← Løgtingsmál

52-078/2023

Landskassans samlaðu útreiðslur til gransking, menning og nýskapan

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 7. feb. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
078.23 Svar frá R. Vang til J. Dahl - Landskassans saml. útr. til gransking menning og nýskapan.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 8. feb. 2024

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 8. februar 2024
J. nr.: 24/02356-2
Viðgjørt: ASL
Svar til §52a fyrispurning nr. 52-078/2023 frá Johan Dahl, løgtingsmanni, settur
landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um landskassans samlaðu útreiðslur til
gransking, menning og nýskapan.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu stórar vóru landskassans samlaðu útreiðslur/játtanir til gransking, menning og
nýskapan í tíðarskeiðnum 2015-2023, býttar á almenna og vinnuliga gransking - málsøki,
stovnar, endamál, verkætlanir o.a.?
2. Hvussu nógv ársverk er talan um í tíðarskeiðnum 2015-2023?
3. Hvussu stórar væntast landskassans samlaðu útreiðslur/játtanir til gransking, menning og
nýskapan í tíðarskeiðnum 2024-2027 at verða, býttar á almenna og vinnuliga gransking -
málsøki, stovnar, endamál, verkætlanir o.a.?
4. Hvussu nógv ársverk er talan um í tíðarskeiðnum 2024-2027?
Svar:
Til spurning nr. 1.
Víst verður til svar til spurning nr.1 í fyrispurningi nr. 52-017/2023, sum er soljóðandi:
“Fyri almennar stuðulsskipanir eru játtanirnar á fíggjarlógini fyri 2015-2023 tilsamans ávikavist
fyri Granskingarráðið (Stuðul til gransking) 68,1 mió. kr., Fiskivinnuroyndir 50 mió. kr.,
Vinnuframa 28,9 mió. kr, Orkuverkætlanir 3,6 mió. kr. Játtanin til Horizon 2020, seinni Horizon
Europe, samstarvið í tíðarskeiðinum 2015-2023 var 108,7 mió. kr. Sí mynd niðanfyri
“Stuðulsskipanir 2015-2023”.

-- 1 of 3 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/3
Granskingarstovnar og stovnar, sum veita granskingarundirstøðukervi, brúka samsvarandi sínum
endamáli ein part av síni játtan til gransking, menning og nýskapan. Stovnarnir eru (skipaðir eftir
ársverkum), Fróðskaparsetrið, Umhvørvisstovan, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Havstovan,
Fiskaaling, nú Firum, Tjóðsavnið, Jarðfeingi, Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum,
Tjóðskjalasavnið og Búnaðarstovan. Hvussu stórur hesin partur er, er ymiskt frá stovni til stovn,
spennið er sera vítt.
Harafturat eru nakrir stovnar, sum veita granskingarundirstøðukervi á ymsan hátt, hesir eru
Landsbókasavnið, Fólkaheilsustýrið og iNOVA.”
Her kann leggjast afturat, at árliga játtanin til Havbúnaðarroyndir (Fiskaaling, nú Firum) fyri
tíðarskeiðið 2015-2023 er tilsamans 83,2 mió. kr.
Hagstovan er farin undir hagtalskanning av gransking, menning og nýskapan í Føroyum, har
byrjað er við ár 2022, men síðani gjørt upp árliga. Hagtalskanningin fyri 2022 væntast útgivin í
endanum av fyrra hálvári.
Til spurning nr. 2.
Tað er trupult at gera upp ársverk knýtt at gransking. Vanliga er gransking lønartung, so eitt
kvalifiserað boð er, at tað eru 1 til 1,25 ársverk fyri hvørja milliónina. Á heimasíðuni pure.fo er
yvirlit yvir granskarar hjá almennum stovnum og skipanum. Hetta er ikki fullfíggjað yvirlit.
Talið av profilum er 205, men ársverkini eru færri, tí fá eru sum granska fulla tíð. Víst verður
aftur til hagtalskanningina um gransking, menning og nýskapan, sum Hagstovan letur gera.
Til spurning nr. 3.
Játtanir til gransking, menning og nýskapan í løgtingsfíggjarlógini fyri 2024 eru hesar:
• Granskingarráðið (Stuðul til gransking) 9,0 mió. Kr.
• Havbúnaðarroyndir (Fiskaaling, nú Firum) 8,9 mió. Kr.
• Evropeiskt granskingar- og menningarsamstarv (Horizon Europe) 7,2 mió. Kr.
• Fiskivinnuroyndir 5,0 mió. Kr.
• Vinnuframi 3,5 mió. Kr.
• Orkuverkætlanir 1,8 mió. Kr.
• Fróðskaparsetrið, stuðulsfíggjað virksemi 7,9 mió. Kr.
• Umhvørvisstovan, stuðulsfíggjað virksemi 1,8 mió. Kr.
• Heilsufrøðiliga Starvsstovan, verkætlanir 0,5 mió. Kr.
• Havstovan, verkætlanir 4,0 mió. Kr.
• Søvnini, stuðulsfíggjað virksemi 1,8 mió. Kr.
• Jarðfeingi, verkætlanir 4,7 mió. Kr.
• Fólkaheilsustýrið , verkætlanin FarGen og stuðulsfíggjað virksemi 4,8 mió. Kr.
• Heilsugranskingareindin, vanligt og stuðulsfíggjað virksemi 5,3 mió. Kr.
• Búnaðarstovan, landbúnaðarroyndir og -ráðgeving, stuðulsf. Virksemi 0,3 mió. Kr.
Samanlagt 66,5 mió. Kr.

