52-092/2023
Ferðavinna
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 28. feb. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
092.23 Svar frá H. Hoydal til Á. Skaale - Ferðavinnan.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 1. mar. 2024
Sjá útdrigin tekst
UTTANRÍKIS- OG VINNUMÁLARÁÐIÐ Løgtingið Tórshavn, 1. mars 2024 Journal nr.: 24/04013 Svar upp á skrivligan fyrispurning frá Árna Skaale, løgtingsmanni, um ferðavinnu, nr. 52- 092/2023 Spurningar: 1. Hvussu nógv ársverk eru í ferðavinnuni? 2. Hvussu nógv útlendsk starvsfólk arbeiða í ferðavinnuni samanborið við talið av ársverkum í vinnuni? 3. Hvat er miðalinntøkan fyri ein persón, sum arbeiðir í ferðavinnuni, og hvat er median inntøkan? 4. Hvussu er fordeilingin av størvum í ferðavinnuni, býtt uppá økir í landinum? 5. Hvussu nógvar fyritøkur í Føroyum eru skrásettar sum ferðavinnufyritøkur? Svarað verður undir einum Hagstova Føroya ger, eftir umbøn frá Visit Faroe Islands, árliga kanning av, hvussu nógvan pening vitjandi ferðafólk, sum koma úr útlondum, leggja eftir seg í Føroyum, umframt at kanna talið av ársverkum í innkomandi ferðavinnuni. Spurningar um sølu, útreiðslur og ársverk verða settir til úrvaldar fyritøkur, ið verða mettar at hava viðskifti við ferðafólk. Út frá hesum spurningum verður ein meting gjørd av bruttovirðisøkingini og umsetninginum av virkseminum frá innkomandi ferðavinnuni, umframt at meting verður gjørd av tali av ársverkum, sum eru tongd at hesi innkomandi ferðavinnu. Virksemið, ið einstaklingar standa fyri, ið ikki er partur av einum felag, m.a. útleigan av egnum bústaði gjøgnum Airbnb, er ikki við í hesari kanningini. Kanningin vísir, at ársverkini í innkomandi ferðavinnuni í 2022 vóru 646 í tali. Hagtølini vísa ikki hvussu stórur partur av ársverkunum eru útlendsk starvsfólk. -- 1 of 2 -- Ferðavinnufyritøkur eru skrásettar í fleiri vinnugreinar, og nógvar fyritøkur hava bert ferðavinnu sum ein part av sínum virksemi. Vit hava tí ikki metingar um talið av ferðavinnufyritøkum, og heldur ikki fyri inntøkubýtið í ferðavinnuni. Løgtingið hevur játtað Visit Faroe Islands pening til, saman við Hagstovuni, at framleiða hagtøl. Metti kostnaðurin av hesum er 900 tús. kr. um árið. Afturat hesum skal ein spurnakanning gerast triðja hvørt ár, ið er mett at kosta 350 tús. kr. Arbeiðið at skipa grundarlagið undir hagtalsarbeiði og dátuinnsavnan er byrjað, og verður tað gjørt eftir altjóða leistinum fyri ferðavinnuhagtøl Tourism Sattelite Account (TSA), sum er mentur av heimsfelagsskapinum fyri ferðavinnu World Tourism Organization (UNTWO). Hagstovan hevur sett fólk til burturav at menna ferðavinnuhagtølini. Hetta er tó eitt stórt arbeiði og roknast má við, at eitt ár gongur, áðrenn hagtøl fara at spyrjast burtur úr. Næstu árini fer hagtalsgrundarlagið tí at batna munandi, so at tað m.a. ber til at síggja hvørjum tænastum, ferðafólk spyrja eftir kring um í landinum og hvussu nógv tey leggja eftir seg. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, tann 1. mars 2024 Høgni Hoydal landsstýrismaður -- 2 of 2 --
092.23 spm. til H. Hoydal frá Á. Skaale - Ferðavinnan.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 16. feb. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Árni Skaale, løgtingsmaður Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum Evni: Ferðavinna Spurningar: 1. Hvussu nógv ársverk eru í ferðavinnuni? 2. Hvussu nógv útlendsk starvsfólk arbeiða í ferðavinnuni samanborið við talið av ársverkum í vinnuni? 3. Hvat er miðalinntøkan fyri ein persón, sum arbeiðir í ferðavinnuni, og hvat er median inntøkan? 4. Hvussu er fordeilingin av størvum í ferðavinnuni, býtt uppá økir í landinum? 5. Hvussu nógvar fyritøkur í Føroyum eru skrásettar sum ferðavinnufyritøkur? Viðmerkingar: Ferðavinnan er framvegis ein lutfalsliga nýggj vinna í Føroyum. Av fleiri verður roknað við, at hendan vinnan skal vera/fer at verða okkara triðja bein at standa á, búskaparliga. Men hvussu sær hendan vinnan út, og hvussu er hon skipað. At tað eru fleiri útlendingar í starvsfólkahópinum hjá ferðavinnu-aktørunum er eyðsæð. Vit leggja merki til tað, tá vit mugu tosa eitt nú enskt á eini matstovu ella á einum hotelli. Men spurningurin er, hvussu stórur partur hetta er av starvsfólkunum í vinnuni. Eisini er áhugavert at fáa at vita, um henda vinnan er á sama støði sum aðrar vinnur, tá talan er um inntøku og inntøkubýti, og hvar hendan vinnan er staðsett. Á Løgtingi, 16. februar 2024 Árni Skaale -- 1 of 1 --