← Løgtingsmál

52-085/2023

Ítróttarfaklig útbúgving í Føroyum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 19. feb. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
085.23 Svar frá D. N. Joensen til H. Jensen - Ítróttarfaklig útbúgving í Føroyum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 20. feb. 2024

Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
Løgtingið 19. februar 2024
Tinghúsvegur 1-3 Mál: 22/22133-70
100 Tórshavn
Svar
upp á
skrivligan fyrispurning nr. 52-085/2023 eftir § 52a í Tingskipanini frá Honnu Jensen,
løgtingskvinnu, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og
útbúgvingarmálum. Um ítróttafakliga útbúgving í Føroyum.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Heldur landsstýrismaðurin, at tað kundi verið áhugavert at byrja eina ítróttafakliga
útbúgving í Føroyum – á Fróðskaparsetri Føroya?
2. Verður arbeitt við at seta á stovn slíka ítróttafakliga útbúgving í Føroyum? Um ja, nær kundi
ein tílík byrja?
3. Hvør hevði kostnaðurin verið fyri at reka eina ítróttaútbúgving av slíkum slag, og kundi
fígging fingist til vegar frá ymsum pørtum?
Svar
Til 1: Sum útgangsstøði tykist tað mær áhugavert við einari ítróttafakligari útbúgving í Føroyum.
Hetta tí ítrótturin fyllir nógv í okkara samfelag, og tí vit eisini klára okkum væl í fleiri ymiskum
ítróttagreinum, og harafturat spælir ítrótturin eisini ein týdningarmiklan leiklut, tá ið tað kemur til
trivnað í okkara samfelag. Men skal ein ítróttafaklig útbúgving setast á stovn, krevur hetta fyrireiking,
sum bæði krevur gjøllar kanningar av tørvi og ynski, umframt at tað eisini má gerast greitt, hvat fyri
slag av útbúgving talan er um.
Á Fróðskaparsetri Føroya finst longu eitt sterkt granskingarumhvørvi, har ein slík útbúgving væl
hevði kunnað ligið, sum hevði kunnað notið gott av og lagt afturat teirri heilsugransking, sum longu
er á økinum.
Til 2: Tað verður ikki arbeitt við at seta eina ítróttafakliga útbúgving á stovn. Ikki tí man á
Fróðskaparsetri Føroya ella í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum ikki ynskir eina tílíka útbúgving,
men meira tí at eitt slíkt hugskot ikki hevur verið uppi og vent áður.
Um ynski er at stovna eina ítróttafakliga útbúgving, so krevur tað fyrst og fremst eina tørvsmeting,
og um tørvur verður mettur at vera fyri einari slíkari, so krevur útbúgvingin eisini fyrireiking. Henda
fyrireiking verður mett at taka á leið tvey ár.

-- 1 of 2 --

B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
2/2
Til 3: Fyri at kunna tosa um ein kostnað, er neyðugt at hava eina ítøkiliga útbúgving at fyrihalda seg
til, og av tí at ein tílík ikki fyriliggur, ber ikki til at meta um kostnaðin av einari slíkari útbúgving.
Hvat uttanhýsis fígging viðvíkir, so hevur Fróðskaparsetur Føroya altíð møguleika fyri at finna
uttanhýsis fígging, bæði tá tað viðvíkir gransking og útbúgving, so leingi fíggingin ikki ávirkar tær
yvirskipaðu ætlanirnar, sum eru fyri útbúgving og gransking á Setrinum. Í hesum føri er ikki
óhugsandi, at partar innan ítróttin høvdu havt áhuga í at fíggja eina tílíka útbúgving.
Vinarliga
Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
085.23 spm. til D. N. Joensen frá H. Jensen - Ítróttarfaklig útbúgving í Føroyum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 7. feb. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Hanna Jensen, løgtingskvinna
Svarari: Djóni N. Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
Evni: Ítróttafaklig útbúgving í Føroyum
Spurningar:
1. Heldur landsstýrismaðurin, at tað kundi verið áhugavert at byrjað eina
ítróttafakliga úrbúgving í Føroyum – á Fróðskaparsetri Føroya?
2. Verður arbeitt við at seta á stovn slíka ítróttafakliga útbúgving í Føroyum? Um
ja, nær kundi ein tílík byrjað?
3. Hvør hevði kostnaðurin verið fyri at reka eina ítróttaútbúgving av slíkum slagi,
og kundi fígging fingist til vegar frá ymsum pørtum?
Viðmerkingar:
Ítróttur er sera týdningarmikil partur av føroyska samfelagnum og samleikanum.
Ítróttur bindur øki og fólkið alt saman, bæði so øll kunnu vera við frá barnsbeini til
ellisár, men eisini tá okkara elituítróttafólk fara út í heim at kappast – sum
einstaklingar ella sum lið. Her vantar tó, at vit fáa møguleikan at luttaka í
Olympiskum Leikum undir Merkinum. Men vit gleða okkum nógv til at kunna hýsa
Oyggjaleikunum í 2027.
Tað er alment kent, at ítróttur er gagnligur fyri likam og sál, og neyvari vitan um
heilsu og ítróttabrøgd koma fyri dagin javnt og samt, eisini tí at slík gransking verður
framd í og út frá Føroyum við føroyskum granskarum og granskingarhjálparum.
Skúlar gera nógv við ítrótt, ítróttaháskúli er komin, og ítróttafeløgini og sambondini
gera eitt alsamt størri arbeiði fyri børn og ung, kvinnur og menn og fyri eldri, í
eldhuganum at fremja júst teirra ítróttagrein og at stimbra heilsuna hjá føroyingum og
ikki minst at stimbra felagskensluna og samleikan.
Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi grundað á góðu føroysku útbúgvingina í
sjúkrarøktarfrøði og víðkað til at hýsa eini MA-útbúgving í heilsuvísindum er
veruleiki, og leingi hevur føroyskur granskari eisini granskað í ítróttafrøði: heilsugagn
av ítrótti, úthaldni, vøddar o.s.fr. Fróðskaparsetur Føroya hevur eisini gjørt avtalu við
Kommunufelagið um gransking og nýmenning innan hetta øki, og við Tórshavnar
kommunu um ein ítróttafakligan vitanardepil knýttan at komandi Stórhøllini, ið rúmar
ætlanum um gransking, venjingarsamstørv, har regluligar ph.d-verkætlanir skulu
bjóðast, eins og royndarstova skal skipast o.a.
Okkara alra Ítróttasamband Føroya hevur eina nýggja visjón fyri Føroyar, sum vil
fevna um børnini, breiddina og tey bestu, og nakað av hesum kom greidliga fram á
góðari ráðstevnu í Kongshøll hin 2. februar í ár. Harumframt nevndi fyrilesari, at
okkum tørvar fleiri ítróttafakfólk, sum vit sjálvi eiga at kunna útbúgva til at virka
ymsastaðni í samfelagnum. Tað kundi helst verið við BA-útbugving ella MA-
útbúgving, tað skal óivað greinast nærri.
Tá nú so nógv og gott virksemi er í Føroyum innan ítróttafakið eins og sett í ætlan, so
kundi tað møguliga verið upplagt at sett eina ítróttafakliga útbúgving á stovn, t.d. á
Fróðskaparsetri Føroya. Tí verða hesir spurningar settir.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 7. februar 2024
Hanna Jensen

-- 2 of 2 --