← Løgtingsmál

52-082/2023

Sjúkraflutningstænastan í Sandoynni

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 10. feb. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
082.23 Svar frá M. Stórá til J. Vestergaard - Sjúkraflutningstænastan í Sandoynni.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 9. feb. 2024

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 9. februar 2024
HMR j. nr. 24/02584-4
Margit Stórá
landsstýriskvinna
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-082/2023 eftir § 52 a í tingskipanini viðvíkjandi sjúkraflutningstænastuni
í Sandoynni, frá Jacob Vestergaard, løgtingsmanni
Spurningurin var soljóðandi:
1. Hvussu verður sjúkraflutningstænastan í Sandoynni skipað í framtíðini?
Svar:
Sjúkrahúsverkið er í eini tilgongd, har ein arbeiðsbólkur við umboðum frá
sjúkraflutningstænastuni á øllum trimum sjúkrahúsunum, arbeiðir við at gera eitt tilmæli
viðvíkjandi dagføring av skipanini av sjúkraflutningstænastuni í øllum landinum.
Hetta arbeiði tekur støði í teimum stóru broytingunum, sum eru hendar í undirstøðukervinum,
nú bæði Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin eru latnir upp. Ætlanin er, at tilmælið skal
vera klárt at lata leiðsluni í Sjúkrahúsverkinum í summar. Hvussu framtíðar tænastan á
Sandoynni skal vera, er ein partur av hesum yvirskipaða arbeiði.
Í løtuni hevur sjúkraflutningstænastan á Landssjúkrahúsinum avtalu við ein privatan veitara,
sum tekur sær av sjúkraflutningi á Sandoynni. Sambært avtaluni verður koyring við sjúkrabili
á Sandoynni umbiðin av vaktsentralinum á Landssjúkrahúsinum. Tá starvsfólk í
sjúkraflutningstænastuni fáa undirvísing, fevnir hetta eisini um starvsfólk á Sandoynni. Bilar
og útgerð verða hildin við líka og latin av Landssjúkrahúsinum.
Galdandi sáttmáli millum partarnar gongur út 31. mai 2024. Enn hevur Sjúkrahúsverkið ikki
tikið endaliga støðu til, um galdandi sáttmáli skal leingjast ella um tillagingar skulu gerast, tá
ið sáttmálin fer úr gildi. Óansæð hvør avgerð verður tikin í sambandi við at sáttmálin gongur
út kemur Sjúkrahúsverkið at skipa tænastuna soleiðis, at Sandoyggin eisini hevur eina trygga
sjúkraflutningstænastu eftir 31. mai 2024.
Heilsumálaráðið, 9. februar 2024
Margit Stórá
landsstýriskvinna

-- 1 of 1 --
082.23 spm. til M. Stórá frá J. Vestergaard - Sjúkraflutningstænastan í Sandoynni.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 30. jan. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jacob Vestergaard, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Sjúkraflutningstænastan í Sandoynni
Spurningar:
1. Hvussu verður sjúkraflutningstænastan í Sandoynni skipað í framtíðini
Viðmerkingar:
Nú Sandoyartunnilin er latin upp, er óvissa um, hvussu sjúkraflutningstænastan í
Sandoynni verður skipað í framtíðini.
Tænastan hevur verið skipað við sjúkrabili, staðsettum í Sandoynni.
Støðan var tann sama í Vágoynni, áðrenn Vágatunnilin varð tikin í nýtslu. Tá varð
avgerð tikin um, at tænastan skuldi halda áfram, við sjúkrabili staðsettum í Vágum, og
er tann skipanin galdandi enn.
Tænastan í Vágum er ein partur av sjúkraflutningstænastuni í miðstaðarøkinum, og
kundi ein líknandi skipan verið galdandi fyri tænastuna í Sandoynni. Tað hevði verið
ein styrki fyri samlaðu tilbúgvingina.
Á Løgtingi, 30. Januar 2024
Jacob Vestergaard

-- 1 of 1 --