52-088/2023
Vinnulig umhvørvisárin í føroysku vistskipanini
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 26. feb. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
088.23 Svar frá H. Hoydal til H. Jensen - Vinnulig umhvørvisárin í føroysku vistskipanini.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 27. feb. 2024
Sjá útdrigin tekst
1 / 4 Uttanríkis- og vinnumálaráðið Løgtingið Tórshavn, 27. februar 2024 Journal nr.: 24/03860 Svar upp á fyrispurning frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu, um vinnulig umhvørvisárin í føroysku vistskipanini, settur landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum, Høgna Hoydal (at svara skrivliga eftir TS § 52 a), nr. 52-088/2023 Fyrispurningur 1. Hvørjar kanningar verða gjørdar av umhvørvisárinum av alivinnuni kring Føroyar, herímillum ávirkan á onnur fiskasløg? 2. Kennir mann allar avleiðingar av avlúsing við kemiskum evnum ella feskvatni á yngul og ungfisk hjá øðrum fiskasløgum? 3. Veit mann, hvussu nógv ljósini í aliringunum draga at sær av djóraæti, ungfiski og yngli hjá øðrum fiskasløgum? Svar Samanumtikið er at siga: Kanningar og verkætlanir eru framdar gjøgnum árini av mongum ymsum árinum av alivinnu kring Føroyar, og krøv og eftirlit eru áhaldandi styrkt. Tó er ikki ein savnað og skipað gransking av vistfrøðini og ávirkanini á fiskastovnar kring Føroyar og á áir, sund og firðir, framd hesi árini. Hetta landsstýrið vil fremja hesa gransking og kanningar, og eg havi saman við landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum tikið stig til at savna nakrar av teimum stovnum og fakfólki, ið saman kunnu gera slíkar kanningar og gransking. Í lógini um tøkugjald fyri alivinnuna varð í fjør sett sum mál, at 1% av tøkugjaldinum skal árliga fara til økta gransking og vitan um m.a. hesi viðurskifti. Arbeitt verður í løtuni við, hvussu skráseting, gransking og kanningar í hesum viðurskiftum skulu fara fram. Til teir einstøku spurningarnar havi eg vent mær til teir stovnar, ið eg sum landsstýrismaður í alimálum varði av: Heilsufrøðiligu starvsstovuna, sum er alimyndugleiki, og granskingarstovnin Firum, fyrr Fiskaaling. Svarið er gjørt í samstarvi við hesar stovnar. Hugsandi er, at landsstýrisfólkini í umhvørvismálum og í fiskivinnumálum, og stovnar teirra, eisini hava viðkomandi vitan til hesar spurningar. Spurningarnir verða svaraðir niðanfyri: Spurningur nr. 1 Alivinnan er seinastu árini vorðin ein hin mest týðandi vinnan fyri føroyska búskapin, og tí er tað mest grundleggjandi, at lívfrøðiligu og umhvørvisligu krøvini og eftirlitið áhaldandi eru á hægsta støði. -- 1 of 4 -- 2 / 4 Løgtingslóg um aling av fiski v.m., alilógin, er ramman um alingina í Føroyum. Sambært § 6 í alilógini kann aliloyvi bert verða veitt, um tey loyvi, ið krevjast eftir § 6, stk. 1, litra c, eru fingin til vegar. Talan er um loyvir, latin eftir løgtingslóg um umhvørvisvernd, løgtingslóg um djórasjúkur og løgtingslóg um matvørur. Tað er Umhvørvisstovan, ið varðar av løgtingslóg um umhvørvisvernd, meðan Heilsufrøðiliga starvsstovan umsitur løgtingslóg um djórasjúkur og løgtingslóg um matvørur. Tá tað snýr seg um kanning av umhvørvisárinum, so setur Umhvørvisstovan krøv um botnkanningar, ið eru partur av innaneftirlitinum hjá alifeløgunum. Verkætlanir: Millum ár og dag eru nógvar verkætlanir gjørdar, men ein, sum beinleiðis arbeiðir við árini frá alivirkseminum á onnur fiskasløg, er “Sjósílaverkætlanin”. Hetta er ein verkætlan, sum byrjaði í 2019 og sum framvegis er í gongd. Arbeiðið er fíggjað av Havbúnaðarfelagnum, sum eisini er stigtakari, meðan tað er Firum, sum stendur fyri arbeiðinum. Endamálið við verkætlanini