← Løgtingsmál

52-081/2023

Útlendingar á arbeiðsmarknaðinum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 10. feb. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
081.23 Svar frá B. K. Petersen til K. W. Poulsen - um útlendingar á arbeiðsmarknaðinum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 5. feb. 2024

Sjá útdrigin tekst
LØGMÁLARÁÐIÐ
M I N I S T R Y O F J U S T I C E
Gongin 7 • Postrúm 377 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 80 80 •  lmr@lmr.fo • www.lmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 5. februar 2024
J. nr.: 24/02537-2
Svar
upp á
skrivligan fyrispurning nr. 52-081/2023 eftir § 52 a í tingskipanini frá Kristionnu Winther
Poulsen, løgtingskvinnu, um útlendingar á arbeiðsmarknaðinum
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvør hevur ábyrgd av, at útlendingar á føroyska arbeiðsmarknaðinum hava virðiligar
umstøður?
2. Hvussu nógv fólk eru komin til Føroya gjøgnum Fast Track-skipanina, síðani hon kom í
gildi?
3. Hvør eigur at syrgja fyri, at útlendingar, sum koma til Føroya við Fast Track-skipanini,
fáa neyðug rættindi og kunning og hava atgongd til neyðugar upplýsingar annars?
4. Hvat heldur landsstýrismaðurin um, at fakfeløg fáa ein formligan leiklut í sambandi við
eftirlitsvitjanirnar, ið verða gjørdar á arbeiðsplássum, sum eru í Fast Track-skipanini?
5. Metir landsstýrismaðurin, at Fast Track-skipanin virkar á nøktandi hátt fyri allar partar,
ella er neyðugt at gera broytingar í skipanini?

-- 1 of 3 --

LØGMÁLARÁÐIÐ
M I N I S T R Y O F J U S T I C E
2/3
Svar:
Til nr. 1
Bæði myndugleikar og arbeiðsgevarar hava ábyrgd av, at útlendingar á føroyska
arbeiðsmarknaðinum hava virðiligar umstøður. Í hesum sambandi gera Løgregla, TAKS og
Arbeiðs- og brunaeftirlitið eftirlitsátøk saman hvønn ársfjórðing, á umleið 8 virkjum hvørja ferð.
Eftirlitsátøk hava verið síðani á heystið 2019. Øll eftirlitsátøkini í 2023 hava verið, sum ætlað.
Til nr. 2
Fast Track-skipanin kom í gildi tann 18. november 2021. Sambært tølum frá Udlændingestyrelsen
hava 1067 útlendingar fingið arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum eftir hesi skipan, 60 í 2021,
635 í 2022 og 372 í 2023. Talið fyri 2023 er ikki endaligt enn, men broytist neyvan stórvegis.
Til nr. 3
Bæði myndugleikar og arbeiðsgevarar eiga at syrgja fyri, at útlendingar, sum koma til Føroya eftir
Fast Track-skipanini, fáa neyðuga kunning um rættindi og hava atgongd til neyðugar upplýsingar
annars. Í hesum sambandi er Útlendingastovan, saman við Vinnuhúsinum, í ferð við at gera ein
faldara við kunning til útlendingar, sum hava fingið arbeiðsloyvi í Føroyum. Í framhaldi av
faldaranum er ætlanin at skipa fyri kunningartiltøkum fyri útlendskar arbeiðstakarar.
Faldarin skal lýsa føroyska samfelagið og kunna um rættindi og skyldur, og at arbeiðstakarin kann
koma út fyri at missa arbeiði. Tað eigur at vera greitt, hvør hevur ábyrgdina av, at útlendingurin
fer heim aftur, tá hann missur arbeiði, og hvør rindar fyri heimferðina. Hetta eigur í størri mun at
vera ábyrgdin hjá arbeiðsgevarum, soleiðis at tað almenna ikki fær eina fíggjarliga byrðu av at
hava útvegað arbeiðsgevarum arbeiðsmegi gjøgnum Fast Track-skipanina.
Harumframt hevur útlendingurin eisini sjálvur ábyrgd av at seta seg inn í, hvussu samfelagið er
háttað, og hvussu umstøðurnar eru, har viðkomandi ætlar at søkja um arbeiðs- og uppihaldsloyvi.
Til nr. 4
Tey eftirlitsátøk, sum Løgregla, TAKS og Arbeiðs- og brunaeftirlitið gera saman hvønn
ársfjórðing, eru myndugleikaátøk, har myndugleikarnir kanna, um viðurskifti, sum eru áløgd við
lóg, so sum arbeiðs- og uppihaldsloyvi, løn- og skattaviðurskifti og trygdin á arbeiðsplássunum,
eru í lagi.
Fakfeløgini eru hinvegin áhugafeløg, og hava ein annan leiklut enn myndugleikar. Tað kann tí
lættliga grugga fatanina hjá útlendsku arbeiðstakarunum, sum ikki kenna okkara samfelagsskipan,
hvørji viðurskifti eru áløgd við lóg, og hvørji viðurskifti eru sjálvboðin, um myndugleikar og
fakfeløg gera eftirlitsátøk saman.

