← Løgtingsmál

52-091/2023

Ferðavinna og ávirkan á landskassan

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 27. feb. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
091.23 Svar frá R. Vang til Á. Skaale - Ferðavinna og ávirkan á landskassan.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 27. feb. 2024

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 27. februar 2024
J. nr.: 24/03890
Viðgjørt: TM
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-091/2023 frá Árna Skaale, løgtingsmanni, settur
landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um ferðavinnu.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørjar stuðulsskipanir, beinleiðis ella óbeinleiðis, eru, sum ferðavinnan fær gagn av?
2. Hvussu nógv hava hesar skipanirnar kostað seinastu 10 árini, býtt uppá ár?
3. Hvussu nógv roknar landsstýriskvinnan við, at ferðavinnan rindar í landskassan í ár?
Svar:
Til nr. 1
Fyrst er at siga, at hugtakið ferðavinna fevnir um bæði innkomandi ferðavinnu (incoming), útgangandi
ferðavinnu (outgoing) og um innlendis ferðavinnu. Til ber ikki fullkomiliga at skilja innkomandi
ferðavinnu frá útgangandi ferðavinnu í hagtølum og uppgerðum av til dømis virðisøking og
ársverkum í vinnuni. Heldur ikki ber til at skilja innlendis ferðavinnu í Føroyum frá tí ferðavinnu,
sum veitir tænastur til útlendsk ferðafólk í Føroyum. Flestu veitarar innan ferðavinnuna veita
tænastur bæði til fastbúgvandi í Føroyum, tá ið hesi ferðast í egnum landi, og til útlendsk ferðafólk
í Føroyum.
Fíggjarmálaráðnum kunnugt eru ikki aðrar stuðulsskipanir, sum ferðavinnan fær gagn av, enn
undantøkini í §2, stk. 3, litra litra n) og §12, stk. 1, litra h) í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september
1992 um meirvirðisgjald. Talan er um undantøkini í meirvirðisgjaldi fyri virksemi sum ferðaleiðari,
ferðamannastovuvirksemi og ferðamanna leiðbeiningarvirksemi og upplýsingarvirksemi og fyri
útleigan av kamari á hotelli, gistingarhúsi o.tíl. og útleigan av kampingplássi.
Nevnast kann eisini, at játtanin til P/F Visit Faroe Islands er um 20 mió. kr. árliga. Virksemið hjá
P/F Visit Faroe Islands er í samstarvi við ferðavinnuna og Uttanríkis- og vinnumálaráðið at menna
Føroyar sum ferðavinnuland, at kunna um og marknaðarføra Føroyar sum ferðavinnuland og at
menna vinnuferðavinnu. Játtanin hjá P/F Visit Faroe Islands fevnir eisini um eina stuðulsskipan,
sum kommunur kunnu søkja úr, til at menna undirstøðukervi fyri ferðavinnu o.a.
Nevnast kann, at øll onnur framkomin lond hava líknandi stovn sum almenna P/F Visit Faroe
Islands við endamálinum at kunna um og marknaðarføra landið altjóða sum ferðamál og
ferðavinnuland. Hildið verður, at kunning um og marknaðarføring verður gjørt á bíligasta og
effektivasta hátt, um átøkini eru samskipað og einsháttað av einum almennum stovni heldur enn av
nógvum ymiskum veitarum.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Harafturat kann nevnast, at ikki bara ferðavinnan fær gagn av skipanunum, sum eru nevndar
omanfyri. Til dømis fáa føroyingar, sum leiga kømur á gistingarhúsum, ella útlendingar í
arbeiðsørindum í Føroyum, eisini ágóðan av frítøkuni í meirvirðisgjaldinum fyri útleigan av kamari
á hotelli, gistingarhúsi o.tíl. (innlendis ferðavinna v.m.).
Viðmerkjast skal eisini, at nógvar ymiskar vinnupolitiskar skipanir eru í Føroyum, sum flestu av
høvuðsvinnunum onkursvegna fáa gagn av. Nevnast kunnu ymiskar vinnupolitiskar skipanir, sum
til dømis landbúnaður, fiski- og alivinna og skipasmíð fáa gagn av. Einki bendir á, at ferðavinnan
fær gagn av fleiri tílíkum skipanum, sammett við skipanir, sum aðrar vinnur í Føroyum fáa gagn av.
At enda kann nevnast, at inntøkurnar til landskassan frá verandi ferðaavgjaldi á kr. 65 fyri hvønn
ferðandi úr Føroyum vóru um 14 mió. kr. í 2023. Hesar inntøkurnar stava bæði frá innkomandi og
útgangandi ferðavinnu og frá fastbúgvandi og útlendingum, sum ferðast í arbeiðs- og í øðrum
ørindum, til dømis í sjúkraørindum o.a.
Til nr. 2 og nr. 3
Spurningarnir nr. 2 og 3 kunnu ikki svarast. Hagtøl eru ikki tøk, sum vísa kostnaðin av hesum
skipanunum býtt á ár. Harafturat ber ikki til at býta kostnaðin av skipanunum á ferðavinnu og á
aðrar vinnur innlendis, sum eisini fáa gagn av skipanunum. Heldur ikki ber til at meta um, hvussu
nógv ferðavinnan fer at rinda í landskassan í ár. Eins og nevnt omanfyri ber heldur ikki til at skilja
innkomandi ferðavinnu frá útgangandi ferðavinnu og frá innlendis ferðavinnu.
Nevnast kann, at í 2023 vóru um 142 tús. kamarsnætur skrásettar á føroysku gistingarhúsunum
sambært uppgerðum hjá Hagstovuni. Kamarsnætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi kømur
verða brúkt. Um 10 fólk gista í 5 kømurum í 3 nætur, eru hetta 15 kamarsnætur. Siga vit, at hvørt
kamar kostaði 7-800 kr. í miðal í 2023, gevur hetta eina bruttosølu á 100-110 mió. kr. Hevði
meirvirðisgjald á 25% verið rindað av hesum, hevði talan verið um 25-30 mió. kr.
Tinganes, 27. februar 2024
Ruth Vang
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
091.23 spm. til R. Vang frá Á. Skaale - Ferðavinna og ávirkan á landskassan.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 15. feb. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Árni Skaale, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Ferðavinna og ávirkan á landskassan
Spurningar:
1. Hvørjar stuðulsskipanir, beinleiðis ella óbeinleiðis, eru, sum ferðavinnan fær
gagn av?
2. Hvussu nógv hava hesar skipanirnar kostað seinastu 10 árini, býtt uppá ár?
3. Hvussu nógv roknar landsstýriskvinnan við, at ferðavinnan rindar í
landskassan í ár?
Viðmerkingar:
Ferðavinnan er framvegis ein lutfalsliga nýggj vinna í Føroyum. Av fleiri verður
roknað við, at hendan vinnan skal/fer at verða okkara triðja bein at standa á
búskaparliga.
Tað kann vera rætt at hjálpa einari vinnu at koma í gongd og at stuðla henni í einari
uppbyggingarfasu, men spurningurin er, nær ein vinna er komin har til, at hon
kann/skal standa á egnum beinum. Ein av stuðulsskipanunum er Visit Faroe Islands,
sum á hvørjum ári fær játtan frá Løgtinginum.
Eisini er áhugavert at fáa at vita, hvat ferðavinnan kastar av sær til landskassan.
Á Løgtingi, 15. februar 2024
Árni Skaale

-- 1 of 1 --