52-083/2023
Prístalsjavna ferðastuðulin
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 12. feb. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
083.23 Svar frá R. Vang til J. Joensen - Ferðastuðul.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 14. feb. 2024
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 14. februar 2024 J. nr.: 24/02714-2 Viðgjørt: DH Svar til §52a fyrispurning nr. 52-083/2023 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, settur landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um ferðastuðul. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Ætlar landsstýriskvinnan at prístalsjavna ferðastuðulin? 2. Hvussu nógvir føroyingar pendla til og frá arbeiði meira enn 20 km dagliga? 3. Hvussu nógv % av teimum, sum pendla til og frá arbeiði, brúka hesa stuðulsskipan? Svar: Til nr. 1 Ongar ítøkiligar ætlanir eru í løtuni at prístalsjavna ferðastuðulin. Hinvegin er helst orsøk at fara at endurskoða alla skipanina við ferðastuðli, heldur enn bara at javna upphæddirnar. Samferðslan er munandi bøtt seinastu árini. Stórar útbyggingar eru framdar í tunnils- og vegakervið, so at tað er skjótt og lætt at hjá flestu føroyingum at ferðast til og frá arbeiði. Bygdaleiðir og Oyggjaleiðir fáa rakstrarstuðul á fíggjarlógini, sum ger tað møguligt at ferðast bíliga til og frá arbeiði, og almenni stuðulsparturin hevur verið vaksandi seinnu árini. Inntøkurnar hjá Strandfaraskipum Landsins vóru um aldarskiftið út við 60% av rakstrarútreiðslunum. Síðani minkaðu tær av undirsjóvartunlum, sum vórðu gjørdir og opnaðu í 2002 og 2006, og av Farmaleiðum, sum vórðu seldar í 2006. Ferðaseðlaprísirnir vórðu eisini settir niður um somu tíð. Tey síðstu nógvu árini hava inntøkurnar ligið um tey 30% av útreiðslunum, tó um 25% seinastu trý árini. Til nr. 2 og nr. 3 Fyri 2022 hava 4.887 persónar fingið útgoldið ferðastuðul higartil. Og fyri 2023 er talan um 3.694 persónar higartil. Nakrir umsøkjarar eru seinir at søkja, so Taks roknar við, at um eitt ár ella tvey eru tølini hægri. Tey undanfarnu árini (2018-2021) eru 5.200 umsøkjarar um árið. -- 1 of 2 -- F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance 2/2 Ein treyt fyri at fáa ferðastuðul er at tú hevur útreiðslur í sambandi við ferðing millum bústað og arbeiðsstað í Føroyum. Um arbeiðsgevarin rindar fyri bilin hevur tú tískil ikki rætt til ferðastuðul. Fíggjarmálaráðið hevur ikki vitan um hvussu nógv ferðast longur enn 20 km til og frá arbeiði dagliga, men ikki fáa ferðastuðul. Tinganes, 14. februar 2024 Ruth Vang landsstýriskvinna í fíggjarmálum -- 2 of 2 --
083.23 spm. til R. Vang frá J. Joensen - Ferðastuðul.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 31. jan. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum Evni: Ferðastuðul Spurningar: 1. Ætlar landstýriskvinnan at prístalsjavna ferðastuðulin? 2. Hvussu nógvir føroyingar pendla til og frá arbeiði meira enn 20 km dagliga? 3. Hvussu nógv % av teimum, sum pendla til og frá arbeiði, brúka hesa stuðulsskipan? Viðmerkingar: Nógvir føroyingar ferðast, eftir føroyskum mátistokki, langt til arbeiðis. Hvussu nógvir teir eru í tali, hevði verið áhugavert at vitað. Ferðastuðulin hevur ikki verið prístalsjavnaður síðan 2016. Hesi seinastu 8 árini er inflatiónin økt nógv. Olju- og bensinprísirnir eru vornir dýrari, umframt at avgjøldini eru hækkað. Hetta ger, at ítøkiligi stuðulin er minkaður í virði. Pendlarar, sum koyra ella sigla langt til og frá arbeiði, hava tískil minni pening um hendi í dag. Ein javning av ferðastuðlinum kann tí verða neyðug. Fyri at fáa at vita, hvat landstýriskvinnan ætlar at gera, verða hesir spurningar settir. Á Løgtingi, 31. januar 2024 Jóhannis Joensen -- 1 of 1 --