52-080/2023
Fiskidagatalið hjá útróðrarbátum (bólki 4) minkað við 20 prosentum og ætlanin um at steingja økir
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 10. feb. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
080.23 Svar frá D. Holm til E. M. Gunnleygsdóttur - Fiskidagatalið hjá útróðrarbátum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 8. feb. 2024
Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn 8. februar 2024 Mál: 24/02513-2 (at tilskila í svari) Tygara skriv: 52-080/2023 Svar til fyrispurning nr. 52-080/2023 frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu, til Dennis Holm, landsstýrismann, um fiskidagatalið hjá útróðrarbátum (bólki 4) minkað við 20 prosentum og ætlanin um at steingja økir Spurningar: 1. Ætlar landsstýrismaðurin einans at lurta eftir útsøgnini hjá Havstovuni frameftir, uttan at taka útróðrarmannin við í metingini, um ella hvussu nógvir dagar skulu skerjast? 2. Í hvønn mun hevur landsstýrismaðurin ráðført seg við útróðrarmannin, nú fiskidagatalið er minkað við 20 prosentum? 3. Hví metir landsstýrismaðurin, at tað eru útróðrarbátarnir, sum er orsøkin til, at fiskastovnurin ikki er so væl fyri? 4. Hvussu nógvir útróðrarbátar eru nú í Føroyum í mun til fyri 10 árum síðani? 5. Hvørjar friðingar ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri útróðrarbátar í bólki 4? 6. Er endamálið við fækkandi fiskidøgum og stongdum leiðum at forkoma øllum útróðrarflotanum við tíðini? Svar: Til spurning 1 og 2 Landsstýrismaðurin lurtar eftir øllum útsøgnum og sjónarmiðum, sum eisini verða tikin við í metingarnar í sambandi við regluverk um fiskidagatal. Sambært sjófeingislógini skal landsstýrismaðurin í kunngerð áseta fiskidagatalið eftir eini umsitingarætlan, sum hevur meginreglur fyri burðardygga stovnsrøkt. Í 2021, 2022 og 2023 varð dagatalið sett eftir eini umsitingarætlan, sum ein arbeiðsbólkur legði lunnar undir í mai 2019, og sum landsstýrið seinni tók undir við. Henda ætlan skuldi eftirmetast triðja hvørt ár og í seinast lagi, áðrenn fiskidagar verða ásettir fyri 2024. -- 1 of 3 -- Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið 2/3 Niðurstøðan í hesi eftirmeting var, at neyðugt var at broyta ætlanina, so hon betri leggur upp fyri, tá toskastovnurin á landgrunninum er mettur at vera sera illa fyri. Eftir endurskoðaðu ætlanini skal dagatalið fyri komandi fiskiár hjá bólki 3-5 skerjast við 20 prosentum og fiskidagatalið hjá bólki 2 við 10 prosentum, tá ein ella fleiri av fiskastovnunum verður mettur at vera illa fyri. Uppskot til kunngerð um fiskidagatal í 2024, sum bygdi á endurskoðaðu umsitingarætlanina, varð sent til hoyringar stutt fyri jól. Hóast freistin var stutt, fekk landsstýrismaðurin fleiri hoyringarviðmerkingar m.a. frá Meginfelag Útróðrarmanna. Umsitingarætlanin byggir á tvey høvuðsatlit: Annað er tað lívfrøðiliga; hon skal stuðla undir góða og burðardygga stovnsrøkt. Hitt er, at vinnan skal hava ávísan stabilitet í fiskimøguleikunum. Dagatalið kann tí til dømis bert skerjast við einum ásettum prosentparti, hóast lívfrøðiliga støðan og tilráðingar tala fyri størri niðurskurði. Í umsitingarætlanini 2021-2023 var ásett, at dagatalið verður sett sum fimm prosent hægri ella lægri enn árið fyri ella vera óbroytt. Hetta er varðveitt í umsitingarætlanini í 2024, men nú er ein regla sett inn afturat, sum sigur, at um stovnurin verður mettur at vera heilt illa fyri og niðan fyri ásetta vandamarkið, skal dagatalið skerjast við 20 og 10 prosentum. Toskastovnurin er í løtuni mettur at vera niðan fyri hetta markið. Tí er dagatalið hjá bólkunum 3-5 í 2024 skert við 20 prosentum, hóast lívfrøðiliga tilráðingin frá ICES talaði fyri størri niðurskurði. ICES hevur mælt til, at einki verður fiskað av toski á landgrunninum í 2023 og 2024. Lagt kann vera afturat, at endurskoðaða umsitingarætlanin skal eftirmetast, áðrenn fiskidagar verða ásettir fyri fiskiárið 2025. Tað arbeiðið verður eftir ætlan gjørt í ráðførslubólkinum, sum er settur sambært umsitingarætlanini. Í bólkinum eru umboð fyri skipabólkarnar og veiðihættirnar í fiskidagaskipanini, manningarfeløgini, umframt fólk frá Havstovuni og Vørn. Til spurning 3 Landsstýrismaðurin metir ikki, at