← Løgtingsmál

52-089/2023

Tunlarnir norður um fjall: tíðarætlan og gomlu tunlarnir

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 27. feb. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
089.23 Svar frá D. Holm til S. K. Poulsen - tíðarætlan og gomlu tunlarnir.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 27. feb. 2024

Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
27. februar 2024
Mál: 24/03783-2
Tygara skriv: 52-089/2023
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-089/2023 frá Steffan Klein Poulsen, løgtingsmanni,
settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, um gomlu
tunlarnar norður um Fjall
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Nær væntast nýggju tunlarnir norður um fjall at lata upp í ár?
2. Hvørjar eru ætlanirnar við teimum gomlu tunlunum norður um fjall?
3. Verður tað framvegis vegasamband niðan til teir gomlu tunlarnar, tá ið verkætlanin við
nýggju tunlunum er liðug?
4. Metir landsstýrismaðurin, at gomlu tunlarnir kunnu brúkast til rennarar, gongufólk og
súkklur, tá ið teir nýggju eru latnir upp?
5. Metir landsstýrismaðurin at gomlu tunlarnir kunnu brúkast til vatngoymslu til eitt nú
smoltaling tá ið teir nýggju eru latnir upp?
6. Metir landsstýrismaðurin, at gomlu tunlarnir kunnu brúkast til onnur endamál, tá ið teir
nýggju eru latnir upp?
7. Heldur landsstýrismaðurin tað verða skilabest at fáa onkra nyttu av gomlu tunlunum ella at
steingja teir?
Svar til spurning 1
Sambært avtaluni við arbeiðstakaran skulu tunlarnir Norður um Fjall verða lidnir seint í ár. Hetta
er enn tíðarætlanin, ið arbeitt verður eftir. Arbeiðið gongur væl, so møguleiki er fyri, at arbeiðið
verður liðugt fyrr enn ásett í avtaluni.
Svar til spurning 2, 3, 4, 5 og 6
Landsverk hevur ábyrgdina av landsvegakervinum og mælir til at varðveita gomlu tunlarnar
Norður um Fjall sum tilbúgvingarfarleið ella alternativa farleið. Um nakað hendir í nýggju
tunlunum, sum ger, at tunlarnir mugu steingja eitt tíðarskeið, eigur Landsverk at tryggja, at ein
alternativ farleið er tøk hesa tíðina.
Hetta er treytað av, at gomlu tunlarnir verða varðveittir í so góðum standi, at teir kunnu brúkast
sum tilbúgvingarfarleið.

-- 1 of 2 --

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
2/2
Tað ber sjálvandi ikki til at brúka gomlu tunlarnar til vatngoymslu, um teir skulu brúkast til ferðslu.
Arbeitt verður við at dagføra samferðsluætlanina, har ymisk evni (tema) verða viðgjørd. Eitt evni
er ábær ferðsla, har víst verður á møguleikan at kunna ganga ella súkkla gjøgnum tunlarnar. Hetta
kann eisini vera í ferðafólkahøpi, har skipað kann verða fyri túrum ígjøgnum tunlarnar.
Sum nú er, eru tunlarnir ikki í nóg góðum standi til ábæra ferðslu, sum eitt nú er fólk til gongu og á
súkklu.
Verandi játtan hjá Landsverki er ikki nóg stór til nøktandi viðlíkahald av landsvegum. Farleiðir,
sum ikki verða brúktar, verða ikki raðfestar.
Í fyrsta umfari verða tunlarnir stongdir fyri almennari ferðslu, tá ið teir nýggju lata upp, eins og
gjørt var við gamla Hvalbiartunnilin. Bummar verða settir fyri tunlarnar, men tó verður framvegis
møguligt at koyra fram til tunlarnar á verandi vegum.
Svar til spurning 7
Landsstýrismaðurin er samdur við Landsverki, at tað besta er, at gomlu tunlarnir verða brúktir
skilagott, nú teir ikki fara at verða brúktir til almenna ferðslu longur. Landsstýrismaðurin vil tó vísa
á trupulleikan við at viðlíkahalda tunlarnar, og er samdur við Landsverki í, at um tunlarnir ikki vera
viðlíkahildnir, er best, at teir vera stongdir, til man politiskt hevur fingið staðfest, hvussu ætlanin er
at loysa trupulleikan við manglandi viðlíkahaldi á landsvegakervinum.
Dennis Holm
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
089.23 spm. til D. Holm frá S. K. Poulsen - tíðarætlan og gomlu tunlarnir.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 15. feb. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Tunlarnir norður um fjall: tíðarætlan og gomlu tunlarnir
Spurningar:
1. Nær væntast nýggju tunlarnir norður um fjall at lata upp í ár?
2. Hvørjar eru ætlanirnar við teimum gomlu tunlunum norður um fjall?
3. Verður tað framvegis vegasamband niðan til teir gomlu tunlarnar, tá ið
verkætlanin við nýggju tunlunum er liðug?
4. Metir landsstýrismaðurin, at gomlu tunlarnir kunnu brúkast til rennarar,
gongufólk og súkklur, tá ið teir nýggju eru latnir upp?
5. Metir landsstýrismaðurin at gomlu tunlarnir kunnu brúkast til vatngoymslu til
eitt nú smoltaling tá ið teir nýggju eru latnir upp?
6. Metir landsstýrismaðurin, at gomlu tunlarnir kunnu brúkast til onnur endamál,
tá ið teir nýggju eru latnir upp?
7. Heldur landsstýrismaðurin tað verða skilabest at fáa onkra nyttu av gomlu
tunlunum ella at steingja teir?
Viðmerkingar:
Til hátíðarhaldið, tá ið síðsta skotið var latið av, bleiv sagt av Sigurdi Lamhauge,
stjóra í Landsverki, at arbeiðið higartil hevði gingið væl, og at tey vóru einar tríggjar
mánaðir framman fyri tíðarætlanina. Upprunaætlanin segði, at tunlarnir skuldu lata
upp í desember 2024.
Í samband við, at nýggir tunlar koma norður um fjall, kunnu teir gomlu brúkast til
onnur endamál. Eitt nú til rennarar, gongufólk og súkklur, sum ferðast ímillum
norðara partin og meginøkið í Norðoyggjum. Onnur hava eisini víst á, at gomlu
tunlarnir kunnu brúkast til vatngoymslu.
Fyrispurningurin verður reistur fyri at hoyra, hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur
við teimum gomlu tunlunum norður um fjall.
Á Løgtingi, 15. februar 2024
Steffan Klein Poulsen

-- 1 of 1 --