er m.a. at meta um, hvussu sjósílini eru fyri, og um og í hvønn mun, tey eru ávirkað av alivirkseminum. Av mongu verkætlanunum, ið eru gjørdar fyri at kanna útlát og árin av lívrunnum tilfari frá aling kunnu nevnast eitt nú: • Fiskirannsóknir nr. 6 (1990) • PhD verkætlan (2011) • Botndjóraverkætlanin – kanning, ið vísir lívfrøðina á botni í sambandi við aling (2022) • AquaVitae (2023) Í øðrum verkætlanum hevur eisini verið arbeitt við ella verður arbeitt við vitan um vistskipanina á firðum, t.d.: • Fjarðarannsókn: Kaldbaksfjørður (2022) • FjordProcess: kanningar av sambandinum, fysiskt og lívfrøðiliga, millum opið hav og firðir. Verkætlanin er eitt samstarv millum Havstovuna og Firum – í gongd • Verkætlan um taraskógir. Verkætlanin er eitt samstarv millum Havstovuna og Firum – í gongd Eisini er ein granskingarverkætlan (AdepoMod 2023-2025) júst farin í gongd, sum modellerar hvar bitlar, skarn og fóðurrestir frá alivirkseminum enda – tað vil siga, at endamálið er at gera eitt sokallað partikkul-footprint frá alivirkseminum á umhvørvið. Vitanin frá hesi verkætlanini er neyðug til tess at meta um útbreiðslu av lívrunnum evnum frá alivirksemi, soleiðis at sýnistøkur og kanningar av árinum kunnu gerast neyvari. Alimyndugleikin, Heilsufrøðiliga starvsstovan, varðar ikki beinleiðis av umhvørvinum. Kortini umsitur Heilsufrøðiliga starvsstovan djórasjúkulógina, og arbeiðir sostatt við fyribyrging og niðurberjing av djórasjúkum. Krøv, sum eru ásett sambært djórasjúkulógini, kunnu eisini hava góða ávirkan á umhvørvið, t.d. gevur kravið um brakklegging millum aliumfør botninum undir alibrúkinum møguleika at koma fyri seg, bæði tá tað kemur til smittutrýst og dálkingarevni. -- 2 of 4 -- 3 / 4 Hóast nógv er granskað, so eru enn fleiri økir, sum lítið er granskað í. Eitt ítøkiligt dømi, sum javnan verður tikið upp, er, um alingin hevur neilig árin á upsastovnin. Lítið er granskað í hesum og tískil er vitanin avmarkað. Nevnast kann kortini, at Fiskimálaráðið og Uttanríkis- og vinnumálaráðið, saman við Havstovuni og Firum, í næstum fara at leggja til rættis eina verkætlan, sum vónandi kann greina neyvari, um samband er millum alivirksemið og vánaliga upsafiskiskapin. Firum og Havstovan samstarva annars um fleiri granskingarverkætlanir, og ætlanin er at halda fram við hesum í framtíðini eisini. -- 3 of 4 -- 4 / 4 Spurningur nr. 2 Góðkenning av kemiskum evnum: Í sambandi við avlúsing við kemiskum evnum, skulu hesi evnini góðkennast av Skrásetingarráðnum. Skrásetingarráðið er mannað av landsapotekaranum, landsdjóralæknanum og landslæknanum. Tá avgerðir um nýggj evni verða tiknar, verður støða m.a. tikin út frá, hvat myndugleikar í grannalondunum hava mett. Fyri heilivág til alivinnuna verður hugt at, hvat norski myndugleikin hevur mett, íroknað metingar við fyriliti fyri umhvørvið. Tá Skrásetingarráðið viðger umsóknir um heilivág, har stórar nøgdir verða latnar út í umhvørvið, verður umsóknin send Umhvørvisstovuni til hoyringar. Viðgerð fyri lús: Ásetingar um lúsamark, reglur og treytir í sambandi við viðgerð og eftirmeting, avleiðingar um farið verður upp um mark o.a., eru ásettar í kunngerð um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski, lúsakunngerðin. Samsvarandi § 6 í lúsakunngerðini verða allar lúsaviðgerðir í Føroyum eftirmettar fyri virknað og resistens í aliskipanini hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni av ábyrgdarum hjá alifeløgunum – eisini feskvatnsviðgerðir. Feskvatn kann føra til resistens hjá lús – og harvið ávirka natúrligu avlúsingina, tá síl og laksur fara upp í áir. Hetta hevur man ikki sæð í Noregi, og verður hetta ikki mett at vera ein stórur