← Løgtingsmál

52-101/2023

Bústaðir

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 19. mar. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
101.23 Svar frá I. D. Strøm til E. M. Gunnleygsdóttur - Bústaðir.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 19. mar. 2024

Sjá útdrigin tekst
UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 19.03.2024
J. nr.: 24/07094-2
Svar upp á fyrispurning nr. 52-101/2023 sambært § 52 a í tingskipanini til Ingilín D. Strøm,
landsstýriskvinnu, frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu, um Bústaðir
Spurningar:
1. Tekur landsstýriskvinnan undir við, at Bústaðir hækkar leiguprísirnar?
2. Hvussu heldur landsstýriskvinnan, at hækkaði leigukostnaðurin samsvarar við bústaðarpolitikkin hjá
samgonguni?
3. Ætlar landsstýriskvinnan at gera nakað, fyri at fáa leigukostnaðin hjá Bústøðum at lækka?
4. Metir landsstýriskvinnan, at Bústaðir hevur eitt nóg stórt avlop til at kunna umsita, viðlíkahalda og
byggja nýtt uttan at økja skuldarbyrðuna?
5. Eigur Bústaðir at bjóða øll arbeiði út, sum verða gjørd fyri stovnin?
6. Metir landsstýriskvinnan, at Bústaðir í nóg stóran mun fylgir almenna útbjóðingarpolitikkinum?
7. Hvussu stórt avlop eigur Bústaðir at hava, fyri at tryggja haldførið hjá stovninum?
Svar
Til spurning 1, 2 og 3
Tað er hvørki landsstýriskvinnan ella samgongan, sum ásetir húsaleigurnar hjá Bústøðum.
Húsaleigurnar verða, sambært løgtingslóg um Húsalánsgrunn, ásettar av leiðsluni fyri
Húsalánsgrunnin, og standa í mun til veruligu kapital- og rakstrarútreiðslurnar fyri leigubústaðirnar.
Húsaleigurnar eru sostatt neyvt tongdar at, hvat tað kostar at byggja, fíggja og reka leigubústaðirnar.
Tá kostnaðarstøðið í samfelagnum hækkar, hækka leigurnar hjá Bústøðum tíverri eisini.
Bústaðarpolitikkurin hjá samgonguni er at útvega fleiri, fjølbroyttari og bíligari leigubústaðir. Síðani
henda samgongan tók við, eru stig tikin, sum hava til endamáls at fáa bygt fleiri bústaðir. Eitt nú varð
kravið til Bústaðir um at tey skuldu samstarva við privatar íleggjarar avtikið seinasta vár. Hetta gav
Bústøðum víðari heimildir at arbeiða undir, og til at meta um, hvørt skilabest er í einstøku
verkætlanini at samstarva við onnur ella ikki.
Í løtuni liggur eitt uppskot í løgtinginum, har lániheimildin hjá Húsalánsgrunninum verður hækkað

-- 1 of 3 --

við 350 mió. krónum, so støðgur ikki kemur í, men at stovnurin framhaldandi kann fara undir at
byggja enn fleiri fólki trygt tak yvir høvdið.
Eisini verður loyvt Húsalánsgrunninum at læna frá útlendskum lánveitarum, ið gevur teimum eina
munandi betri samráðingarstøðu, og møguleiki verður fyri at reka fleiri verkætlanir í sama partafelag.
Samgongan hevur sett sær fyri, at kommunur skulu fáa heimild til, saman við Bústøðum, at stovna
almannagagnlig bústaðarfeløg, bæði fyri at halda leiguprísinum niðri, og fyri at geva kommununum
betri møguleika at taka lut í bústaðarpolitikkinum. Afturat hesum eru uppskot ávegis, ið skulu loyva
kommunum at taka tænastugjøld fyri tóm hús og at áseta bústaðaskyldu í nýggjum útstykkingum.
Eisini setti samgongan sær fyri í samgonguskjalinum at kannað, hvørt føroyskir pensiónsgrunnar
kunnu vera við til at loysa bústaðaravbjóðingina. Í hesum sambandi fegnast vit um samstarvið millum
LÍV og Bústaðir um verkætlanina Heimasta Horn II, sum væntandi bert er fyrsta dømi av fleiri
komandi um slík samstørv.
Til spurning 4
Sambært stýrinum fyri Húsalánsgrunnin og grannskoðara teirra er búskapurin hjá Bústøðum
yvirskipað haldførur, við tað at inntøkurnar standa mát við veruliga fíggjar- og rakstrarkostnaðin
íroknað avsetingar til viðlíkahald. Tað er tó ein sannroynd, at hækkandi kostnaðar- og rentustøðið
leggur trýst á bústaðamarknaðin – og eisini Bústaðir – og stýrið fyri Húsalánsgrunnin hevur kunnað
Umhvørvismálaráðið um, at arbeitt verður miðvíst við at minka um rakstrarútreiðslurnar.
Skuldi Húsalánsgrunnurin fingið so mikið stórt avlop av sínum verkætlanum, at avlopið kundi fíggja
nýggja bygging uttan lántøku, so var neyðugt at seta húsaleigurnar munandi upp, og tað hevði gingið
ímóti bústaðapolitikkinum at kravt tað. Tí verður framhaldandi neyðugt at fíggja nýbygging við láni
og/ella innskoti frá privatum íleggjarum og kommunum. Hendan skipanin merkir, at tað eyðsæð er
eitt mark fyri, hvussu nógva nýbygging, Húsalánsgrunnurin kann fremja. Ein annar háttur at frígeva
kapital til nýbygging er t.d. at fara í samstarv við eitt nú pensjónsfeløg um verandi ognir.
Til spurning 5 og 6
Stýrið fyri Húsalánsgrunnin hevur ábyrgdina fyri virkseminum hjá Bústøðum sambært § 2, stk. 1 í
løgtingslóg um Húsalánsgrunn. Uppgávan hjá stýrinum er m.a. at tryggja, at stovnurin, innanfyri og
í samsvari við galdandi lógir og reglur, so skynsamt sum til ber fremur tey endamál, sum stovnurin
hevur sambært løgtingslóg um Húsalánsgrunn. Sum landsstýriskvinna skal eg, sambært § 8, stk. 1 í
løgtingslóg um Húsalánsgrunn, hava eftirlit við grunninum, men tað merkir ikki, at eg skal leggja
meg út í, á hvønn hátt eitt sitandi stýri avgerð at reka stovnin, so leingi hetta er innan fyri lógarinnar
karmar. Eg fari tí ikki at leggja meg út í, hvønn útboðspolitikk stovnurin hevur, so leingi ein slíkur
ikki er í stríð við galdandi lóg.
Til spurning 7