tað eru útróðrarbátarnir, sum er orsøkin til, at fiskastovnurin ikki er so væl fyri. Til spurning 4 Eg skilji spurningin soleiðis, at spurt verður um vinnuligar útróðrarbátar, t.e. bátar, sum eru skrásettir at hava avreitt. Skrásetingar frá vinnuliga útróðrinum á heimasíðuni hjá Vørn vísa, at í fiskiárinum 2023 eru 13 bátar í bólki 4, útróðrarbátar 15-110 tons, sum hava avreitt. Í fiskiárinum 2013/2014 var talið í táverandi bólki 4 A og 4 B samanlagt 21 bátar. Í bólki 5 A, fullriknir útróðrarbátar undir 15 tons, eru 59 bátar skrásettir at hava avreitt í fiskiárinum 2023. Í fiskiárinum 2013/2014 var talið 28 bátar. Í bólki 5 B, aðrir -- 2 of 3 -- Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið 3/3 útróðrarbátar undir 15 tons, avreiddu 229 bátar í 2023, samanborið við 275 bátar í fiskiárinum 2013/2014. Til spurning 5 Broytingar í kunngerðini um tíðaravmarkað veiðibann á gýtingarleiðum eru nýliga lýstar. Tær bera í sær, at tíðarskeiðini fyri veiðibann á gýtingarleiðum hjá toski eru longd. Spurningurin um aðrar friðingar verður viðgjørdur. Til spurning 6 Nei. Endamálið við at skerja fiskidagatal og at friða leiðir er ikki at forkoma øllum útróðrarflotanum. Dennis Holm landsstýrismaður -- 3 of 3 --
080.23 spm. til D. Holm frá E. M. Gunnleygsdóttur - Fiskidagatalið hjá útróðrarbátum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 30. jan. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum Evni: Fiskidagatalið hjá útróðrarbátum (bólki 4) minkað við 20 prosentum og ætlanin um at steingja økir Spurningar: 1. Ætlar landsstýrismaðurin einans at lurta eftir útsøgnini hjá Havstovuni frameftir, uttan at taka útróðarmannin við í metingini, um ella hvussu nógvir dagar skulu skerjast? 2. Í hvønn mun hevur landsstýrismaðurin ráðført seg við útróðrarmannin, nú fiskidagatalið er minkað við 20 prosentum? 3. Hví metir landsstýrismaðurin, at tað eru útróðrarbátarnir, sum er orsøkin til, at fiskastovnurin ikki er so væl fyri? 4. Hvussu nógvir útróðrarbátar eru nú í Føroyum í mun til fyri 10 árum síðani? 5. Hvørjar friðingar ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri útróðrarbátar í bólki 4? 6. Er endamálið við fækkandi fiskidøgum og stongdum leiðum at forkoma øllum útróðrarflotanum við tíðini? Viðmerkingar: Nú Havstovan enn einaferð boðar frá, at neyðugt er at fækka fiskidagar umframt at steingja økir hjá útróðraflotanum, er áhugavert at fáa at vita, um landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ætlar at hoyra/lurta eftir útróðrarmonnum, sum alt annað líka eru serfrøðingar á økinum. Hesir, sum allarhelst kenna mest og best til fiskiøkir, vind og streym umframt at fiska burðardygt. Ella ætlar landsstýrismaðurin at skúgva hesa vitan til viks, tá avgerð skal takast, sum fer at merkja lagnuna hjá útróðrarmonnunum, og arbeiðspláss teirra er í vanda. Øll vita, at uttan primeru vinnunu (fiskivinnuna) var fátæksligt bæði í sekunderu vinnuni og eisini í tertieru vinnuni (tænastuvinnuni). Við øðrum orðum: uttan sjófólkið høvdu vit ikki hetta einastandandi vælferðarsamfelag, sum vit hava í dag. Og tað eiga vit at duga at virða. Útróðrarmenn eru sera ótryggir um íkomnu støðuna. Spurningurin er, hvør framtíðarstøða útróðarmansins verður. Spurningurin er eisini, um landsstýrismaðurin er í ferð við at forkoma øllum útróðri í Føroyum. Um hildið verður fram við at skerja dagar og avmarka økir, so er fáu útróðrarbátunum, sum eftir eru, ikki lív lagað. At lurta blint eftir fiskifrøðingunum áttu vit havt lært av, tá hugsað verður um, hvussu oftani hesar metingar og útsagnir ikki hava hildið. Rættast hevði verið, at myndugleikin ikki bara tekur tað fyri góða vøru, sum Havstovan ella fiskifrøðingar koma við, men eisini lurtar og tekur tað til eftirtektar, sum okkara sjómenn vísa á. -- 1 of 2 -- Útróðramenn, sum hava servitan frá teirra arbeiði á sjónum, sum teir á landi ikki hava sama møguleika til. Vanligt er, at tá tað snýr seg um arbeiðspláss á landi, verða starvsfólkini ella umboð teirra hoyrd, áðrenn avgerðir verða tiknar. Undarligt, um hetta ikki er sama mannagongd, tá tað snýr seg um útróðrarmenn. Á Løgtingi, 30. januar 2024 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur -- 2 of 2 --