← Løgtingsmál

52-077/2023

Lógaruppskot um málskúla fyri føroyskt sum annaðmál

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 7. feb. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
077.23 Svar frá D. N. Joensen til S. Bertholdsen - Málskúli.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 7. feb. 2024

Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
Løgtingið 6. februar 2024
Tinghúsvegur 1-3 Mál: 22/22133-65
100 Tórshavn Viðgjørt: EØ
Svar
upp á
skrivligan fyrispurning nr. 52-077/2023 eftir § 52a í Tingskipanini frá Súsonnu Bertholdsen,
løgtingskvinnu, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og
útbúgvingarmálum. Um lógaruppskot um málskúla fyri føroyskt sum annaðmál.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Nær verður lógaruppskotið um málskúla fyri føroyskt sum annaðmál lagt fram í
Løgtinginum?
Svar
Til 1: Lógaruppskotið um føroyskt sum annaðmál hevur verið til hoyringar, og arbeitt verður í løtuni
við at tillaga uppskotið sambært viðkomandi hoyringarsvarum. Ætlanin er at leggja uppskotið fram í
inniverandi tingsetu.
Vinarliga
Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
077.23 spm. til D. N. Joensen frá S. Bertholdsen - Málskúli.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 26. jan. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna
Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
Evni: Lógaruppskot um málskúla fyri føroyskt sum annaðmál
Spurningar:
1. Nær verður lógaruppskotið um málskúla fyri føroyskt sum annaðmál lagt fram
í Løgtinginum?
Viðmerkingar:
Ein týdningarmikil liður í integratiónspolitikki landsstýrisins er sambært heimasíðu
Barna- og útbúgvingarmálaráðsins at skipa fyri, at borgarar, sum hava annað mál enn
føroyskt sum sítt fyrstamál, fáa møguleika fyri at ogna sær hollar førleikar at
samskifta á føroyskum, møguleika fyri at ogna sær holla vitan um samfelag og
mentan í Føroyum, eins og møguleika at útbúgva seg innan føroysku
útbúgvingarskipanina. Mett verður, at hetta er umráðandi fyri at tryggja góða
integratión.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur gjørt eitt lógaruppskot um Málskúla fyri
føroyskt sum annaðmál, sum fór til almenna hoyring í 2023. Hoyringarfreistin var 31.
oktobur 2023.
Tað eru mong, sum ótolnast eftir at vita, hvussu gongur við lógaruppskotinum, so vit
fáa skipaði og eins undirvísingarviðurskifti kring alt landið á hesum øki, og tí verður
hesin spurningur settur.
Á løgtingi, 26. januar 2024
Súsanna Bertholdsen

-- 1 of 1 --