← Løgtingsmál

52-100/2023

Uppsjóvarfiskiskapur á føroyaleiðini og hjáveiða

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 19. mar. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
100.23 Svar frá D. Holm til J. Dahl - Uppsjóvarfiskiskapur á føroyaleiðini.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 19. mar. 2024

Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
19. mars 2024
Mál: 24/07097-4
(at tilskila í svari)
Tygara skriv: 52-100/2023
Svar til § 52 a fyrispurning nr. 52-100/2023 frá Johan Dahl, løgtingsmanni, til Dennis
Holm, landsstýrismann, um uppsjóvarfiskiskap á føroyaleiðini og hjáveiðu
Spurningar:
1. Hvørji fiskasløg verða fiskað sum hjáveiða av uppsjóvarflotanum, og hvussu stórar nøgdir
verður mett, at talan er um?
2. Er nakað regluligt veiðueftirlit við føroyskum og útlendskum fiskiskipum?
3. Hvørja ætlan hevur landsstýrismaðurin at gera skrásetingar av hjáveiðu hjá uppsjóvarflotanum?
Svar:
Til spurning 1
Í føroyskum sjógvi royna føroysku uppsjóvarskipini eftir svartkjafti, makreli, norðhavssild og
heystgýtandi sild. Nakað av hjáveiðu av øðrum fiskasløgum er eisini ein partur av veiðuni.
Sambært galdandi reglum skal øll veiða og hjáveiða skrásetast og fráboðast myndugleikunum.
Í 2023 fiskaðu føroysk skip umleið 401.000 tons av svartkjafti. Fráboðaða hjáveiðan av øðrum
fiskasløgum var henda :
Slag Nøgd í tonsum
Høgguslokkur 11
Makrelur 219
Gulllaksur 15
Norðhavssild 32
Heystgýtandi sild 119
Rognkelsi 6
Prikkafiskur 449
Makrelgedda 23
Upsi 8
Kongafiskur 0,5
Annar fiskur 4

-- 1 of 2 --

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
2/2
Í 2023 fiskaðu føroysk skip 170.000 tons av makreli. Fráboðaða hjáveiðan av øðrum fiskasløgum
var henda:
Slag Nøgd í tonsum
Rognkelsi 46
Svartkjaftur 1.558
Norðhavssild 64
Annar fiskur 134
Makrelgedda 86
Heystgýtandi sild 105
Lakssild 85
Í 2023 fiskaðu føroysk skip 90.651 tons av norðhavssild. Fráboðaða hjáveiðan av øðrum
fiskasløgum var henda:
Slag Nøgd í tonsum
Svartkjaftur 2.777
Rognkelsi 3
Makrelur 121
Heystgýtandi sild 110
Í 2023 fiskaðu føroysk skip 10.859 tons av heystgýtandi sild. Fráboðaða hjáveiðan var 116 tons
av svartkjafti.
Til spurning 2
Regluligt eftirlit er við føroyskum og útlendskum fiskiskipum í føroyskum sjógvi. Í 2023 varð
eftirlit framt umborð á 187 skipum. Av hesum vóru 61 skip útlendsk. Av teimum 61 útlendsku
skipunum høvdu 45 landað/fiskað uppsjóvarfisk.
Til spurning 3
Eins og nevnt í svari til spurning 1 skal øll veiða og hjáveiða skrásetast og fráboðast
myndugleikunum sambært galdandi reglum. Eftirlit við fiskiskapinum er ein týdningarmikil liður í
at tryggja burðardyggan fiskiskap. Landsstýrismaðurin fer altíð at virka fyri, at eftirlitið er so gott,
sum tað kann vera við tøku amboðunum og fíggjarorkuni. Eitt framstig í eftirlitinum er, at Vørn
herfyri fekk møguleika at seta fleiri eygleiðarar og eftirlitsfólk í fast starv.
Dennis Holm
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
100.23 spm. til D. Holm frá J. Dahl - Uppsjóvarfiskiskapur á føroyaleiðini.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 7. mar. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Uppsjóvarfiskiskapur á føroyaleiðini og hjáveiða
Spurningar:
1. Hvørji fisksløg verða fiskað sum hjáveiða av uppsjóvarflotanum, og hvussu
stórar nøgdir verður mett, at talan er um?
2. Er nakað regluligt veiðieftirlit við føroyskum og útlendskum fiskiskipum?
3. Hvørja ætlan hevur landsstýrismaðurin at gera skrásetingar av hjáveiði hjá
uppsjóvarflotanum?
Viðmerkingar:
Tað er týdningarmikið, at opinleiki er um, hvussu nógv og hvørji fiskasløg verða
fiskað - her verður hugsað um málið at skipa burðardygga veiði. Bæði fyri
myndugleikanna eftirlit og sum upplýsandi tilfar um onnur fiskasløg og súgdjór, sum
møguligt er at veiða við støði í hesum upplýsingum og vitan.
I hesum sambandi er áhugavert at vita meira, hvussu stóra hjáveiðu okkara
uppsjóvarskip fáa av fiskasløgum og súgdjórum, men sum ikki sæst í tí uppgivna og
ikki kemur við í hagtølini frá Havstovuni og Hagstovuni. Av fiskasløgum er
áhugavert at nevna laks og tunfisk, sum oftast hoyrist um. Serliga tunfiskur er sera
áhugaverdur at vita meira um; her er vinnuvegur møguligur part av árinum.
Eisini hoyrist um hjáveiði, bæði av bóghvítuhvali, sildreka, grindahvali, springarum
og onkran finnhvali eisini.
Hesar upplýsingar og vitan eiga at koma fram; ikki fyri at revsa nakran ella gera
ónáðir, men meira til kunnleika og vísindi.
Her verður ikki bara hugsað um, hvat føroysku skipini skulu geva upp, men so
sanniliga eisini russar, norðmenn, íslendingar, bretar og EU-borgarar og onnur.
Politiskt er tað týdningarmikið, at okkara náttúruríkidømi verður umsitið so
burðardygt sum gjørligt. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 7. mars 2024
Johan Dahl

-- 1 of 1 --