← Løgtingsmál

52-097/2023

Løn undir útbúgving

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 11. mar. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
097.23 Svar frá D. N. Joensen til A. Olsen - Løn undir útbúgving.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 12. mar. 2024

Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
Løgtingið 11. mars 2024
Tinghúsvegur 1-3 Mál: 22/22133-75
100 Tórshavn Viðgjørt: JáR
Svar
upp á
skrivligan fyrispurning nr. 52-097/2023 eftir § 52a í Tingskipanini, frá Anniku Olsen,
løgtingskvinnu, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og
útbúgvingarmálum, um løn undir útbúgving.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu gongur við arbeiðinum at veita heilsustarvfólkum løn undir útbúgving?
2. Nær kunnu vit vænta, at skipanin verður sett í verk?
Svar
Til 1: Arbeitt verður nú miðvíst við málinum um løn undir útbúgving. Ymsir hættir at skipa løn undir
útbúgving eru umrøddir innanhýsis í fyrisitingini, og fundur hevur nýliga verið millum Barna- og
útbúgvingarmálaráðið, Kommunufelagið og Heilsuskúla Føroya um málið, og sýnast allir partar vera
sinnaðir at arbeiða við einari loysn. Tað er týdningarmikið, at kommunurnar eru við í arbeiðinum, tí
ein stórur partur av teimum útbúnu starvast á heilsu- og dagstovnaøkinum, og er starvsvenjing eisini
ein týðandi partur av útbúgvingunum. Tí er avgjørt at seta arbeiðsbólk, ið hevur umboðan frá Barna-
og útbúgvingarmálaráðnum, Kommunufelagnum, Undirvísingarstýrinum og Heilsuskúla Føroya at
koma við nøkrum ítøkiligum boðum uppá, hvussu løn undir útbúgving kann skipast.
Hugsanin er at koma við boðum upp á, hvussu tey, sum eru undir útbúgving til heilsuhjálpara,
heilsurøktara og námsfrøðihjálpara kunnu fáa løn undir útbúgving. Í hesum sambandi skulu ymsir
møguleikar umrøðast, eisini møguleikar fyri at samantvinna lestrarstuðul og løn.
Til 2: Eftir ætlan kemur arbeiðsbólkurin á mál ímóti sumri 2024, og hareftir verður tað meiri greitt,
hvussu farið verður víðari. Møguleikin fyri løn undir útbúgving fyri hesar útbúgvingarbólkar er
treytaður av, at landið og kommunurnar lyfta í felag.
Vinarliga
Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
097.23 spm. til D. N. Joensen - A. Olsen - Løn undir útbúgving.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 28. feb. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Annika Olsen, løgtingskvinna
Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
Evni: Løn undir útbúgving
Spurningar:
1. Hvussu gongur við arbeiðinum at veita heilsustarvfólkum løn undir
útbúgving?
2. Nær kunnu vit vænta, at skipanin verður sett í verk?
Viðmerkingar:
Sambært Búskaparráðnum fara tað at vanta 700 starvfólk innan heilsu- og
dagstovnaøkið um 10 ár. Nógv er átøk eru gjørd fyri at loysa hesa samfelagsligu
avbjóðing: eyka flokkar til námsfrøðingar og sjúkrarøktarfrøðingar á
Fróðskaparsetrinum eru settir á stovn, lønarlyft er givið, skattalætti er veittur, og
arbeitt verður við at stytta arbeiðsvikuna.
Enn vanta nógv starvfólk í at røkja størvini á heilsu- og dagstovnaøkinum. Hetta
hevur m.a. viðført, at kommunurnar av sínum eintingum eru farnar at skipa fyri
útbúgvingartilboðum í samstarvi við útbúgvingarstovnar uttanlands.
Innan heilsuøkið er neyðugt at fáa fleiri at útbúgva seg bæði til heilsuhjálparar,
heilsurøktarar og sjúkrarøktarfrøðingar. Tórshavnar kommuna tók í 2020 stig til, eftir
áheitan frá Heilsuhjálparafelag Føroya, at fáa skipað eitt samstarv við
landsmyndugleikarnar um at fáa eina skipan við løn undir útbúgving til
heilsuhjálparar. Endamálið var í fyrsta umfari at fáa fleiri útbúnar heilsuhjálparar, tí
sambært hagtølunum hava bara helvtin av heilsuhjálparunum eina
heilsuhjálparaútbúgving. Av teimum á leið 800 limunum í Heilsuhjálparafelagnum,
hava 400 útbúgving. Taka vit Tórshavnar kommunu, so hava á leið 72
heilsuhjálparaútbúgving og 103 starvast sum hjálparfólk. Hetta arbeiðið bleiv tá lagt
fyri landsstýrismannin, sum umsat útbúgvingarmál, at arbeiða víðari við, har ynski
eisini var at taka hædd fyri, at man undir heilsurøktaraútbúgvingini fekk løn undir
útbúgving.
Í samgonguskjalinum millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn frá 2022
stendur, »at arbeiðast skal fram ímóti at tryggja heilsuhjálparum løn undir útbúgving«.
Tí verða hesir fyrispurningar settir landsstýrismanninum.
Á Løgtingi, 28. februar 2024
Annika Olsen

-- 1 of 1 --