← Løgtingsmál

52-084/2023

Næmingafrávera á miðnámsskúlum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 13. feb. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
084.23 Svar frá D. N. Joensen til J. Joensen - Næmingafrávera á miðnámsskúlum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 13. feb. 2024

Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
Løgtingið 13. februar 2024
Tinghúsvegur 1-3 Mál: 22/22133-68
100 Tórshavn Viðgjørt: EØ/RJ
Svar
upp á
skrivligan fyrispurning nr. 52-084/2023 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, eftir § 52a í
Tingskipanini, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, um
næmingafráveru í miðnámsskúlum.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Er ongin mannagongd ella kunngerð í miðnámsskúlaskipanini, sum tekur hædd fyri lógligari
fráveru t.d. vegna veður, har fjarundirvísing er møgulig ?
2. Verður hædd tikin fyri teimum, sum búgva langt frá miðnámsskúlanum, tá tað kemur til
fráverukrøv, koyring og uppmøting í miðnámsskúlunum í Føroyum?
3. Eru reglurnar tær somu í øllum miðnámsskúlunum í Føroyum?
4. Kann eitt eyka trýst ikki liggja á næmingum, sum ferðast langan veg til og frá skúla, tá hædd
ikki verður tikin fyri, at bussar eru seinkaðir, avlýstir v.m.?
5. Er ongin felagskunngerð fyri alt miðnámsskúlaøkið, sum tekur hædd fyri øllum faktorum í
sambandi við skúlagongd og uppmøting í miðnámsskúlunum í Føroyum?
Svar
Til 1: Skyldan at møta til undirvísing á miðnámi er ásett í Løgtingslóg nr. 62 frá 15. mai 2012 um
gymnasialar miðnámsútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 140 frá 18. desember
2015, umframt í Kunngerð nr. 9 frá 22. januar 2013 um gymnasialar miðnámsútbúgvingar, sum
seinast broytt við kunngerð nr. 118 frá 19. juli 2019 og Kunngerð nr. 5 frá 22. januar 2013 um
lestrar- og skilhaldsreglur í gymnasialu miðnámsútbúgvingunum.
Yrkisútbúgvingarnar hava eisini ásetingar um fráveru í kunngerð nr. 83 frá 4. juni 2013 um
felagsreglur á yrkisnámi, sum seinast broytt við kunngerð nr. 121 frá 19. juli 2019.
Við heimild í kunngerð um lestrar- og skilhaldsreglur er eisini eitt rundskriv, ið heitir á skúlar um at
gera reglur um fráveru hjá næmingum, sum umboða Føroyar í altjóða kappingum ella tiltøkum í
ítrótti, list ella mentan.
Løgtingslóg um gymnasialar miðnámsútbúgvingar við hartil hoyrandi kunngerðum, rundskrivum og
skilhaldsreglum einstaka skúlans, eins væl og omanfyri nevnda kunngerð um yrkisnám, byggja á ta

