← Løgtingsmál

52-087/2023

Kanningar av ungfiski og yngli inni við land

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 26. feb. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
087.23 Svar frá D. Holm til H. Jensen - Kanningar av ungfiski og yngli inni við land.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 23. feb. 2024

Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
23. februar 2024
Mál: 24/03721-3
(at tilskila í svari)
Tygara skriv: 52-087/2023
Svar til fyrispurning nr. 52-087/2023 frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu, til Dennis Holm,
landsstýrismann, um kanningar av ungfiski og yngli inni við land
Spurningar:
1. Hvørjar kanningar ger mann í Føroyum av ungfiski og yngli inni við land?
2. Er nakað samstarv millum Havstovuna og Firum viðvíkjandi kanningum av vistskipanini,
harímillum kanningar av yngli og ungfiski inni við land?
3. Um ikki, eru so nakrar ætlanir um at byrja eitt skipað samstarv fyri at økja um samlaðu vitanina
um okkara vistskipan?
Svar:
Til nr. 1.
Regluligar kanningar á Havstovuni:
Yngul- og ætikanningar verða gjørdar á hvørjum ári í juni;
hesar kanningar byrjaðu longu við Jens Chr. Svabo í
1970unum. Endamálið við hesum kanningum er at fáa eitt
mát fyri árgangsstyrki hjá ávísum botnfiskasløgum, serliga
toski, so tíðliga sum gjørligt. Samstundis verða pelagiska
vistfrøðin, æti, gróður og føðsluevni kannað.
Ein PhD-verkætlan við støði í yngulkanningunum verður liðug
seinni í ár. Kanningarøkið er Landgrunnurin og Føroyabanki
(sí kort høgrumegin), men farið verður vanliga ikki inn á
firðirnar. Í 2022 og 2023 vóru tó 3 støðir heilt inni við land,
sum partur av eini verkætlan (FjordProcess), sum kannar
útskifting av sjógvi, streymar, gróður, æti og smáan fisk uppi í vatnsúlini úr Kaldbaksbotni út millum
Stong og Eystnes.
Havstovan hevur ikki enn havt umstøður at gera regluligar ungfiskakanningar inni við land. Slíkar
kanningar høvdu verið serliga relevantar fyri tey fiskasløg, t.d. tosk og upsa, sum brúka firðirnar sum
uppvakstrarøki. Nevnast kann, at danskir granskarar gjørdu ungfiskakanningar í føroyskum firðum fyrru
helvt í 20. øld; hesar kanningar fevndu um t.d. merkingar, magakanningar og vakstrarkanningar.
Regluligar kanningar (vár og vetur) av brislingi hava verið gjørdar í Tangafirði, Sundalagnum og
Skálafirði síðani 2018 við tí endamáli at kanna útbreiðslu, nøgd og lívfrøði hjá brislingi. Í hesum
kanningum hava vit umframt brisling eisini sæð lodnuyngul nøkur av árunum.