vandi. Skipaðar yvirvøkukanningar fyri mótstøðuføri verða mær kunnugt ikki gjørdar. Spurningur 3 Ljós verða brúkt í aliringum um veturin fyri at forða fyri ella minka um kynsbúningina hjá alilaksi. Lítil vitan er um, hvussu nógv ljósini í aliringunum draga at sær av djóraæti, ungfiski og yngli hjá øðrum fiskasløgum. Av tí at ljósini verða nýtt í aliringunum um veturin og yngulin verður klaktur um várið og summarið, so hava ljósini neyvan nakra stórvegis ávirkan á fiskayngul. Tá ið nøgdin av djóraæti hevur umleið sama mynstur sum fiskayngulin, er tað sama helst eisini galdandi fyri djóraæti. Hinvegin er tað ein sannroynd, at nógvur seiður stundum savnast kring og í aliringum, men hvørt hetta er stýrt av ljósinum, fóðurspillu ella øðrum frá alingini, vita vit ikki. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, tann 27. februar 2024 Høgni Hoydal landsstýrismaður -- 4 of 4 --
088.23 spm. til H. Hoydal frá H. Jensen - Vinnulig umhvørvisárin í føroysku vistskipanini.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 14. feb. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Hanna Jensen, løgtingskvinna Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum Evni: Vinnulig umhvørvisárin í føroysku vistskipanini Spurningar: 1. Hvørjar kanningar verða gjørdar av umhvørvisárinum av alivinnuni kring Føroyar, herímillum ávirkan á onnur fiskasløg? 2. Kennir mann allar avleiðingar av avlúsing við kemiskum evnum ella feskvatni á yngul og ungfisk hjá øðrum fiskasløgum? 3. Veit mann, hvussu nógv ljósini í aliringunum draga at sær av djóraæti, ungfiski og yngli hjá øðrum fiskasløgum? Viðmerkingar: Alivinnan er ein hátøkniligi vinna, sum hevur verið í sera stórari framgongd seinastu áratíggjuni. Og tað er ikki at reypa, tá vit siga, at vit liggja fremst í heiminum í laksaaling. Hetta tí havlívfrøðiligu fortreytirnar at ala laks á føroyskum firðum eru framúr, men mest tí, vit hava havt framfýsin og dugnalig fólk á økinum leingi. Fólk, sum hava vágað og viljað meira og meira, tá tað kemur til dygd, nøgd, djóravælferð og nógv annað. Tað skerst ikki burtur, at havið er torskilt sum frumevni, og samanspælið millum alt lív og allar kreftir í havinum er bert kent í ávísan mun. Granskað verður á fleiri stovnum í føroyska samfelagnum í viðurskiftum, sum hava við okkara havøki og vinnurnar, sum troyta havið, at gera. Tær báðar størstu vinnurnar í Føroyum eru alivinnan og fiskivinnan, og tær liva síðu við síðu í somu vistskipan. Vit eiga javnan at spyrja, hvussu tær ávirka sítt egna umhvørvi, hvussu tær ávirka hvørja aðra, og hvussu onnur viðurskifti ávirka tær báðar. Náttúrubroytingar, uppsjóvarfiskur inni á grunninum, stór nøgd av kópi, økt alivirksemi eru nakrir av faktorunum, sum kunnu broyta fortreytirnar í føroysku vistskipanini munandi. Spurningurin er, um samlaða vitanin um okkara vistskipan er nóg stór, og um vit veruliga gera alt, sum vit kunnu, fyri at økja støðugt um okkara vitan. Vitan um, hvussu nýggj vinna, nýggj tøkni og nýggir arbeiðshættir ávirka vistskipanina - og her m.a. heilt ítøkiliga ungfisk og yngul hjá øðrum fiskasløgum. Men eisini vitan um, hvørjir tættir av alivinnu kunnu ávirka havumhvørvið í Føroyum í síni heild og harvið alivinnuna sjálva upp á sikt. Havið er okkara grundtreyt í Føroyum og fyri framhaldandi at kunna menna alivinnuna og fiskivinnuna er neyðugt, at vit spyrja okkum sjálvi, um vit hava nóg nógva vitan til at taka avgerðir nú og í framtíðini. Eisini avgerðir, sum kunnu tryggja, at vit varðveita burðardygd fyri báðar tær týdningarmestu vinnur okkara. Tí verða hesir spurningar settir. -- 1 of 2 -- Á Løgtingi, 14. februar 2024 Hanna Jensen -- 2 of 2 --