← Løgtingsmál

52-104/2023

Viðgerðartrygd, bíðilistar og nýtsla av MR/CT-skannarum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 26. mar. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
104.23 Svar frá M. Stórá til K. L. H. Johannesen - Viðgerðartrygd bíðilistar og nýtsla av MRCT-skannarum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 25. mar. 2024

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 25. mars 2024
HMR j. nr. 24/07756-4
Margit Stórá
landsstýriskvinna
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-104/2023 eftir § 52 a í tingskipanini viðvíkjandi viðgerðartrygd, bíðilistar
og nýtslu av MR/CT-skannarum, frá Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmanni
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvussu langur er bíðilistin til tær mest vanligu diagnosurnar, eisini innan psykiatriska økið?
2. Hvussu leingi skulu fólk bíða eftir at sleppa til eina MR- ella CT-skanning og hvussu verður
tann nýggi skannarin í Klaksvík brúktur í tí samlaðu prosessini fyri alt sjúkrahúsverkið í
Føroyum?
3. Hvussu nógv verða skannararnir brúktir um vikuna, og kunnu teir verða enn meira
gagnnýttir, soleiðis at bíðitíðirnar styttast?
4. Kunna vit brúka okkara skannarar meira fyri at stytta um samlaðu bíðitíðirnar og arbeiða
fram ímóti, at føroyingar kunnu fáa somu møguleikar sum í Danmark viðvíkjandi 30 daga
viðgerðartrygd?
5. Hvussu nógvar mió. kr. eru settar av í 2024 til nýggjar raðfestingar innan sjúkrahúsverkið
fyri at gera okkara sjúkrahúsverk betri og fyri at stytta um okkara bíðilistar?
Svar:
Til spurning 1
Tað er ógvuliga ymist, hvussu langir bíðilistarnir eru, og hvussu langar bíðitíðirnar eru fyri tær
ymsu diagnosurnar. Eisini er vert at nevna, at verkfallið sum rakti Sjúkrahúsverkið í fjør, sum
kunnugt, hevur økt um bíðilistar og bíðitíðir innan fleiri økir. Á fíggjarlógini í ár er játtan sett av til
at fáa minka aftur um bíðitíðirnar. Í løtuni verður arbeitt við hesum. Bíðilistin og bíðitíðir innan tær
mest vanligu diagnosurnar, verða lýstar niðanfyri.
Psykiatri
Seinastu árini hevur tørvurin á psykiatriskum viðtalum og viðgerðum vundið sera nógv upp á seg,
og torført hevur verið at finna nóg mikið av fakligum starvsfólki innan hetta økið.
Psykiatriska økið er nú býtt sundur soleiðis, at vaksnamanna psykiatri er fyri seg, og barna- og
ungdómspsykiatri er partur av Familjudeplinum á Landssjúkrahúsinum. Bíðilistar vera tí eisini
gjørdir hvør sær.

-- 1 of 5 --

Á bíðilistanum til barna- og ungdómspsykiatri standa 285 børn og ung. Í september í fjør var
bíðitíðin til fyrstu samrøðu 24 mánaðir, men í løtuni er hon komin niður á umleið 17 mánaðir.
Ætlanin er at nýta ein part av tí játtanini sum í ár er sett av til at minka um bíðlistarnar á hesum
økinum soleiðis, at bíðitíðin kann koma enn longur niður.
Á bíðilistanum innan vaksnamanna psykiatri eru 540 fólk á bíðilista til ADHD. Í løtuni er torført hjá
Sjúkrahúsverkinum at ítøkiliggera hvussu long bíðitíðin er, men Sjúkrahúsverkið hevur lagt eina
ætlan við at gera eitt eyka átak fyri at útgreina og viðgera, og har ætlanin er at nýta ein part av tí
játtanini, sum í ár er sett av til at minka um bíðilistan.
Á bíðilistanum fyri demens eru 64 fólk og bíðitíðin er umleið 4 mánaðir.
Medisin
Innan medisinska økið er talið av fólki á bíðilistunum millum 10 fólk (hematologi/blóðsjúkur) og
163 fólk (neurologi). Bíðitíðirnar liggja millum 14 dagar (hematologi/blóðsjúkur) og 9 mðr.
(neurologi). Arbeitt verður við at minka um bíðitíðina í neurologi, har ein partur av tí játtanini sum í
ár er sett av til at minka um bíðilistan, verður nýttur til endamálið.
Ortopedi
Innan ortopediska økið er talið av fólki á bíðilistanum á Landssjúkrahúsinum millum 28 fólk (knæ
slit) og 124 fólk (knæ ítrótt). Bíðitíðirnar liggja millum 3 mðr. (rygg) og 9 mðr. (albogi-øksl og
knæ-ítrótt).
Á Klaksvíkar sjúkrahúsi eru millum 17 fólk (fótur) og 48 fólk (hond) á bíðilistunum til ortopedi.
Bíðitíðirnar eru millum 4 mðr. (albogi-øksl) og 8 mðr. (fótur).
Á Suðuroyar sjúkrahúsi eru 36 fólk á bíðilistanum og bíðitíðin er umleið 3,5 mánaðir.
Gastroenterologi
Innan gastrointorologiska økið (sjúkur í sodningarlagnum) er talið av fólki á bíðlistanum á
Landssjúkrahúsinum 88 fólk og bíðitíðin er umleið 6 mðr.
Urologi
Innan urologi eru umleið 100 fólk á bíðilista og bíðitíðin er umleið 4 mðr.
Endoskopi (kikarakanningar)
Á Landssjúkrahúsinum er talið av fólki á bíðilistanum til koloskopi 202 og bíðitíðin 4 mðr.
Á Klaksvíkar sjúkrahúsi eru 21 fólk á bíðilista til koloskopi og bíðitíðin 2 mðr.
Talið á bíðilista til gastroskopi á Landssjúkrahúsinum er 94 fólk og bíðitíðin 3 mðr.
Á Suðuroyar sjúkrahúsi eru 5 fólk á bíðilista til endoskopi og bíðitíðin 3,5 mðr.