-- 1 of 3 --

B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
2/3
meginreglu, at næmingur skal vera til staðar og virkin í undirvísingini, fyri at stuðla undir støðugu
fakligu menning næmingsins.
Tað áliggur sambært kunngerð leiðara útbúgvingarstovnsins at gera reglur um at vera tilstaðar og
virkin, og eru næmingar á yrkisnámi og lærlingar eisini fevndir av skilhaldsreglunum í einstøku
skúlunum.
Ásetingar eru í kunngerðum, sum taka hædd fyri ávísum sløgum av fráveru t.d. sjúku og
úrvalsvirksemi. Í løtuni eru ikki ásetingar, sum taka hædd fyri fráveru, tá veðrið ávirkar samferðsluna.
Mannagongdir um fjarundirvísing og fráveruskráseting eru ásettar í skilhaldsreglum einstaka skúlans.
Til 2 og 3: Sum nevnt omanfyri hava allir miðnámsskúlar egnar lestrar- og skilhaldsreglur. Í fýra av
miðnámsskúlunum hava lestrar- og skilhaldsreglurnar mannagongdir við talgildari undirvísing, tá
ferðasambandið er ávirkað. Tá samferðslan avlýsir høvuðsleiðirnar, verður undirvísingin løgd á ein
talgildan pall t.d. Teams.
Í teimum førum, at talan er um yrkisútbúgving, har tað ætlandi skuldi vera praktisk undirvísing á
verkstað, t.d. timbur, el, smíð og líknandi, er ikki rættiliga møguligt at gera undirvísingina talgilda.
Ein skúli hevur ikki skipaða talgilda undirvísing, tá veðrið órógvar samferðsluna, men hevur aðrar
mannagondir í sambandi við fráveru, tá ferðasambandið er avmarkað orsakað av veðrinum. Hetta er
galdandi bæði fyri gymnasialu útbúgvingarnar og yrkisútbúgvingarnar.
Mannagongdir í sambandi við at skipa talgilda undirvísing, tá veðrið ávirkar samferðsluna, eru tískil
ikki heilt eins, men heldur tillagaðar til umstøðurnar í einstaka skúlanum.
Til 4: Tá tað er ein meginregla, at næmingar skulu vera til staðar og virknir, hevur tað eisini stóran
týdning, at fráveruskráseting í skúlunum er røtt og álítandi. Uppgávan hjá tí, sum skal skráseta
fráveru, er heilt einfalt at staðfesta, um næmingur er til staðar ella ikki.
Einstøku skilhaldsreglur skúlans eiga tí eisini at taka hædd fyri, at næmingar ikki skulu føla seg trýstar
at fara við bili, tá veðrið ávirkar samferðsluna, ella tá myndugleikar ráða frá koyring.
Tað er umráðandi, at skúlar eisini megna at vísa forstáilsi og beinasemi mótvegis teimum næmingum,
sum eru forðaðir at møta orsakað av avlýsingum ella seinkingum – Í teimum førum, har næmingurin
ikki sjálvur hevur ávirkan á, um hann megnar at møta, ella møta rættstundis.
Eingin skúli eigur at seta í verk agatiltøk móti einum næmingi, ið hevur fráveru orsakað av, at
samferðslan er avlýst vegna veður.
Til 5: Kunngerð nr. 5 frá 22. januar 2013 um lestrar- og skilhaldsreglur í gymnasialu
miðnámsútbúgvingunum hevur til endamáls, at næmingurin skal røkka málinum við útbúgvingini, og
stuðla undir eitt munagott undirvísingarumhvørvi. Kunngerðin fevnir í høvuðsheitum um ásetingar
um lestrarvirkni, og karmarnar fyri skilhaldsreglum og agatiltøkum.
Kunngerðin ásetur, at tað er leiðarin í einstaka skúlanum, sum ger lestrar- og skilhalsreglur skúlans,
og setur kunngerðin karmarnar fyri, hvat lestrar- og skilhalsreglurnar skulu innihalda.
Í stuttum kann sigast, at skilhaldsreglurnar skulu lýsa:

-- 2 of 3 --

B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
3/3
• Skyldu næmingsins at vera til staðar, virkin, fyrireikaður og luttakandi.
• Skyldu næmingsins at lata inn skrivlig avrik og annars taka lut í øllum undirvísingartengdum
virksemi.
• Reglur um atferð, samveru og virðing vm.
• Mannagongdir í sambandi við handfaring og viðgerð av næmingafráveru.
• Hvørji tiltøk leiðari útbúgvingarstovnsis kann seta í verk móti næmingi
Eisini er ásett í kunngerð nr. 83 frá 4. juni 2013 um felagsreglur í yrkisnámi, at leiðari
útbúgvingarstovnsins ger reglur um at vera tilstaðar og virkin, og eru næmingar á yrkisnámi og
lærlingar eisini fevndir av skilhaldsreglunum í einstøku skúlunum.
Tað er leiðarin í einstaka skúlanum, sum ger lestrar- og skilhalsreglur skúlans. Landsstýrismaðurin
góðkennir skilhaldsreglurnar
Vinarliga
Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
084.23 spm. til D. N. Joensen frá J. Joensen - Næmingafrávera á miðnámsskúlum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 1. feb. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
Evni: Næmingafrávera á miðnámsskúlum
Spurningar
1. Er ongin mannagongd ella kunngerð í miðnámsskúlaskipanini, sum tekur
hædd fyri lógligari fráveru t.d. vegna veður, har fjarundirvísing er møgulig ?
2. Verður hædd tikin fyri teimum, sum búgva langt frá miðnámsskúlanum, tá tað
kemur til fráverukrøv, koyring og uppmøting á miðnámsskúlunum í Føroyum?
3. Eru reglurnar tær somu á øllum miðnámsskúlunum í Føroyum?
4. Kann eitt eyka trýst ikki liggja á næmingum, sum ferðast langan veg til og frá
skúla, tá hædd ikki verður tikin fyri, at bussar er seinkaðir, avlýstir v.m.?
5. Er ongin felagskunngerð fyri alt miðnámsskúlaøkið, sum tekur hædd fyri
øllum faktorum í samband við skúlagongd og uppmøting á miðnámsskúlunum
í Føroyum?
Viðmerkingar:
Miðnámsskúlar kunnu ikki staðsetast á hvørjum tanga. Tí hava landsmyndugleikarnir
valt at staðseta ymisku skúlarnar í ymiskum økjum í landinum, har grundarlagið er,
ella har atkomuligheitin hjá næmingum og starvsfólkum er skilagóð.
Lesandi kunnu í lítlan mun búgva á skúlunum ella nærindis skúlanum, men mugu sum
oftast búgva heima hjá foreldrum ella avvarðandi. Flestu næmingar, sum byrja á
miðnámi, hava heldur ikki koyrikort til bil, bæði tí, at tað er kostnaðarmikið og tí, at
fleiri ikki eru vorðin 18 ár, tá tey byrja skúlagongdina.
Tí búgva nógv lesandi, sum ganga á miðnámi, heima. Og fyri mong er heimið úti á
bygd, langt frá skúlanum. Úr Vágum eru 35-45 min at koyra til og frá skúla til t.d.
Glasir og 25-30 min. til Vestmanna. Av Sandoynni er nakað styttri til Havnar. Úr
Klaksvík á Kambsdal er eisini ein fittur teinur o.s.fr.
Fleiri næmingar koyra við almennu Bygdaleiðum. Tá hesar leiðir eru avlýstar, er
ongin møguleiki hjá fleiri at sleppa á skúlan. Hetta kann gerast tungt hjá næmingum,
um skúlin ikki tekur hædd fyri orsøkini, men bara skivar næmingarnar fyri fráveru og
reyðan blokk.
Hetta ger, at fleiri næminar, sum búgva langt frá miðnámsskúlunum, og har fleiri
eisini eru sera pliktuppfyllandi, kenna eitt eyka trýst frá skúlanum og av teirra
fráverupolitikki. Serliga tí tey ikki kunnu møta, hóast tey vilja, og at hóttanin um ov
nógva fráveru hongur yvir høvdi teirra.
Í Føroyum er javnan óveður og hálka, sum ger, at fráveruprosentið hjá hesum
næmingum kann gerast ein forðan fyri eini nøktandi skúlagongd. Sum skilst eru
onkrir miðnámsskúlar, sum praktisera fjarundirvísing sum alternativ, tá veðrið er
svikaligt.

-- 1 of 2 --

Fyri at fáa at vita, um vit hava føroyskar kunngerðir, sum skilmarka avbjóðingar og
loysnir á økinum, og fyri at vita, hvussu støðan er á økinum í dag, verða hesir
spurningar settir landstýrismanninum.
Á Løgtingi, 1. februar 2024
Jóhannis Joensen

-- 2 of 2 --