongd til tær heilsutænastur, sum teimum tørvar. Serliga hjá borgarum við
menningartarni, varandi sjúkum og eldri fólki er tað týdningarmikið, at heilsutilboðini, sum tey
hava brúk fyri, kunnu veitast teimum lætt, ómakaleyst og helst í nærumhvørvi teirra. Hetta virkar
ikki nóg væl undir verandi skipanum, tí ov fá tilboð kunnu verða veitt í nærumhvørvinum hjá
borgarunum. Tørvur er á at tillaga heilsuøkið, so tað bæði ber til at veita fleiri heilsutilboð kring
landið, umframt í størri mun at kunna flyta viðgerðir frá sjúkrahúsunum til heilsumiðstøðir í
nærumhvørvinum hjá borgarunum.
Kanningar aðrastaðni vísa, at borgarar við menningartarni koma seint til lækna og luttaka í minni
mun í fyribyrgjandi heilsukanningum enn onnur. Tí hevur tað týdning at tryggja betri atkomu til
heilsutænastur í nærumhvørvi teirra. Víst verður eisini í hesum sambandi til ST-sáttmálan um
rættindi hjá einstaklingum, sum bera brek. Sambært sáttmálanum skulu limalondini taka øll
hóskandi stig til at tryggja fólki, sum bera brek, atgongd til heilsutænastur, sum skulu veitast
borgarum í nærumhvørvinum. Landsstýriskvinnan metir, at við at skipa heilsuøkir við
heilsumiðstøðum kring landið, kunnu mennast betri karmar fyri at veita heilsufremjandi og
sjúkufyribyrgjandi tilboð fyri tann málbólkin, ið hevur menningartarn. Møguleiki verður eisini fyri
at skipa tilboðið á slíkan hátt, at heilsumiðstøðirnar hava tætt samstarv við sambýlir og
búfelagsskapir í nærumhvørvinum, soleiðis at arbeitt verður við heilsufremjandi og fyribyrgjandi
átøkum fyri hendan málbólkin.
Harumframt hevur landsstýriskvinnan í samsvari við samgonguskjalið gjørt av at fara undir at orða
ein heilsupolitik, t.e. ein samlaðan politikk fyri heilsutænasturnar, ið verða veittar í Føroyum og
heilsuøkið sum heild. Tilgongdin at orða politikkin skal vera eitt høvi at hugsa um framtíðina við tí
úrsliti, at øll – borgarar, fakfólk, myndugleikar og politikkarar – hava eina felags fatan av, hvørjum

-- 2 of 3 --

miðað verður eftir, umframt at taka støðu til, hvørjar raðfestingar eru neyðugar á heilsuøkinum í
framtíðini.
Politikkurin skal hava sum ovasta mál, at allir borgarar sum longst varðveita sálarliga, kropsliga og
sosiala vælveru, og at røtt og dygdargóð viðgerð verður veitt, tá hon krevst. Í hesum sambandi skulu
atlit eisini takast til fólk við menningartarni.
Heilsumálaráðið, 5. apríl 2024
Margit Stórá
landsstýriskvinna

-- 3 of 3 --
106.23 spm. til M. Stórá frá L. Weihe - Tryggja fólki við menningartarni javnstøðu.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 21. mar. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingskvinna
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Tryggja fólki við menningartarni javnstøðu
Spurningar:
1. Hvør er miðal livialdurin hjá føroyingum við menningartarni samanborið við
miðal livialdurin hjá føroyingum annars?
2. Hava heilsu- og almannaverkið sett ítøkilig tiltøk í verk fyri at fyribyrgja
ójavnstøðu í miðal livialdrinum hjá føroyingum við menningartarni og
føroyingum annars?
3. Hvussu kunnu vit tryggja, at fólk við menningartarni fáa neyðuga hjálp og
stuðul frá heilsu- og almannaverki og minka um munin í livialdri og harvið
tryggja javnstøðu á økinum?
Viðmerkingar:
Í Danmark liva fólk við menningartarni í miðal 20 ár styttri enn miðal danskarin, t.d.
fólk við Downs Syndrom ella heilaskaða. Okkara samfelag líkist tí danska, so
áhugavert hevði verið at vitað, um tað sama er galdandi í Føroyum.
Orsøkin til, at fólk við menningartarni liva styttri í Danmark er ikki tí, tey hava
menningartarn, men tí tey doyggja av sjúku, sum kann fyribyrgjast. Tað vísir nýggj
gransking frá Statens Institut for Folkesundhed í frágreiðingini Dødelighed blandt 18-
74-årige med udviklingshandicap – Fokus på forebyggelig og behandlelig sygdom.
Dømi eru um, at fólk við Downs Syndrom kunnu hava diabetes ella aðrar sjúkur, uttan
sjálvi at hava varnast tað. Sjúkur, sum kunnu fyribyrgjast ella viðgerast við heilivági.
Politisk átøk kunnu hækka livialdurin hjá fólki við menningartarni. Danska
granskingin nevnir trý átøk:
1. Bjóða fólki við menningartarni árligar heilsukanningar hjá kommunulækna.
2. Útbúgva heilsustarvsfólk og starvsfólk í almannaverkinum til at vera tilvitað
um sjúkueyðkenni og viðgerð.
3. Fyribyrging av sjúkum t.d. við rørslu og koppseting.
Áhugavert hevði verið at vitað, hvussu støðan er í Føroyum – og um neyðugt er við
politiskum átøkum á hesum økinum. Tí seti eg landsstýriskvinnuni hesar spurningar.
Á Løgtingi, 21. mars 2024
Liljan Weihe

-- 1 of 1 --