← Løgtingsmál

52-096/2023

Fiskiskapurin á Føroyabanka í 2023

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 9. mar. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
096.23 Svar frá D. Holm til Á. Skaale - Fiskiskapurin á Føroyabanka 2023.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 8. mar. 2024

Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
8. mars 2024
Mál: 24/04794-2
(at tilskila í svari)
Tygara skriv: 52-096/2023
Svar til § 52 a fyrispurning nr. 52-096/2023 frá Árna Skaale, løgtingsmanni, til
Dennis Holm, landsstýrismann, um fiskiskapin á Føroyabanka í 2023
Spurningar:
1. Hvussu royndist skipanin, tá hugsað verður um fleksibilitet og gagnnýtslu av samlaða
talinum av tillutaðum døgum í teimum trimum bólkunum, sum fingu loyvi at veiða á
Føroyabanka í 2023?
2. Hvørjir bátar, greinað á bólkar, veiddu á Føroybanka í 2023?
3. Hvussu stórt var veiðivirðið hjá hvørjum einstøkum bólki sær?
4. Hvussu er miðalvirðið pr. veiðidag hjá hvørjum bólki sær?
Svar:
Til spurning 1
Í 2023 varð skipanin við fiskiskapinum eftir botnfiski á Føroyabanka broytt. Útróðrarbátar
í bólki 4 og í bólki 5 fingu lutfalsliga fleiri dagar, og línuskip lutfalsliga færri dagar enn í
2022. Ein onnur broyting var, at línuskip bara kundu fara á Bankan eftir hálvan august.
Nýggj skipan varð gjørd fyri útróðrarbátarnar undir 15 tons. Í 2023 sluppu bara teir
vinnuliga virknastu bátarnir á Bankan. Harafturat varð skipanin broytt soleiðis, at bátarnir
høvdu felags fiskidagar, men varð eitt hámark sett fyri hvønn bátin.
Eins og í 2022 vórðu fiskidagarnir í bólki 3 og í bólki 4 býttir út á fiskifør eftir talinum av
veiðiloyvum í hvørjum bólki og tillutaðir sum egnir fiskidagar.
Talva 1 niðanfyri vísir fiskidagatal ásett í kunngerð og brúktir fiskidagar á Føroyabanka í
2023. Viðmerkjast skal, at sambært sjófeingislógini verður daganýtslan hjá fiskiførum í
bólki 3 og í bólki 4 roknað frá tí, fiskifarið fer úr havn, til fiskifarið er komið aftur í havn.
Fyri bátar í bólki 5 telur hvør túrur ein fiskidag, hóast túrurin er longri enn 24 tímar.

-- 1 of 3 --

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
2/3
TALVA 1. Ásett fiskidagatal í kunngerðini fyri Føroyabanka í 2023 og dagabrúk
Ásett
dagatal í
kunngerð
Brúktir
dagar
Dagar
eftir
Bólkur 3, línuskip yvir 110 tons 80,00 67,95 0,64
Bólkur 4, útróðrarbátar 15-110 tons 150,00 126,42 16,37
Bólkur 5, útróðrarbátar undir 15 tons 100,00 98,00 2,00
kelda: www.vorn.fo
Í bólki 3 vórðu 7,62 fiskidagar avhendir øðrum í bólkinum. Í bólki 4 vórðu 35,7 dagar
avhendir øðrum í bólkinum.
Til spurning 2, 3 og 4
Í talvunum 2, 3 og 4 er yvirlit yvir øll fiskifør, ið veiddu á Føroyabanka í 2023. Talvurnar
vísa avreidda nøgd, avreiðingarvirði og miðalvirði fyri hvønn brúktan fiskidag.
TALVA 2 : Veiðitøl a á Føroyabanka 2023 – línuskip í bólki 3
Skip Sýslunr. Kalli-
bókstavir
Veiðinøgd
tilsamans
kg
Veiðivirði
tilsamans,
kr.
Brúktir
fiskidagar
Veiðivirði
pr. dag,
kr.
EIVIND VA0132 XPQE 64.473 1.999.699 7,56 264.510
JÓGVAN I FD0710 OW2049 62.304 1.830.609 7,57 241.824
KAMBUR FD0454 OW2115 75.621 2.188.334 7,49 292.167
KVIKK KG0477 OW2426 38.142 1.029.177 5,09 202.196
NÚPUR KG0910 XPZB 75.827 1.919.112 6,85 280.162
PISON KG0476 OW2132 47.823 1.426.997 6,67 213.943
POLARSTJØRNAN KG0349 OW2319 97.380 3.240.681 11,79 274.867
SANDSHAVIÐ SA0499 XPRK 47.386 1.490.990 3,78 394.442
STAPIN FD0032 OW2065 23.989 868.928 3,80 228.665
VESTURHAVIÐ VN0700 OW2009 50.755 1.365.870 7,34 186.086
Samantalt 583.700 17.360.397 67,9 255.525
kelda: www.vorn.fo
TALVA 3 : Veiðitøl á Føroyabanka 2023 – útróðrarbátar 15-110 tons í bólki 4
Skip Sýslunr. Kalli-
bókstavir
Veiðinøgd
tilsamans
kg
Veiðivirði
tilsamans,
kr.
Brúktir
fiskidagar
Veiðivirði
pr. dag,
kr.
ANRU KG0730 XPSI 184.742 4.184.572 32,05 130.564
BARIÐ VA0444 OW2418 35.424 964.885 8,74 110.399