-- 2 of 5 --

Til spurning 2
Tað er vert at nevna, at talið á ávikavist CT-skanningum og MR-skanningum er vaksið støðugt og
sera nógv seinastu árini. Sum dømi kann nevnast, at talið av CT-skanningum í 2015 var 7.536,
meðan tað í 2023 var 12.947. Sama tíðarskeið er talið av MR-skanningum meira enn trífaldað, tað
er nevnliga vaksið frá 1.071 skanningum í 2015 til 3.623 skanningar í 2023.
Bíðitíðin at sleppa til planlagdar skanningar:
MR-skanning: umleið 55 dagar
CT-skanning: umleið 50 dagar
Allar akuttar skanningar verða gjørdar, tá hesar verða umbidnar.
Hjá sjúklingum við staðfestari krabbameinssjúku er so at siga eingin bíðitíð – fyrsta skanning
verður gjørd sum skjótast (innan fáar dagar), og eftirfylgjandi kontrollir verða gjørd eftir ynski frá
onkologiska ambulatorium uttan bíðitíð.
Røntgenøkið í Føroyum er sameint, bæði hvat viðvíkur visitering av ávísingum til kanningar innan
økið (CT-, MR-, ultraljóð- og vanligar røntgenkanningar), og tí læknafakligu lýsingini av
kanningunum. Sostatt verður MR-3T skannarin, sum fer at verða settur upp á Klaksvíkar sjúkrahúsi
partur av MR-skannarakapasitetinum í Sjúkrahúsverkinum, og ikki-bráðfeingis kanningar fara at
vera bókaðar til MR-skannaran á Klaksvíkar sjúkrahúsi á jøvnum føti við MR-skannaran á
Landssjúkrahúsinum. Samstundis merkir hetta, at sum heild fara fleiri MR-skanningar at verða
framdar í Føroyum frameftir, sum væntandi eisini fer at fáa ávirkan á bíðilistan og bíðitíðina.
Umframt at veita fleiri skanningar fer nýggi MR-skannarin í Klaksvík eisini at gera tað møguligt at
veita skanningar, sum áður ikki hava verið gjørdar í Føroyum. Tað vil siga, at tað verður møguligt
at sjúkugreina í Føroyum, har sjúkrahúsverkið annars hevur sent sjúklingar til Danmarkar. Eitt nú
innan BRCA og prostatakrabba. BRCA (BReast CAncer Gene) er ein ílega, sum vísir seg at vera
nógv útbreidd í Føroyum. Mest kvinnur við hesum ílegum eru í stórum vanda fyri at fáa
bróstkrabba. Danska Heilsustýrið hevur gjørt eina leiðreglu um at hesar skulu skannast í einum MR-
3T skannara. Sama er galdandi fyri menn við prostatatrupulleikum. Sambært Sjúkrahúsverkinum
verða hesi í dag send til Danmarkar til skanning.
Tá ið tað kemur til CT-skanningar er tað soleiðis, at ávísingarnar verða visiteraðar dagliga og
sjúklingar fáa upplýst tíð beinanvegin. Tað skal havast í huga, at ein CT-skanning kann krevja størri
fyrireiking, tað við siga, at aðrar kanningar – til dømis onkrar blóðroyndir skulu fyriliggja fyrst og
at tað tí tekur longri tíð, áðrenn skanningin kann verða framd. Kanningar, sum ikki hasta, verða
raðfestar og planlagdar umleið 6 vikur fram. Samstundis er gjørt pláss fyri tí, sum kann væntast at
koma afturat, t.e. skanning av innløgdum, akuttum og sonevndum “sub-akuttum” sjúklingum.
Til spurning 3 og 4
Skannarnir verða brúktir hesi tíðarskeið:
Landssjúkrahúsið:

