52-102/2023
Inntøkur frá forskatting av pensjónum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 25. mar. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
102.23 Svar frá R. Vang til U. H. Johannesen - forskatting av pensjónum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 25. mar. 2024
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 25. mars 2024 J.nr.: 24/07836 Viðgjørt: Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-102/2023 frá Una Holm Johannesen, løgtingsmanni, settur landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um inntøkur frá forskatting av pensjónum. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvørjar eru framroknaðu mettu árligu inntøkurnar av at forskatta pensjónir næstu 15 árini, og hvat ger tað við haldførið í búskapinum? 2. Hvørjar hava árligu inntøkurnar av at forskatta pensjónir verið seinastu 10 árini? Svar: Til nr. 1 Inntøkurnar frá skattinum av pensjónsinngjøldum vóru um 518 mió. kr. í 2023. Roknað verður við 520 mió. kr. í 2024. Fíggjarmálaráðið metir, at inntøkurnar frá skattinum av pensjónsinngjøldum fara at vaksa 3-4% árliga næstu nógvu árini. Tó er hugsandi, at vøksturin verður nakað størri fram til 2026, tí bundna eftirlønargjaldið hækkar sambært eftirlønarlógini úr 10% í 2024 til 12% í 2026. Frá 2027 og frameftir verður bundna eftirlønargjaldið 12% sambært eftirlønarlógini. Viðvíkjandi spurninginum um hvat forskattingin av pensjónum ger við haldførið í búskapinum, verður víst til frágreiðing frá Búskaparráðnum á heysti 2016, tekstkassi 4, bls. 48-49. Tekstkassin er endurgivin niðanfyri: “Tekstkassi 4 Forskattingin av pensiónum og versnanin av fíggjarliga haldførinum Í undanfarna valskeiði fingu hægru inntøkubólkarnir ein skattalætta, ið segðist verða fíggjaður við at forskatta øll framtíðar pensiónsinngjøld við 40%. Reglan áðrenn hesa broyting var skattafrádráttur fyri pensiónsinngjøld og skatting (eftirskatting) av pensiónsútgjøldum við útgjald (35% fyri kapitalpensión og vanligur skattur fyri onnur pensiónssløg). Fyri fíggjarliga haldføri almenna geirans merkti hetta at framtíðar inntøkur og framtíðar nýtslumøguleikar almenna geirans – stavandi frá framtíðar eftirskatti av pensiónsútgjøldum – nú vórðu “offrað” til frama fyri “her-og-nú-nýtslu” av skattainntøkunum frá forskattingini. -- 1 of 3 -- F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance 2/3 Vit kunnu siga at givið skattalættan til hægru inntøkubólkarnar (minking av almennum inntøkum), var tað forskattingin av pensiónum (vøkstur í almennu inntøkunum), sum gjørdi tað møguligt at fáa peningin til vega til “her-og-nú-fígging” av eldrarøktarøkinum í kommunalum regi. Eisini kann sigast, at tað sum eftir gomlu reglunum (tvs. eftirskatting) skuldi goymast til seinni brúk, beinan vegin var tikið inn og brúkt – brúkt til skattalætta fyri hægru inntøkubólkarnar. Eingi atlit vóru tikin til at goyma, (og ikki at nýta) peningin frá forskattingini til at rinda fyri framtíðar útreiðslutørvir almenna geirans, ið vit vita fara at vaksa stórliga í komandi árum. Eingi tiltøk vóru gjørd til tess at fíggja skattalættan á regluligan hátt - nevniliga við tilsvarandi at skerja útreiðslur almenna geirans, ella við at krevja tilsvarandi meira inn í øðrum skattum og avgjøldum. Okkara niðurstøða má tí vera at skattalættin var ófíggjaður, og at hann versnar um fíggjarliga haldføri almenna geirans. Samstundis varð inntøkusíðan av eini nýggjari pensiónsskipan sett í verk. Hendan nýggja pensiónsskipan álegði øllum eftir eina 15-ára skiftistíð at gjalda inn 15% av inntøkuni til egna pensión; tey 15%-ini (fyri tey ið ikki longu rukku tey) skuldu røkkast eftir eini upp til 15-ára skiftistíð. Eyðsæð veksur hendan pensións-nýskipanin um framtíðar føroysku pensións-uppsparingina, og harvið eisini um inntøkumøguleikar almenna geirans frá hesi somu pensiónsuppsparing. Vøksturin av