← Løgtingsmál

52-095/2023

Erla Kongsdóttir

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 9. mar. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
095.23 Svar frá D. Holm til H. Abrahamsen - Erla Kongsdóttir.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 11. mar. 2024

Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
11. mars 2024
Mál: 24/04793-2
Tygara skriv: 52-095/2023
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-095/2023 frá Helga Abrahamsen,
løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum,
Dennis Holm, um Erlu Kongsdóttir.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Er Erla Kongsdóttir eitt nøktandi avloysaraskip hjá Strandfaraskipum Landsins?
2. Hvørjum standi er skipið í?
3. Hvussu nógv verður skipið brúkt?
Svar til spurning 1
Erla Kongsdóttir hevur, síðani hon kom til Føroya í november 2020, verið eitt álítandi
avloysaraskip hjá Strandferðsluni. Erla Kongsdóttir hevur allar tær neyðugu
myndugleikagóðkenningarnar, sum skulu til fyri at sigla sum ferðamannabátur og fyri at
sigla í somu havøkjum sum hini skipini hjá Strandferðsluni.
Áðrenn Erlu Kongsdóttir var Strandferðslan knýtt at privatum leigubátum. Tað var ofta
óvist, um leigubátar vóru tøkir, tá ið skip hjá Strandferðsluni skuldu á árligu bedingina, ella
um okkurt skip var fyri óhappi.
Svar til spurning 2
Erla Kongsdóttir er sum heild í góðum standi, men seint í august mánaði í fjør bleiv eitt
brek á bakborðsgearinum staðfest. Brek á gearum hava í altjóða og føroysku skipssøguni
gjørt av við størri skip enn Erlu Kongsdóttir, men alt bendir á, at Strandferðslan hevur
megnað at avmarka brekið so mikið, at tað kundi sendast til umvælingar í Noregi.
Umvælingin hevur verið í gongd í nógvar vikur nú, men verður væntandi liðug ein av
komandi døgunum. Fyri at binda um heilan fingur varð avrátt eisini at kanna
stýriborðsgearið. Bæði gearini koma aftur til Føroya um hálvan mars, og tá verður farið
undir at seta tey í aftur fyri síðani at fara undir royndarsigling.

-- 1 of 2 --

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
2/2
Svar til spurning 3
Síðani Erla Kongsdóttir kom í flotan hjá Strandferðsluni, hava siglidagarnir verið beint
undir 400 í tali, sum gevur eitt miðaltal upp á 120 dagar um árið.
Tá ið Strandferðslan, áðrenn Erlu Kongsdóttir, leigaði privatar bátar í samband við
bedingsuppihald hjá miðalstóru og minni skipunum, var talið av bedingsdøgum vanliga
áleið 110-120 dagar. Erla Kongsdóttir hevur, síðani hon kom til Føroya, verið
avloysaraskip í samband við bedingsuppihaldini hjá hinum skipunum hjá Strandferðsluni.
Erla Kongsdóttir hevur tí í roynd og veru gjørt júst tað, sum hon upprunaliga var ætlað til.
Eisini hevur hon, sum nevnt, avloyst, tá ið onnur skip hjá Strandferðsluni hava verið fyri
óhappum. Sigldir eru eisini leigutúrar. Eftir ætlan fer Erla Kongsdóttir í fasta sigling á
Hestleiðini um hálvan juni.
Dennis Holm
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
095.23 spm. til D. Holm frá H. Abrahamsen - Erla Kongsdóttir.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 27. feb. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Erla Kongsdóttir
Spurningar:
1. Er Erla Kongsdóttir eitt nøktandi avloysaraskip hjá Strandfaraskipum Landsins?
2. Hvørjum standi er skipið í?
3. Hvussu nógv verður skipið brúkt?
Viðmerkingar:
Fyri nøkrum árum síðani bleiv strandfaraskipið Erla Kongsdóttir bygt at nýta sum avloysaraskip hjá
Strandfaraskipum Landsins. Ætlanin var serliga at nýta skipið á miðleiðunum so sum Nólsoyar-,
Kalsoyar- og Hestleiðunum, men skipið segðist eisini kunna nýtast á ytru leiðunum so sum Fugloy,
Svínoy og Skúvoy, tá ið veður og vindur vóru til vildar. Erla Kongsdóttir skuldi vera
avloysaraskipið, sum Strandfaraskip Landsins í langa tíð hevði manglað.
Men lítið hevur verið at hoyrt og sæð til, at skipið hevur verið í sigling ta seinastu tíðina. Ein orsøk
kann vera, at tørvur ikki hevur verið á avloysaraskipi, men tað hevur eisini ljóðað, at skipið hevur
havt tekniskar trupulleikar.
Tí verður hesin spurningurin settur.
Á Løgtingi, 27. februar 2024
Helgi Abrahamsen

-- 1 of 1 --