-- 2 of 3 --

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
3/3
BRAGD KG0642 OW2262 41.114 689.123 7,88 87.452
BRANDUR KG0557 OW2198 56.002 1.094.800 9,38 116.716
FISKIVARÐI VN0659 OW2366 64.122 1.248.571 10,98 113.713
KALLANES FD0590 OW2027 8.506 210.189 6,31 33.310
LÍÐHAMAR KG0602 XPTR 80.745 1.527.308 18,94 80.639
MORGUNROÐIN TN0919 OW2025 3.963 110.985 4,19 26.488
NORÐSØKI KG0538 XPUF 75.996 2.002.109 14,61 137.037
TORVANES FD0052 OW2008 6.354 92.228 1,71 53.935
VOLUNTEER FD0387 OW2279 78.416 1.617.962 11,64 139.000
Samantalt 635.384 13.742.732 126,4 108.698
kelda: www.vorn.fo
TALVA 4 : Veiðitøl á Føroyabanka 2023 – útróðrarbátar undir 15 tons í bólki 5
Skip Sýslunr. Kalli-
bókstavir
Veiðinøgd
tilsamans
kg
Veiðivirði
tilsamans,
kr.
Brúktir
fiskidagar
Veiðivirði
pr. dag,
kr.
BJØRGVIN KG0503 OW2210 25.855 671.418 6 111.903
DALSENNI KG0301 XPF2196 41.476 878.928 7 125.561
ELIN JÓHANNA FD0263 XPWH 37.377 823.597 7 117.657
ELLINOR FD0037 OW2321 16.411 325.718 7 46.531
FAGRAENNI KG0398 XPUP 18.231 274.186 3 91.395
FALKURIN FD0660 OW2482 52.755 1.156.238 7 165.177
GORDRÚGVIN FD0359 OW2114 45.352 861.863 7 123.123
LILJA VA0072 XPYR 29.606 769.341 7 109.906
LÍRABERG TN0213 XPXU 50.850 1.164.103 7 166.300
LUTTUR FD1171 XPRN 23.071 447.215 5 89.443
PETUR M. TG0552 XPSY 24.924 690.752 7 98.679
STAKKAVÍK KG0748 OW2095 20.989 546.340 7 78.049
STELLA TN0056 OW2342 41.469 898.647 7 128.378
SVANUR TG0576 XPUI 38.620 1.028.701 7 146.957
TRÓSTUR FD0094 XPZM 32.019 655.122 7 93.589
Samantalt 499.005 11.192.169 98 114.206
kelda: www.vorn.fo
Dennis Holm
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
096.23 spm. til D. Holm frá Á. Skaale - Fiskiskapurin á Føroyabanka 2023.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 27. feb. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Árni Skaale, løgtingsmaður
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Fiskiskapurin á Føroyabanka í 2023
Spurningar:
1. Hvussu royndist skipanin, tá hugsað verður um fleksibilitet og gagnnýtslu av
samlaða talinum av tillutaðum døgum í teimun trimum bólkunum, sum fingu
loyvi at veiða á Føroyabanka í 2023?
2. Hvørjir bátar, greinað á bólkar, veiddu á Føroya Banka í 2023?
3. Hvussu stórt varð veiðivirðið hjá hvørjum einstøkum bólki sær?
4. Hvussu er miðalvirðið pr. veiðudag hjá hvørjum bólki sær?
Viðmerkingar:
Føroyabanki hevur nú verið opin í tvey ár fyri fiskiskapi, tó bert við einari eitt ára
serskipan á hvørjum ári. Dentur hevur bæði árini verið lagdur á, at tað bert er tann
parturin av flotanum, sum nýtir húk, ið hevur veitt har.
Tó varð fordeilingin av døgum millum bólkarnar broytt frá fiskiárinum 2022 til
fiskiárið 2023.
Tað er áhugavert at fáa at vita, hvussu Føroyabanki sum fiskiøki roynist, og um tað
eru broytingar í mun til fiskiárið 2022.
Tí verður hesin fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 27. februar 2024
Árni Skaale

-- 1 of 1 --