-- 1 of 2 --

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
2/2
Verkætlanir í gongd:
Í løtuni eru tvær verkætlanir, sum Fiskivinnugransking hevur fíggjað, í endafasu – prøvatøkan er liðug,
men úrslit eru ikki liðugt greinað enn.
Onnur er ein undanverkætlan (’Taraskógir sum uppvakstrarøki’) við gørnum (granskingargørn við
ymsum meskastøddum), umhvørvis-DNA (eDNA) og videokanningum av tarasamfelagnum á
Kaldbaksfirði.
Hin kanningin er partur av eini júst lidnari verkætlan (’Nebbasild og toskur á innaru leiðum’), har
ungfiskur regluliga sást á video-upptøkum; hesi data eru tó ikki liðugt greinað. Verkætlanin kom til ta
niðurstøðu, at video-upptøkur av hesum slag við tíðini helst fara at egna seg væl til ungfiskakanningar
inni við land.
Eldri verkætlanir:
Aðrar eldri verkætlanir fevna um merkiroyndir – onkrar eru uppgjørdar, aðrar ikki uppgjørdar – og í
nøkur ár var samstarv, har hjáveiða av ungum toski í hummararúsum var skrásett.
Til nr. 2
Havstovan og Firum samstarva í løtuni um m.a. verkætlanina FjordProcess og Taraskógir sum
uppvakstrarøki. FjordProcess nertir við yngul, og Taraskógir sum uppvakstrarøki nerta við ungfisk heilt
inni við land. Báðar kanna harafturat vistskipanina á hvør sín hátt.
Til nr. 3
Skipað samstarv er millum Firum og Havstovuna um hesar báðar verkætlanir, sum eru í gongd.
Harafturat er annað samstarv, sum ikki er eins formelt, har starvsfólk á báðum stovnum hava gagn av
servitanini hjá hvør øðrum. Royndirnar av samstarvi millum stovnarnar er gott, og samskipaða
samstarvið kann verða útbygt tá/um umstøður eru til tess.
Vistskipanin inni við land er sum heild alt ov lítið kannað og er at rokna sum eitt satsingarøki í framtíðini
– ikki minst, nú so nógv aling og annað mannaelvt virksemi er á firðunum. Slíkar kanningar høvdu
upplagt kunnað verið skipaðar sum samstarv millum Firum og Havstovuna – og møguliga aðrar stovnar
við.
Dennis Holm
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
087.23 spm. til D. Holm frá H. Jensen - Kanningar av ungfiski og yngli inni við land.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 14. feb. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Hanna Jensen, løgtingskvinna
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Kanningar av ungfiski og yngli inni við land
Spurningar:
1. Hvørjar kanningar ger mann í Føroyum av ungfiski og yngli inni við land?
2. Er nakað samstarv millum Havstovuna og Firum viðvíkjandi kanningum av
vistskipanini, herímillum kanningar av yngli og ungfiski inni við land?
3. Um ikki, eru so nakrar ætlanir um at byrja eitt skipað samstarv fyri at økja um
samlaðu vitanina um okkara vistskipan?
Viðmerkingar:
Havið er okkara grundtreyt og okkum tørvar at kanna og granska øll viðurskifti í
okkara havøki – bæði inni við land, úti á firðum og á víðum havi.
Vit troyta havið á mangan hátt og vinna broytist, so hvørt sum vitan mennist, eins og
lívfrøðiligu og tøkniligu fortreytirnar broytast. Vit hava granskingarstovnar, sum hvør
í sínum lagi hava álagdar uppgávur, men óivað kundu hesir granskað nógv meira, um
fíggjar- og starvsfólkaorka, ja politiskur vilji var til tess.
Tvær tær størstu vinnurnar í Føroyum eru fult og heilt tongdar at havinum, nevniliga
fiskivinnan og alivinnan. Serliga fiskivinnan er serstakliga fjøltáttað, og tað gevur at
bíta, tá politiskt kjak er um ein skipabólk ella annan, um fiskasløg og stovnar, um
stovnsrøkt, kvotur, fiskidagar, botnfisk, uppsjóvarfisk, landgrunn og fjarleiðir.
Politikkarar, fiskimenn, fiskifrøðingar og onnur tosa ofta ikki sama mál í hesum.
Herfyri hoyrdu vit um ein eldri mann, sum segði, at størsti trupulleikin í føroyskari
fiskivinnu er, at samlaða vitanin mest sannlíkt er ov lítil. Vit vita tó, at
náttúrubroytingar, nógvur aliaktivitetur og uppsjóvarfiskur inni á grunninum mugu
hava onkra ávirkan á okkara vistskipan. Spurningurin er, um vit kanna, hvat veruliga
fer fram í havinum? Um summi sløg av kanningum ikki verða framd, er tað so tí, at
mett verður, at tær kanningarnar ikki eru neyðugar, ella verða tær ikki raðfestar og
fíggjaðar? Mong eru tey, sum vilja vita meira.
Undir øllum umstøðum mugu vit gera okkum greitt, at um vit ikki hava nóg nógva
vitan um tilgongd tíðliga í menningarstigi (tidligt stadium), so vilja blindvinklar gera
tað so mikið truplari at ráðgeva, hvussu farast skal fram viðvíkjandi fiskivinnu í
Føroyum.
Tí verða hesir spurningar settir.
Á Løgtingi, 14. februar 2024
Hanna Jensen

-- 1 of 1 --