-- 2 of 3 --

LØGMÁLARÁÐIÐ
M I N I S T R Y O F J U S T I C E
3/3
Fakfeløgini hava, t.d. gjøgnum álitisfólkini á arbeiðsplássunum ella við kunningarátøkum,
møguleika fyri at kunna útlendsku arbeiðstakararnar um fakfeløgini og teirra leiklut, og hvat
limaskapur í fakfeløgunum gevur rættindi til.
Til nr. 5
Fast Track-skipanin hevur gjørt tað smidligari at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroyar, so á tann
hátt er hon væleydnað. Skipanin hevur havt við sær, at nógv fleiri útlendskir arbeiðstakarar eru
komnir til landið, eisini fleiri ófaklærd. Nógv av hesum skilja ikki enskt. Upplýsingar eru um, at
bústaðarviðurskiftini hjá fleiri útlendskum arbeiðstakarunum ikki eru góð. Hetta er sjálvsagt ikki
nøktandi.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið upplýsir, at úrslitini av omanfyri nevndu eftirlitsátøkunum, sum
Arbeiðs- og brunaeftirlitið ger saman við TAKS og løgregluni eru ymisk, men at tey flestu
arbeiðsplássini eru á heilt góðari leið. Hóast hesi eftirlitsátøk verða gjørd, er tó eingin trygd fyri,
at átøkini raka akkurát tey arbeiðspláss, har trupulleikar eru.
Møguliga eiga fleiri krøv at setast til arbeiðsgevarar, t.d. um kunning til útlendska arbeiðstakarin
á einum máli, sum arbeiðstakarin skilur, og um sømilig bústaðarviðurskifti til útlendskar
arbeiðstakarar. Møguliga eigur eftirlitið við Fast Track-skipanini eisini at betrast við at stakroyndir
verða tiknar av arbeiðstakarum og arbeiðsgevarum í tíðarskeiðinum millum leingjan av arbeiðs-
og uppihaldsloyvunum, og við at myndugleikarnir gera enn fleiri eftirlitsátøk. Um hetta skal setast
í verk, má orka setast av til hetta.
Bjarni Kárason Petersen
landsstýrismaður í lógarmálum

-- 3 of 3 --
081.23 spm. til B. K. Petersen frá K. W. Poulsen - um útlendingar á arbeiðsmarknaðinum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 30. jan. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna
Svarari: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum
Evni: Útlendingar á arbeiðsmarknaðinum
Spurningar:
1. Hvør hevur ábyrgd av, at útlendingar á føroyska arbeiðsmarknaðinum hava
virðiligar umstøður?
2. Hvussu nógv fólk eru komin til Føroya gjøgnum Fast Track-skipanina, síðani
hon kom í gildi?
3. Hvør eigur at syrgja fyri, at útlendingar, sum koma til Føroya við Fast Track-
skipanini, fáa neyðug rættindi og kunning og hava atgongd til neyðugar
upplýsingar annars?
4. Hvat heldur landsstýrismaðurin um, at fakfeløg fáa ein formligan leiklut í
sambandi við eftirlitsvitjanirnar, ið verða gjørdar á arbeiðsplássum, sum eru í
Fast Track-skipanini?
5. Metir landsstýrismaðurin, at Fast Track-skipanin virkar á nøktandi hátt fyri
allar partar, ella er neyðugt at gera broytingar í skipanini?
Viðmerkingar
Seinastu tíðina hava vit hoyrt, at útlendingar á arbeiðsmarknaðinum kunnu koma í
ringar støður uttan at vita, hvagar tey skulu venda sær.
Vit hava hoyrt formannin í Føroya Arbeiðarafelag greiða frá, at útlendingar verða
sleptir upp á fjall, tá ið trupulleikar vísa seg á arbeiðsplássinum, og at fleiri
útlendingar venda sær til arbeiðarafelagið, tí tey eru komin í trupulleikar. Fakfeløgini
hava ikki møguleika at fylgja við í, um viðurskiftini hjá teimum menniskjum, sum
koma til Føroya gjøgnum Fast Track- skipanina, eru í lagi.
Vinnuhúsið sigur, at tey kenna ikki til stórvegis trupulleikar, og at tað ikki eru serliga
nógv mál av hesum slagi, sum enda á teirra borði. Eisini boða tey frá, at tørvur
framvegis er á at fáa nógv fólk til føroyska arbeiðsmarknaðin gjøgnum skipanina.
Útlendsk arbeiðsmegi er týðandi partur av vøkstrinum, sum hevur verið í Føroyum
seinastu árini. Tað er lætt at fáa útlendska arbeiðsmegi til landið at arbeiða, men tað
tykist, sum tað ikki altíð er heilt so lætt hjá arbeiðsfólkunum at vera her.

-- 1 of 2 --

Sum samfelag mugu vit gera tað, sum skal til fyri, at tey menniskju, sum koma higar
at arbeiða, hava virðilig arbeiðs- og livikor.
Tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum við ábyrgd av
integratiónsøkinum.
Á Løgtingi, 30. januar 2024
Kristianna Winther Poulsen

-- 2 of 2 --