pensiónsuppsparingini merkir tískil – alt annað líka - ein bata fyri fíggjarliga haldføri almenna geirans. Av tí at aldurstreytaði útreiðslutørvur almenna geirans fer at vaksa stórliga í komandi árum, hevði ein eftirskatting av pensiónsútgjøldunum borið við sær at peningurin var meira rættstundis tøkur, tá brúk var fyri honum. Skuldi hetta seinasta eisini verið lúkað við forskatting, skuldi peningurin frá eini forskatting ikki verið nýttur her-og-nú, men goymdur til seinni brúk. Varð útreiðslutørvurin hjá almenna geiranum hinvegin vaksandi í næstkomandi árum, og við útliti til minking skjótt eftir tað, kundi ein forskatting verið upp á sítt pláss. Hetta broytir ikki okkara omanfyri standandi niðurstøðu um forskattingina av pensiónum og nýtsluna av henni í givna førinum, og avleiðingarnar fyri fíggjarliga haldførið. Viðhvørt hevur verið ført fram frá politiskari síðu at ein skattalætti til háinntøkurnar fíggjar seg sjálvan gjøgnum størri arbeiðsvirkni (arbeiðsútboð), og økta privata nýtslu (eftirspurning), og harvið eisini avleitt økt arbeiðsvirkni, og harvið øktar skattainntøkur – tvs. við eini “niðurseyring” frá hægru til lægru inntøkubólkarnar. Vit kunnu ikki avvísa at hetta partvíst kann gera seg galdandi – viðhvørt, og viðhvørt ikki. Hinvegin ber til at staðfesta at ein skattalætti ongantíð fíggjar seg sjálvan fult út, og tí er altíð neyðugt við tiltøkum á annahvørt inntøku- ella útreiðslusíðuni. Samljóðandi empiriskir búskaparlitteraturar um “niðurseyrings- ástøðið” eru ringir at finna.” Til nr. 2 Inntøkurnar av at forskatta pensjónir síðstu árini eru vístar í talvuni niðanfyri í mió. kr.: Mió. kr. 2014 2015 2016 2017 2018 2019 2020 2021 2022 2023 Skattur av pensjónsinngjøldum 266 277 294 321 351 397 408 438 475 518 -- 2 of 3 -- F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance 3/3 Fíggingarmyndilin viðvíkjandi eldraøkinum í sambandi við, at kommunurnar yvirtóku eldraøkið frá 1. januar 2015 hevur við sær, at allur skatturin av pensjónsinngjøldum fellur til kommunurnar frá 2015 og frameftir. Tinganes, 25. mars 2024 Ruth Vang Landsstýriskvinna í fíggjarmálum -- 3 of 3 --
102.23 spm. til R. Vang frá U. H. Johannesen - forskatting av pensjónum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 13. mar. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Uni Holm Johannesen, løgtingsmaður Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum Evni: Inntøkur frá forskatting av pensjónum Spurningar: 1. Hvørjar eru framroknaðu mettu árligu inntøkurnar av at forskatta pensjónir næstu 15 árini, og hvat ger tað við haldførið í búskapinum? 2. Hvørjar hava árligu inntøkurnar av at forskatta pensjónir verið seinastu 10 árini? Viðmerkingar: Í Føroyum verður pensjónsskatturin ikki spardur upp sum aðrastaðni, tí skatturin av eftirlønarsamansparingini er framskundaður og verður kravdur við inngjaldi sum fígging til raksturin av samfelagnum. Tað samtyktu Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin í desember 2011. Tað vil siga, at ein vaksandi samfelagsbólkur frameftir ikki fer at rinda inn í felagskassan, sum hann annars hevði skulað undir gomlu skipanini, undantikið tað, sum var spart upp fram til og við 31. desember 2011. 1. januar 2014 kom eisini nýggj eftirlønarlóg í gildi, har bundna eftirlønargjaldið var 1 prosent av lønini, sum so skuldi vaksa eitt prosentstig um árið upp til hámarkið, sum í 2026 verður 12 prosent av lønini. Hesar politisku broytingarnar hava væl við sær, at inntøkurnar frá eftirlønarskatti ikki fara at vaksa við somu ferð í framtíðini. Tað fer av tí sama eisini at ávirka inntøkugrundarlagið hjá landskassanum, sum frammanundan ikki er serliga haldførur. Fyri at fáa greiðu á, hvussu avgerðin at forskatta pensjónir fer at ávirka samfelagsbúskapin og haldførið frameftir, so verða hesir spurningar settir. Á Løgtingi, 13. mars 2024 Uni Holm Johannesen -- 1 of 1 --