← Løgtingsmál

52-103/2023

Bústaðir

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 26. mar. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
103.23 Svar frá I. D. Strøm til Ei. í Jákupsstovu - bústaðir.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 27. mar. 2024

Sjá útdrigin tekst
UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 26.03.2024
J. nr.: 24/07707-2
Svar upp á fyrispurning nr. 52-103/2023 sambært § 52 a í tingskipanini til Ingilín D. Strøm,
landsstýriskvinnu, frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni, um Bústaðir
Spurningar:
1. 	Hvørja strategi fyri bygging hava Bústaðir fyri komandi árini?
2. 	Eru ávís øki í landinum, sum Bústaðir raðfesta fram um onnur?
3. 	Eru ávís øki í landinum, har Bústaðir ikki hava í hyggju at hava virksemi uttan so, at
kommunur ella onnur eisini fíggja byggingina?
4. 	Hvørjar verða fyrstu byggingarnar, sum Bústaðir fara í gongd við, tá økta fíggjarliga
heimildin til bygging er samtykt?
Svar
Til spurning 1
Í 2011 fekk Húsalánsgrunnurin heimild til, einsamallur ella saman við øðrum at útvega, reka og leiga
út 	íbúðir, 	íbúðahús 	og 	lestarbýlir. 	Endamálið 	við 	hesum 	var 	at 	fjøltátta 	útboðið 	á
bústaðamarknaðinum, og harvið geva fólki betri møguleika fyri at tillaga sína bústaðastøðu til
lívsstøðuna. Hetta eitt nú við at eldri fólk fáa møguleika til at flyta í eina minni íbúð, at ung, sum
ynskja at flyta heimanífrá fáa møguleika til at fáa ein hóskandi ungdóms- ella lestrarbústað, ella at
ung eftir loknan lesna fáa eina íbúð at húsast í.
Í 2012 kom Bústaðapolitikkur Føroya, sum var orðaður av landsstýrisfólkunum í ávikavist
almannamálum og fíggjarmálum. Yvirskipaða málið í bústaðapolitikkinum er, at øll við síni inntøku
sjálvi skulu kunna fáa til vega egnan bústað, og politiska uppgávan er at tryggja, at útboðið av
bústøðum og kostnaðurin fyri hesar er á einum støði, so menniskju, uttan mun til, hvar tey eru í
lívinum, kunnu fáa eitt nøktandi heim í mun til ítøkiliga tørvin hjá tí einstaka.
Bústaðapolitikkurin hevur øll árini verið vegvísin hjá Bústøðum. Í bústaðapolitikkinum er eitt
sjálvstøðugt 	brot 	um, 	hvussu 	Bústaðir 	(Føroya 	Bústaðafelag) 	skal 	viðvirka 	til 	at 	fremja
bústaðapolitikkin í verki, og hesum hevur Bústaðir arbeitt eftir alla tíðina.