-- 2 of 3 --

Víst verður til svar til spurning 4 omanfyri í mun um búskaparliga haldførið hjá Bústøðum. Men tað
er rætt, at Bústaðir ikki við verandi inntøkum genererar eina likvida uppsparing, men bert uppsparing
í realkapitali, sum merkir, at so hvørt sum skuldin verður niðurgoldin, so veksur eginognin hjá
Bústøðum, í og við at Bústaðir “eigur” bygningarnar og ikki lánveitararnir. Hetta svarar til støðuna
hjá privatfólki, sum byggja sær hús fyri læntan pening, og enda við at eiga húsini, uttan tó at kunna
fáa tey umveksla til reiðan pening uttan við at selja tey. Harfyri verður vanliga ikki sagt, at búskapurin
hjá hesum fólkum er óhaldførur. Mest týðandi er, at inntøkurnar standa mát við veruliga fíggjar- og
rakstrarkostnaðin íroknað avsetingar til viðlíkahald.
Ingilín D. Strøm
landsstýriskvinna í umhvørvismálum

-- 3 of 3 --
101.23 spm. til I. D. Strøm frá E. M. Gunnleygsdóttur - Bústaðir.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 7. mar. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunleygsdóttur, løgtingskvinna
Svarari: Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum
Evni: Bústaðir
Spurningar:
1. Tekur landsstýriskvinnan undir við, at Bústaðir hækkar leiguprísirnar?
2. Hvussu heldur landsstýriskvinnan, at hækkaði leigukostnaðurin samsvarar við
bústaðarpolitikkin hjá samgonguni?
3. Ætlar landsstýriskvinnan at gera nakað, fyri at fáa leigukostnaðin hjá Bústøðum at lækka?
4. Metir landsstýriskvinnan, at Bústaðir hevur eitt nóg stórt avlop til at kunna umsita,
viðlíkahalda og byggja nýtt uttan at økja skuldarbyrðuna?
5. Eigur Bústaðir at bjóða øll arbeiði út, sum verða gjørd fyri stovnin?
6. Metir landsstýriskvinnan, at Bústaðir í nóg stóran mun fylgir almenna
útbjóðingarpolitikkinum?
7. Hvussu stórt avlop eigur Bústaðir at hava, fyri at tryggja haldførið hjá stovninum?
Viðmerkingar:
“Ein bústaður er ein rættur, ikki ein vøra.” Soleiðis ljóðaðu nøkur føgur orð áðrenn seinasta
løgtingsval. Eisini segði núverandi landsstýriskvinna í bústaðarmálum í einum lesarabrævi tann 24.
november 2022, at vit eiga at brúka bústaðaramboð okkara, Bústaðir, til at tryggja eina bíliga leigu
til tey, ið hava tørv á tí.
Nú hetta landsstýrið hevur sitið í meira enn eitt ár frættist gjøgnum miðlarnar, at Bústaðir hækkar
leigukostnaðin fjórða árið á rað, og at nakrir av verandi leigarum mugu finna sær nýggjan bústað,
orsakað av príshækkingini.
Viðvíkjandi spurningunum um at bjóða arbeiði út og at fylgja almenna útbjóðingarpolitikkinum,
verður víst til svar uppá § 52a fyrispurning nr. 52-218/2021, frá 1. juli 2022, har upplýst varð, at
innboðin lisititatión og alment útboð bert høvdu verið roynd í einstøkum førum, meðan talan í flestu
førum var um undirhondsboð frá í mesta lagi tveimum arbeiðstakarum. Undirritaða kundi hugsað
sær at fingið at vita, um hendan støðan er broytt.

-- 1 of 2 --

Tí verður hesin fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 7. mars 2024
Elsebeth Mercedis Gunleygsdóttur

-- 2 of 2 --