← Løgtingsmál

52-094/2023

Endurgjald fyri mist bit og slóttulendi

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 6. mar. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
094.23 Svar frá H. Hoydal til B. á Lakjuni - Endurgjald fyri mist bit og slóttulendi.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 5. mar. 2024

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
TINGANES • FO-100 TÓRSHAVN •
TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: UVMR@UVMR.FO
Føroya Løgting
Tinghúsvegur 1-3
logting@logting.fo
Tórshavn, 5. mars 2024
J.nr.: 24/04526
Svar upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-094/2023 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá
Bárði á Lakjuni, løgtingsmanni, um endurgjald fyri mist bit og mist slóttulendi
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Er endurgjaldið fyri mist bit og mist slóttulendi endurskoðað, síðani kunngerðin um
umsiting um landsjørð varð sett í gildi í 2007?
2. Um endurgjaldið ikki er endurskoðað, er so ætlanin at fáa tað gjørt?
3. Um ætlanin er at endurskoða endurgjaldið, nær verður tað so gjørt?
4. Metir landsstýrismaðurin, at verandi endurgjald samsvarar við tann kostnað, sum
bøndur og onnur, ið varða av haga og jørð, hava í dag?
Svar:
Prísirnir fyri landsjørð og mist bit eru ikki broyttir, síðani kunngerðin varð sett í gildi í 2007.
Fiskimálaráðið viðgjørdi kortini spurningin í 2019 og metti tá, at prísstøðið var nøktandi.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið er saman við Búnaðarstovuni farið undir at endurskoða
kunngerðina. Talan er um rúgvusmikið arbeiðið, sum partvíst er knýtt at komandi
landbúnaðarpolitikkinum, og tí ber ikki til at siga nær, at hetta arbeiðið verður liðugt.
Kostnaðurin av jarðarbrúki er, eins og alt annað, dýrkað seinastu tíðina, og tí er ivaleyst
ósamsvar millum galdandi reglur um endurgjald og veruliga kostnaðin.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 5. mars 2024
Høgni Hoydal
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
094.23 spm. til H. Hoydal frá B. á Lakjuni - Endurgjald fyri mist bit og slóttulendi.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 23. feb. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður
Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
Evni: Endurgjald fyri mist bit og mist slóttulendi
Spurningar:
1. Er endurgjaldið fyri mist bit og mist slóttulendi endurskoðað, síðani
kunngerðin um umsiting um landsjørð varð sett í gildi í 2007?
2. Um endurgjaldið ikki er endurskoðað, er so ætlanin at fáa tað gjørt?
3. Um ætlanin er at endurskoða endurgjaldið, nær verður tað so gjørt?
4. Metir landsstýrismaðurin, at verandi endurgjald samsvarar við tann kostnað,
sum bøndur og onnur, ið varða av haga og jørð, hava í dag?
Viðmerkingar:
Sambært § 9 og § 10 í Kunngerð um umsiting av landsjørð frá 2007 verður endurgjald
fyri ávikavist mist bit og mist slóttulendi ásett eftir fylgiskjali A í nevndu kunngerð. Í
§ 10 stk. 3 stendur, at endurgjaldið eftir §§ 9 og 10 verður endurskoðað í minsta lagi
triðja hvørt ár.
Kunngerðin er seinast broytt í 2013, men er endurgjaldið eftir § 9 og § 10 yvirhøvur
endurskoðað, síðani kunngerðin varð sett í gildi í 2007?
Havandi í huga tann prísvøkstur, sum hevur verið síðani 2007, umframt tann serliga
stóra prísvøkstur, ta inflatión og tær rentuhækkingar, ið hava verið hesi seinastu fáu
árini, sum beinleiðis hava verið orsøk til lønarhækkingar v.m., so kann tað tykjast
undranarvert, um endurgjaldið eftir §§ 9 og 10 ikki er endurskoðað.
Til tess at fáa greiði á hesum máli og at vita, so verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 23. februar 2024
Bárður á Lakjuni

-- 1 of 1 --