-- 2 of 3 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
3/3
Fyrivarni verður tikið fyri, at talan er um búskett tøl og at roknskapartølini kunnu verða øðrvísi,
og at tað kann renna millum ávísar av játtanunum, t.d. kann verkætlan hjá Havstovuni verða
fíggjað av Fiskivinnuroyndum.
Landsstýriskvinnan er ikki vitandi um annað enn, at hesar játtanir í løgtingsfíggjarlógini fyri
2024 fíggjarlógartøkniliga eru framskrivaðar við somu upphæddum í 2025 og 2026. Eingin
politisk viðgerð hevur verið av hesum játtanum fyri árini 2025-2027.
Til spurning nr. 4.
Víst verður til svarið til spurning nr. 2.
Tinganes, 8. februar 2024
Ruth Vang
landsstýriskvinna í fíggjarmálum

-- 3 of 3 --
078.23 spm. til R. Vang frá J. Dahl - Landskassans saml. útr. til gransking menning og nýskapan.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 26. jan. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Landskassans samlaðu útreiðslur til gransking, menning og nýskapan
Spurningar:
1. Hvussu stórar vóru landskassans samlaðu útreiðslur/játtanir til gransking,
menning og nýskapan í tíðarskeiðnum 2015-2023, býttar á almenna og
vinnuliga gransking - málsøki, stovnar, endamál, verkætlanir o.a.?
2. Hvussu nógv ársverk er talan um í tíðarskeiðnum 2015-2023?
3. Hvussu stórar væntast landskassans samlaðu útreiðslur/játtanir til gransking,
menning og nýskapan í tíðarskeiðnum 2024-2027 at verða, býttar á almenna
og vinnuliga gransking - málsøki, stovnar, endamál, verkætlanir o.a.?
4. Hvussu nógv ársverk er talan um í tíðarskeiðnum 2024-2027?
Viðmerkingar:
Tað er alt meira vanligt, at nakrir almennir stovnar í Føroyum arbeiða við gransking,
menning og nýskapan, sum fyri tað mesta verður fíggjað við pengum úr landskassanum
og annars útlendskari fígging. Vit vita t.d., at grundgransking er nakað, sum bara stór
og búskaparliga sterk lond taka sær av. Tí er viðkomandi at lýsa, hvat vit sum eitt lítið
land granska innan fyri, og hvat tað kostar landinum o.a.
Tað, sum ynskist lýst í fyrispurninginum er eitt yvirlit yvir tær samlaðu útreiðslurnar
ella játtanirnar, sum standa á løgtingsfíggjarlógini - ein uppgerð býtt á ymsu málsøkini,
stovnar, endamál, verkætlanir o.a.
Tá vit brúka pengar og politiskt skulu raðfesta, vil spurningurin altíð vera, um vit
alternativt kundu brúkt pengarnar til onnur endamál og skapt størri nyttuvirði fyri sam-
felag og vinnu. Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan hevur lagt upp til ein
málsetning um at seta av 3% av BTÚ til gransking, menning og nýskapan, svarandi til
millum 700 og 800 mió. kr. árliga. Hetta mál verður ásett, uttan at upplýst verður,
hvussu nógv longu verður játtað til hesi endamál, og hvat fæst fyri pengarnar.
Tað er eftir hondini sera trupult politiskt, fyri ikki at siga ógjørligt, at gjøgnumskoða,
hvussu nógvir almennir pengar í løtuni verða latnir úr landskassanum tilsamans til
gransking, menning og nýskapan. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Víst skal vera á, at undirritaði í heyst setti landsstýrismanninum í barna- og
útbúgvingarmálum ein § 52a fyrispurning um evnið.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 26. januar 2024
Johan Dahl

-- 2 of 2 --