-- 1 of 3 --

Nógv er broytt hesi seinastu 12 árini síðani bústaðapolitikkurin var orðaður, og Bústaðir fór at virkað.
Tí skal bústaðapolitikkurin eftirmetast og dagførast, og í hesum sambandi mugu vit umhugsa, um
nakað av tí, sum stendur í bústaðapolitikkinum um uppgávur hjá og endamál við Bústøðum, átti at
verið lógarfest heldur enn ‘bert’ at standa í politikkinum.
Hesi viðurskifti fari eg at taka upp í politisku skipanini og saman við stýrinum fyri Húsalánsgrunnin.
Til spurning 2
Bústaðir eigur tilsamans 634 íbúðir kring landið, harav tær 456 eru í brúki. 178 íbúðir eru í gerð, og
væntast hesar allar at verða lidnar summarið 2025. Harumframt hevur Bústaðir bygt 8 íbúðir, sum
síðani eru seldar einum lutaíbúðafelag.
Býti av leigubústøðum kring landið er soleiðis, at 60% av bústøðunum er í Suðurstreymoy, 14% í
ávikavist Eysturoynni og Norðoyggjum, 7% í Suðuroy, 2,5% í ávikavist Vágum og Norðstreymoy og
1% í Sandoynni.
Bústaðir kann, við støði í bíðilistanum, staðfesta, hvør tørvurin er á bústøðum ymsastaðni í landinum.
Higartil hevur mest verið bygt í miðstaðarøkinum. Hetta er tí, at talið á fólki, ið hava tørv á taki yvir
høvdið er størstur í hesum økinum. Tað er ásett í Bústaðarpolitikki Landsins, at Bústaðir skulu virka
fyri einum størri og meir fjøltáttaðum útboð av bústøðum um alt landið. Hetta er framvegis ein av
arbeiðssetningunum ið arbeitt verður eftir.
Til spurning 3
Tá Bústaðir meta um, hvørt farast skal undir bygging eitt ávíst stað, verður hugt eftir ítøkiliga
tørvinum á leigubústøðum í økinum. Er tørvurin lítil merkir tað, at húsaleigan, sum fólk eru sinnað at
rinda, eisini er lutfalsliga lítil. Er tann húsaleigan, sum fólk vilja rinda, ov lítil í mun tað, sum tað
kostar Bústøðum at útvega, fíggja og reka leigubústaðirnar, so verður ikki bygt í økinum.
Men við broytingini í lógini fyri Bústaðir, ið í løtuni liggur í løgtinginum, fer at bera til at stovna
almannagagnlig bústaðarfeløg saman við kommununum. Við almannagagnligum bústaðafeløgum
verður lánibyrðan lægri, enn tá Bústaðir byggja einsamøll, við tað at kommunan kemur við
eginpeningi til felagið, og tað hevur aftur við sær lægri útreiðslur til rentur og avdráttir; av tí sama
verður húsaleigan lægri. Tað verður tí møguligt hjá almannagagnligum bústaðafeløgum, sum Bústaðir
og kommunur fara saman um, at útvega og leiga út bústaðir í økjum, har tað, sum er, ikki ber til hjá
Bústøðum einsamøllum at fáa bústaðaverkætlanir at mala runt. Broytingin í lógini fer sostatt at betra
um møguleikarnar at byggja í økjum í landinum, har frammanundan hevur verið trupult at byggja.
Til spurning 4
Bústaðir hevur fleiri verkætlanir á tekniborðinum, og júst hvør av hesum verður tann fyrsta, sum farið
verður víðari við, er ilt at siga.
Bústaðir má sjálvsagt virka og leggja ætlanir innanfyri teir karmar, sum lóggávuvaldið setir, og tá

-- 2 of 3 --

hesir karmar verða broyttir, so broytast eisini fortreytirnar fyri virkseminum hjá Bústøðum.
Um lógaruppskotið, sum nú liggur í løgtinginum, verður samtykt, verður lániheimildin økt. Tá
fíggingin er fingin til vega eru verkætlanir, sum eru klárar at fara víðari við.
Ingilín D. Strøm
landsstýriskvinna í umhvørvismálum

-- 3 of 3 --
103.23 spm. til I. D. Strøm frá Ei. í Jákupsstovu - bústaðir.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 14. mar. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum
Evni: Bústaðir
Spurningar:
1. Hvørja strategi fyri bygging hava Bústaðir fyri komandi árini?
2. Eru ávís øki í landinum, sum Bústaðir raðfesta fram um onnur?
3. Eru ávís øki í landinum, har Bústaðir ikki hava í hyggju at hava virksemi uttan
so, at kommunur ella onnur eisini fíggja byggingina?
4. Hvørjar verða fyrstu byggingarnar, sum Bústaðir fara í gongd við, tá økta
fíggjarliga heimildin til bygging er samtykt?
Viðmerkingar:
Tað hevur í eina tíð verið at frætta, at stígur aftur er komin í byggingina hjá Bústøðum
- sum skilst serliga orsakað av, at møguleikarnir fyri fígging ikki hava verið til staðar.
Samstundis hevur nýggja stýrið fyri Bústaðir verið til arbeiðis í hálvtannað ár, broytta
lógargrundarlagið hevur verið í gildi í næstan eitt ár, og stjórin er nakað síðan farin úr
starvi.
Bústaðir eru eitt bústaðarpolitiskt amboð, og tí verða hesir spurningar settir
landsstýriskvinnuni um ítøkiligu nýtsluna av hesum amboði.
Á Løgtingi, 14. mars 2024
Eirikur í Jákupsstovu

-- 1 of 1 --