52-098/2023
Grønir prísir frá SEV
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 12. mar. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
098.23 Svar frá I. D. Strøm til E. Eidesgaard - Grønir málarar.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 13. mar. 2024
Sjá útdrigin tekst
UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ Gongin 7 • FO-100 Tórshavn Tel. (+298) 35 87 00 • umhvorvi@umhvorvi.fo • www.umhvorvi.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann 12. mars 2024 J. nr.: 24/06437-2 Viðgjørt: Tygara skriv: Svar upp á fyrispurning nr. 52-098/2023 frá Erlingi Eidesgaard, løgtingsmanni, um grønar prísir frá SEV Spurningar: 1. Er tað í samsvari við umhvørvispolitikkin hjá samgonguni, at avslátturin til hitapumpur og elbilar verður minkaður niður í eina helvt í 2028 og tikin av í 2030? 2. Hvat heldur landsstýriskvinnan um, at 3.000 húskir síðani 2018 hava gjørt stórar íløgur í grønar málarar, men skjótt standa við einari íløgu og einum málara, ið ikki longur tænir nøkrum endamáli? 3. Ætlar landsstýriskvinnan at skipa so fyri, at avsláttur av el til hitapumpur og elbilar heldur fram og verður lagdur í eina fasta legu? Svarað verður undir einum SEV hevur á heimasíðu síni fráboðað, at avslátturin fyri elnýtslu til hitapumpur og elbilar ætlandi verður minkaður niður í helvt í 2028 og tikin av í 2030. Slíkar prísbroytingar skulu fyrst góðkennast av aðalfundinum og síðani av Elveitingareftirlitinum. Hetta er ikki gjørt. Í uppskotinum um broytingar í elveitingarlógini, sum fyri kortum varð lagt fyri Løgtingið, er ásett, at SEV kann gera avsláttarskipanir fyri sølu av el til góðkendar hitapumpur, til elbilar, til stórkundar, til løðistøðir o.tíl. Sostatt er ætlanin at heimildin at lata avsláttur av el til hitapumpur og elbilar skal varðveitast. Tað er týðandi at viðmerkja, at sjálvt uttan avslátturin loysir íløgan í hitapumpu í allar flestum førum seg fíggjarliga. Men tað er ein sannroynd, at avslátturin bøtir nógv um orkukostnaðin. Eitt miðal húsarhald, sum brúkar 8.000 kWt um árið, sparir 4.000 kr. árliga á elrokningini eftir avslátturin. Fyri stóran part av húsarhaldunum, sum hava gjørt íløgur í grønar málarar, ber tí til at spara grøna elmálaran inn aftur. Men tað er greitt, at um verandi avsláttur verður lækkaður og tikin av, uttan -- 1 of 2 -- UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ Ministry of Environment 2/2 at annar verður settur í staðin, so vilja húsarhald, sum stutt undan hava sett upp grønan málara, ikki náa at fáa endurrindað sína íløgu. Tað setur mong húsarhald í eina trupla støðu, við tað at fortreytirnar fyri íløguna í grøna hitaskipanina og málaran, ið tey gjørdu í góðari trúgv, broytast. SEV hevur í síni ársfrásøgn sagt, at orsøkin til at avtaka avslátturin, er at MVG afturberingin fyri hitapumpur fram móti 2028 verður avtikin. Hesar stuðulskipanir kunnu tó ikki samanberast. MVG afturberingin er ein afturbering fyri íløguna, ið verður gjørd, tá hon verður gjørd. Skipanin við avslátturin hinvegin tryggjar eina sparing yvir livitíðina av tí útgerð, sum er keypt. Slíkt útgerð hevur vanliga væl yvir 10 ára livitíð. Men eg skal endurtaka. SEV hevur ikki formliga sett fram nakað ynski um at avtaka avslátturin ella biðið Elveitingareftirlitið um at góðkenna prísbroyting. Ein avgerð um minking ella avtøku av stuðlinum kemur at byggja á eina ítøkiliga meting av støðuni viðvíkjandi orkuskiftinum til ta tíð. Umhvørvismálaráðið, tann 12. mars 2024 Ingilín D. Strøm landsstýriskvinna -- 2 of 2 --
098.23 spm. til I. D. Strøm frá E. Eidesgaard -Grønir málarar.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 29. feb. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Erling Eidesgaard, løgtingsmaður Svarari: Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum Evni: Grønir prísir frá SEV Spurningar: 1. Er tað í samsvari við umhvørvispolitikkin hjá samgonguni, at avslátturin til hitapumpur og elbilar verður minkaður niður í eina helvt í 2028 og tikin av í 2030? 2. Hvat heldur landsstýriskvinnan um, at 3.000 húskir síðani 2018 hava gjørt stórar íløgur í grønar málarar, men skjótt standa við einari íløgu og einum málara, ið ikki longur tænir nøkrum endamáli? 3. Ætlar landsstýriskvinnan at skipa so fyri, at avsláttur av el til hitapumpur og elbilar heldur fram og verður lagdur í eina fasta legu? Viðmerkingar: Fyri at fáa nýtsluna flutta frá olju og bensini til el, samtyktið Løgtingið 17. desember 2018 eina lógarbroyting, ið gav landsstýrisfólkinum heimild at góðkenna, at SEV lækkaði elprísin upp í 40 oyru per kwt uttan meirvirðisgjald fyri elnýtslu til hitapumpur og elbilar. Í samsvari við lógarbroytingina lækkaði SEV prísin til hitapumpur og elbilar. Ein fortreyt fyri at fáa lægra prísin var tó, at setast skuldi upp ein serligur, sokallaður, grønur málari. Talan er um íløgu, sum liggur millum 10 og 20 túsund krónur fyri hvørt húski. Á heimasíðuni hjá SEV stendur nú at lesa: “Skipanin við lægri prísi til hitapumpur og elbilar verður ætlandi broytt, soleiðis at avslátturin minkar niður í helvt í 2028, og verður tikin av í 2030.” Umleið 3.000 húski hava gjørt íløgu í tann grøna málaran. Hetta eru stórar íløgur fyri einstaka húsarhaldið, og samanlagt fyri samfelagið er talan um eina íløgu uppá ímillum 30 og 60 milliónir krónur. Avtøkan av lægra prísinum máar grundarlagið undan grøna málaranum, ið uttan avslátturin fer at hava sama prís, sum vanligi málarin, sum hann hongur við síðuna av. Á Løgtingi, 29. februar 2024 Erling Eidesgaard -- 1 of 1 --