← Løgtingsmál

52-090/2023

Manglandi alment útboð

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 27. feb. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
090.23 Svar frá R. Vang til B. Johannesen - alment útboð.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 27. feb. 2024

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 27. februar 2024
J. nr.: 24/03854
Viðgjørt: ASL
Svar til §52a fyrispurning nr. 52-090/2023 frá Beini Johannesn, løgtingsmanni, settur
landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um manglandi útboð av vørum og
tænastum.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvat ætlar landsstýriskvinnan gera við, at reglurnar um útboð ikki verða fylgdar?
Svar:
Landsstýriskvinnan er samd við spyrjaran um, at reglurnar ikki altíð verða fylgdar og at stovnar
landsins harvið hava ov fá útboð á Keypsportalinum og ikki altíð hava umbiðið loyvi til
undantak fyri útbjóðing.
Høvuðsendamálið við keypsrundskrivinum er:
1. at fáa mest møguligt burtur úr skattgjaldarans peningi
2. at stimbra kappingina og javnseta veitarar
3. at skapa gjøgnumskygni og harvið álit á fyrisitingina
Ein fullkomin støða hevði verið, at øll størri keyp av vørum og tænastum verða bjóðað alment út
á Keypsportalinum. Øll miðalstór keyp verða avgreidd við tilboðsfyrispurningi til 2-3 veitarar.
Fá, men neyðug undantøk, høvdu verið latin. Smærri keyp vóru avgreidd sambært
rammusáttmálum galdandi á ymsu økjunum.
Tað er ikki núverandi støða. Tað er hinvegin neyðugt at alsamt royna at nærkast fullkomnu
støðuni. Tað skal tó nevnast, at tað finnast skuggatøl, tí í verandi støðu verða
tilboðsfyrispurningar ikki skrásettir nakrastaðni. Tað eru nógv keyp, sum verða avgreidd við
tilboðsfyrispurningi.
Í ársfrágreiðingini hjá Keypi Landsins fyri 2022 verður víst á fleiri viðurskifti fyri at koma longri
fram á leið. Høvuðsniðurstøðan er, at royndirnar hava víst, at landið hevur havt góð úrslit av at
bjóða út alment. Royndirnar hava hinvegin eisini víst, at landið hevði havt størri sparingar, um
landsins stovnar bjóðaðu út í felag og vóru meira bundnir av rammusáttmálunum.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Gjaldstovan heldur, at landsins stovnar skulu bjóða út í felag og harvið binda seg til
rammusáttmálar fyri at fáa meira fyri pening skattgjaldarans. Tað, at nakrir stovnar sleppa undan
ásetingunum í rundskrivinum, máar støðið undan keypsrundskrivinum.
Skal rundskrivið fáa ætlaða virknaðin mugu aðalráðini vísa ábyrgd, tá ið stovnar ikki bjóða út
ella ikki fylgja rammusáttmálunum.
Gjaldstovan heldur eisini at upphæddsmørkini fyri nær bjóðast skal út verða lækkað, og at krøv
verða sett stovnum um at lata Keypi Landsins upplýsingar at nýta til hagtøl.
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum ætlar at mæla landsstýrinum til at fylgja tilmælunum og fer í
næstum at biðja um undirtøku frá landsstýrinum at dagføra rundskrivið
Landsstýriskvinnan fer eisini saman við Keypi Landsins at gera meting av, um stovnar landsins
fara ov lætt um ásetingarnar í Rundskrivinum um keyp av vørum og tænastum.
Um stovnur verður funnin at fara heldur lætt um ásetingarnar eigur játtanin at verða skorin
samsvarandi.
Harumframt er neyðugt saman við aðalráðunum at endurskoða Keyp Landsins og hvussu Keyp
Landsins verður fíggjað, skipað og mannað framyvir.
Tinganes, 27. februar 2024
Ruth Vang
landsstýriskvinna í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
090.23 spm. til R. Vang frá B. Johannesen - alment útboð.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 15. feb. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinir Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Manglandi útboð av vørum og tænastum
Spurningar:
1. Hvat ætlar landsstýriskvinnan gera við, at reglurnar um útboð ikki verða
fylgdar?
Viðmerkingar:
Í rundskrivi nr. 9003 frá 1. juli 2019 staðfestir Fíggjarmálaráðið, at keyp av vørum og
tænastum skulu bjóðast út alment, um keypið er størri enn 500 tús. kr. Eisini keyp
millum 50 tús. kr. og 500 tús. kr. skulu sum meginregla verða boðin út alment.
Hetta er fyri at tryggja, at besti prísur fæst fyri hesar vørur og tænastur, og soleiðis
verður skattgjaldarans peningur best umsitin.
Tó vísir landsgrannskoðanin í síni árfrágreiðing fyri fíggjarárið 2022 (lm. nr.
54/2023), at stovnar undir landinum ikki altíð fylgja hesum reglunum, og ei heldur
biðja um undantak, ið teir annars kunnu.
Manglandi útboð av vørum og tænastum kann hava við sær, at skattgjaldarans pengar
ikki verða umsitnir á nóg góðan hátt, ið síðan elvir til hægri almennar útreiðslur enn
neyðugt er.
Fyri at vita, um landsstýriskvinnan ætlar at tryggja, at reglurnar verða fylgdar
frameftir, verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 15. februar 2023
Beinir Johannesen

-- 1 of 1 --