-- 3 of 5 --

MR skannarin:
Gerandisdagar:
Kl. 8-20 (tó tveir dagar kl. 8-16)
CT skannarin:
Gerandisdagar:
Kl. 8-16 Planlagdar og akuttar kanningar
Kl. 16-8 Akuttar kanningar
Leygar-, sunnu- og halgidagar verða einans akuttar kanningar gjørdar.
Suðuroyar Sjúkrahús:
CT-skannarin:
Gerandisdagar:
Kl. 8-16 Planlagdar og akuttar kanningar
Kl. 16-8 Akuttar kanningar
Leygar-, sunnu- og halgidagar verða einans akuttar kanningar gjørdar.
Viðgerðatrygd:
Tað veldst um, hvat meint verður við viðgerðartrygd.
Er illgruni um krabbamein, verður skanningin gjørd innan heilt stutta tíð (sí svar til spurning nr. 2),
og hetta kemur framum allar bíðitíðir.
Av tí at Klaksvíkar sjúkrahús fær ein MR-skannara í mai mánað, væntar Sjúkrahúsverkið, at
bíðitíðin til MR-skanningar gerst styttri. Peningur er settur av til radiograf-manning til MR-
skannaran á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
Nýggjur CT-skannari verður tikin í nýtslu á Landssjúkrahúsinum í apríl/mai 2024. Hetta hevur við
sær, at CT-kapasiteturin verður øktur samstundis sum sjúkrahúsið hevur ein skannara, sum er tøkur
tá ið tann nýggi skannarin er óvirkin, vegna brek ella eftirlit.
Til spurning 5
Tilsamans eru umleið 31 mió. kr. settar av í 2024 til nýggjar raðfestingar innan sjúkrahúsverkið, fyri
at gera okkara sjúkrahúsverk betri og fyri at stytta um bíðilistar. Raðfestingarnar í 2024 eru hesar:
• 1,5 mió. kr. til krabbameinsátøk
• 1,5 mió. kr. til universitetssjúkrahús
• 4,3 mió. kr. til at minka um bíðilistar
• 5,0 mió. kr. til kliniskt virksemi í H-bygningi
• 1,95 mió. kr. til at styrkja læknavaktina 1870 við bráðfeingis sálarligari hjálp
• 0,2 mió. kr. til fyrireiking av eygnalæknaviðtalum í Suðuroy

-- 4 of 5 --

• 1,5 mió. kr. til MR-toymi
• 1,25 mió. kr. til útbúgvingarstørv
• 1,45 mió. kr. til dialysuviðgerð í Suðuroy
• 3,0 mió. kr. til avseting til serlæknar
• 5,3 mió. kr. til rakstur av H-bygninginum
• 4,0 mió. kr. til at fyrireika útboð til nýggju Talgildu Heilsuskipanina
Heilsumálaráðið, 25. mars 2024
Margit Stórá
landsstýriskvinna

-- 5 of 5 --
104.23 spm. til M. Stórá frá K. L. H. Johannesen - Viðgerðartrygd bíðilistar og nýtsla av MRCT-skannarum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 14. mar. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Viðgerðartrygd, bíðilistar og nýtsla av MR/CT-skannarum
Spurningar:
1. Hvussu langur er bíðilistin til tær mest vanligu diagnosurnar, eisini innan
psykiatriska økið?
2. Hvussu leingi skulu fólk bíða eftir at sleppa til eina MR- ella CT-skanning og
hvussu verður tann nýggi skannarin í Klaksvík brúktur í tí samlaðu prosessini
fyri alt sjúkrahúsverkið í Føroyum?
3. Hvussu nógv verða skannararnir brúktir um vikuna, og kunnu teir verða enn
meira gagnnýttir, soleiðis at bíðitíðirnar styttast?
4. Kunna vit brúka okkara skannarar meira fyri at stytta um samlaðu bíðitíðirnar
og arbeiða fram ímóti, at føroyingar kunnu fáa somu møguleikar sum í
Danmark viðvíkjandi 30 daga viðgerðartrygd?
5. Hvussu nógvar mió. kr. eru settar av í 2024 til nýggjar raðfestingar innan
sjúkrahúsverkið fyri at gera okkara sjúkrahúsverk betri og fyri at stytta um
okkara bíðilistar?
Viðmerkingar:
Tað er neyðugt, at starvsfólkini innan sjúkrahúsverkið, eitt nú sjúkrarøktarfrøðingar
og vaskifólk, fáa neyðuga tilfeingið og neyðugu lønina fyri at motivera starvsfólkini
meira til at stytta um bíðilistarnar.
Tað kostar samfelagnum nógv, um fólk ganga óneyðuga leingi við heilsuligum
trupulleikum.
Við hesum fyrispurningi verður sjóneykan sett á, um vit hava sett nóg mikið av
tilfeingi av til, at vit brúka okkara skannarar optimalt, og til at vita, hvat skal til fyri at
stytta um bíðilistarnar til tann føroyska sjúklingin.
Á Løgtingi, 14. mars 2024
Kaj Leo Holm Johannesen

-- 1 of 1 --