← Løgtingsmál

52-099/2023

Dalstunnilin og tunnilstoymið

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 15. mar. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
099.23 Svar frá D. Holm til J. Joensen - Dalstunnilin.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 19. mar. 2024

Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
19. mars 2024
Mál: 24/06650-2
Tygara skriv: 52-099/2023
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-099/2023 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, settur
landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, um Dalstunnilin
og tunnilstoymið
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu gongur við arbeiðinum við Dalstunlinum?
2. Heldur tíðarætlanin?
3. Nær verður dalstunnilsprojektið við tilhoyrandi vegum liðugt?
4. Nær verður fyrsta skotið til tunnilin til Tjørnuvíkar skotið?
Svar til spurning 1, 2 og 3
Arbeiðið við Dalstunlinum hevur sum heild gingið væl. Fyrsta skotið fyri tunlinum varð latið 5.
november 2020, og tunnilin varð skotin ígjøgnum 9. novembur 2023.
Ymisk arbeiði eru síðani gjørd í tunlinum, og arbeitt hevur verið við at breiðka vegir í Dali og í
Húsavík við alvopsgróti frá tunlinum.
Miðað verður eftir, at tunnilin verður liðugt tryggjaður í 2024, at portalarnir verða gjørdir, og at
partar av vegunum uttan fyri tunnilin verða endaliga lidnir.
Ætlanin er at gera vegirnar í tunlinum í 2025 og 2026, og at leggja inn tekniskar installatiónir,
trygdarútgerð og ljós í 2026. Í løtuni er ein partur av arbeiðinum inni í tunlinum nakað seinkað, tí
tað hevur verið neyðugt at lýsa eftir nýggjum starvsfólkum til tunnilsarbeiðið.
Tunnilin verður væntandi liðugur í 2026, men tað er treytað av játtan, og at arbeiðið gongur, sum
tað skal. Í ár eru 25 mió. kr. játtaðar til verkætlanina, og eftir verandi íløguætlan verða 35 mió. kr.
játtaðar í 2025 og at enda 30 mió. kr. í 2026, sum skuldi verið nóg mikið.
Svar til spurning 4
Tjørnuvíkartunnilin verður fyrireikaður, og arbeitt verður við eini loysn, har tunnilin byrjar við
Marmaskallará, norðan fyri Haldórsvík, og kemur út í Dalinum í Tjørnuvík. Tunnilin verður
umleið 2,3 kilometrar og vegagerðin 100 metrar.

-- 1 of 2 --

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
2/2
Borgarafundur var í Tjørnuvík 6. mars 2024, saman við landsstýrismanninum í fiskivinnu- og
samferðslumálum, Sunda kommunu og Landsverk, um tunnilsverkætlanina. Fundurin var
væleydnaður.
Søkt verður nú um loyvi frá friðingarmyndugleikum til at kunna fremja verkætlanina, og farið
verður undir at keypa lendi báðumegin tunnilsmunnarnar.
Roknað verður við, at grivið verður til tunnilsmunnan við Marmaskallará um 8 – 12 mánaðir, alt
eftir, hvussu tað fer at ganga við at fáa neyðug loyvi til tunnilsgerðina og keyp av lendi uppá pláss.
Dennis Holm
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
099.23 spm. til D. Holm frá J. Joensen - Dalstunnilin.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 19. mar. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Dalstunnilin og tunnilstoymið
Spurningar:
1. Hvussu gongur við arbeiðinum við Dalstunlinum?
2. Heldur tíðarætlanin?
3. Nær verður dalstunnilsprojektið við tilhoyrandi vegum liðugt?
4. Nær verður fyrsta skotið til tunnilin til Tjørnuvíkar skotið?
Viðmerkingar:
Dalstunnilin er sprongdur ígjøgnum og eftir er nú at gera projektið liðugt. Tunnilin
skal tryggjast og asfalterast, og vegir við tunnilsmunnarnar skulu gerast lidnir.
Pengar eru játtaðir til at enda projektið og tí er týdningarmikið, at arbeiðið gongur
eftir ætlan. Eisini er ætlanin, at tunnilstoymið skal til Tjørnuvíkar, tá
dalstunnilsprojektið er liðugt. Fyri at fáa at vita, hvussu arbeiðið hilnast, verða hesir
spurningar settir landstýrismanninum.
Á Løgtingi, 4. mars 2024
Jóhannis Joensen

-- 1 of 1 --