← Løgtingsmál

52-093/2023

Yrkisútbúgvingarlógin og vantandi dagføringar

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 5. mar. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
093.23 Svar frá D. N. Joensen til J. Dahl - fyrisp um yrkisútbúgvingarlógina og vantandi dagføringar.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 5. mar. 2024

Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
Løgtingið 4. mars 2024
Tinghúsvegur 1-3 Mál: 22/22133-74
100 Tórshavn Viðgjørt: HA
Svar
upp á
skrivligan fyrispurning nr. 52-093/2023 frá Johan Dahl, løgtingsmanni, eftir § 52a í
Tingskipanini, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum,
um yrkisútbúgvingarlógina og vantandi dagføringar.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørjar kunngerðir og nærri reglur eru settar í gildi við heimild í yrkisútbúgvingarlógini og
nær?
2. Hvørjar av verandi kunngerðum og nærri reglum er tørvur á at endurskoða og dagføra?
3. Hvørjar kunngerðir ella nærri reglur vanta í yrkisútbúgvingarlógini?
4. Nær kann væntast, at verandi kunngerðir og reglur verða dagførdar, og tær kunngerðir og
reglur, sum vanta, verða gjørdar?
Svar
Sp. 1: Tað eru í alt 26 kunngerðir, sum eru heimilaðar í yrkisútbúgvingarlógini, og harumframt er
ein reglugerð um góðkenning av lærusplássum og meginregla fyri stytting í lærusáttmála.
Sp. 2: Mett verður, at tørvur er á at endurskoða á leið 12 kunngerðir innan økið.
Ad 3: Landsstyrismaðurin metir ikki, at kunngerðir ella reglur mangla, men at tørvur er á ymiskum
dagføringum, sjá omanfyri standandi svar.
Ad 4: Eg skal vísa á, at tað er Yrkisdepilin, sum umsitir yrkisútbúgvingarnar vegna
arbeiðsmarknaðarpartarnar og Barna- og útbúgvingarmálaráðið. Talan er um omanfyri 60
útbúgvingar, harav 15 eftir føroyskum lógarverki, ímeðan hinar eru lýstar í donskum kunngerðum, tí
skúlagongdin er í donskum skúlum.
Umleið 400 lærupláss eru í løtuni góðkend og umleið 1.000 fólk eru í løtuni undir yrkisútbúgving.
Nógva virksemið í samfelagnum og rúkandi menningin, tá kemur til krøv um burðardygd og grøna
orku gera, at tað støðugt er tørvur á at endurskoða yrkini.

-- 1 of 2 --

B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
2/2
Yrkisdepilin endurskoðar tí yrkini regluliga saman við vinnuni og yrkisskúlunum. Í løtuni verða
yrkini: húsasmiður, elektrikari og bilsmiður endurskoðað. Hetta verður gjørt við at vinnan útnevnir
serkøn úr vinnuni, sum saman við yrkisskúlunum og Yrkisdeplinum endurskoða arbeiðið.
Úrslitið verður síðan lagt fyri vinnuna til viðmerkingar. Hevur vinnan ynskir um broytingar, verða
hesi ynskini tikin við í hetta arbeiði.
Er niðurstøðan av endurskoðanunum, at útbúgvingarkunngerðirnar skulu broytast, verður hetta gjørt
so hvørt endurskoðanirnar eru komnar á mál, eins og námsætlanirnar eisini verða broyttar
samsvarandi.
Útbúgvingarnar til sølufólk, skrivstovu, maskinsmið, fínstálsmið, sveisara, rørsmið og rør- &
blikksmið vórðu endurskoðaðar í 2022 og 2023.
Próvdómaraskeið varð hildið fyri øllum próvdómarum í skipanini í januar 2024.
Yrkisútbúgvingarskipanin kennur ikki til, at klagur eru um yrkisútbúgvingarnar, og at dygdin í
yrkisútbúgvingunum ikki er á høgum støði. Heldur hevur verið væl kent, at føroyskir handverkarar
eru høgt í metum uttanlands, m.a. í oljuvinnuni. Eisini eru fleiri lærlingar, sum fara víðari til
sjóvinnuútbúgvingar eftir at hava fingið sveinabræv, og sambært Vinnuháskúlanum klára hesir seg
sera væl.
Vinarliga
Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
093.23 spm. til D. N. Joensen frá J. Dahl - fyrisp um yrkisútbúgvingarlógina og vantandi dagføringar.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 22. feb. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
Evni: Yrkisútbúgvingarlógin og vantandi dagføringar
Spurningar:
1. Hvørjar kunngerðir og nærri reglur eru settar í gildi við heimild í
yrkisútbúgvingarlógini og nær?
2. Hvørjar av verandi kunngerðum og nærri reglum er tørvur á at endurskoða og
dagføra?
3. Hvørjar kunngerðir ella nærri reglur vanta í yrkisútbúgvingarlógini?
4. Nær kann væntast, at verandi kunngerðir og reglur verða dagførdar, og tær
kunngerðir og reglur, sum vanta, verða gjørdar?
Viðmerkingar:
Yrkisútbúgvingarlógin, sum varð sett í gildi í 1998, er ein sokallað rammulóg, sum
heimilar landsstýrismanninum at áseta nærri reglur á fleiri økjum. Tørvur tykist vera á
dagføringum av ymiskum slag við fleiri ítøkiligum ásetingum, sum kunnu vera við til
at tryggja dygdargóðar yrkisútbúgvingar í framtíðini.
Tey, sum útbúgva seg innan el-yrkið í Føroyum, fara oftast av landinum at lesa víðari,
og tí kann tað vera óheppið, um okkara lógargrundarlag ikki leggur seg tætt upp at
lógargrundarlagnum í grannalondunum. Tað skulu leypandi sýnast ymsar
eldávaringarskipanir, sløkkiútgerð, rýmingar- og neyðljós o.a., men í Føroyum hava vit
t.d. ikki løggilding innan VVS og kloakk, tí krøvini innan sløkking eru rættuliga strong.
Av hesi orsøk koma VVS montørar uttanífrá at gera hesi arbeiði, bæði í H-bygninginum
og á Glasi, fyri at nevna nøkur.
Klagur eru um yrkisútbúgvingarnar, serliga innan el- og maskinyrkið, har útbúgvingin
verður søgd ikki at vera dekkandi, eins og onki sensorskeið hevur verið fyri sensorar í
mong ár. Teknisku skúlarnir í Danmark hava somu trupulleikar, og talan er um vantandi
eftirútbúgving.
Fyri at tryggja dygd í øllum innleggingararbeiði, og at fólk, sum starvast á útlendskum
arbeiðsplássum, kunnu góðkennast fakliga, hevur tað stóran týdning, at
útbúgvingarskipanin í Føroyum og allar yrkisútbúgvingar eru á hædd við altjóða
standard. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 22. februar 2024
Johan Dahl

-- 1 of 1 --